{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Íshavshornabrosma

Ciliata septentrionalis

Íshavshornabrosma er lítil fiskur, langvaksin og nakað tjúkk. Hon hevur tvey horn við nasagluggarnar og tvey smá horn beint oman fyri yvirkjaftin. Aftur frá hesum báðum smáu hornunum ganga tríggir smáir, breiðir skeggtræðrir hvørjumegin við. Hon hevur finnu á lippuni. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er heilt lág, fremsti teinur er hægri enn hinir. Henda fjøður liggur niðri í eini foyru á bakinum. Aftara ryggfjøðurin er long og javnt høg, er frá um miðjari uggafjøður og aftur til klingruna. uggafjaðrarnar eru førligar, avrundaðar aftan. Búkfjaðrarnar eru smalar, og næstfremsti teinurin eru væl longri enn hinir. Sterturin er rundaður aftan. Strikan ótýðilig og bogin omanfyri uggafjøðurina. Høvdið er langt, umleið 23-25% av heildarlongdini. Kjafturin er stórur og røkkur væl aftur um eyguni.

Útbreiðsla

Íshavshornabrosma er sjáldsamur fiskur. Hon er fingin undir Føroyum. er eisini fingin í norðsjónum, við Bretsku oyggjarnar, vestan fyri Írland, við noreg frá Bergen til Hammerfest, á Suður- og Eysturlandinum í Íslandi. Møguliga eisini í Vesturgrønlandi.

Stødd

Íshavshornabrosma verður helst ikki longri enn 20 cm.

Dýpi

Hon er úr 9 m niður á 90 metra dýpi, vanligast millum 30 og 90 metrar.

Litur

Hon er grábrún, ljósari undir búkinum.viðhvørt er ein feril av reydligum um bakið. Kjaftholan er ljós.

Eyðkenni

Hornini og skeggtræðrirnir. Hesin fiskurin verður møguliga ofta mistikin fyri aðrar hornabrosmur, kanska oftast hornabrosmu (C. mustela). Kjaftklovin kemur langt aftur um eyguni.

Týdningur

Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Íshavshornabrosma
Lat:Ciliata septentrionalis, Gaidropsarus septentrionalis, Onos septentrionalis
Dan:Nordlig havkvabbe, Nordisk havkvabbe
Eng:Northern rockling
Fra:Motelle nordique
Ísl:Ljóskjafta
Nor:Nordisk tangbrosme
Pol:Motela brunatna
Rus:Severnyj pjatiusyj nalim
Sve:Nordisk skärlänga
Týs:Nordische Seequabbe
USA:Northern rocling

Viðkomandi tíðindi

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira

  • Jákup Sverri aftur av makreltúri

    Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi

    Les meira

  • Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

    Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…

    Les meira

  • Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

    Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…

    Les meira