
Brosmubendil
Brotulotaenia crassa
Brosmubendil er langur og klænur fiskur. Hann er væl hægri, enn hann er breiður, hann hevur bendilsskap. Eina langa ryggfjøður av nakkanum í stertin og eina langa gotfjøður frá gotinum aftur í stertin. Hann hevur heilt lítlan stert og smáar uggafjaðrar, ongar búkfjaðrar. Høvdið er heldur lítið, við smáum eygum. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Hann hevur smáar, spískar tenn. Fiskurin er bleytur og liðiligur at føla.
Útbreiðsla
Undir Føroyum er hann fingin tvær ferðir vestur av Ymirrygginum. Annars er hann úti fyri Marokko, men sjáldsamur úti fyri Vesturevropa og Suðurafrika. Hann er við Vesturindiaoyggjarnar. Hann er eisini fingin í Indiahavinum, Nýsælandi og Suðuravstralia.

Stødd
Brosmubendil verður í minsta lagi 80 cm, helst eisini 85 cm langur.
Dýpi
Hann er uppsjóvarfiskur á djúpum vatni úr 800 metrum niður á í minsta lagi 2650 metrar.
Litur
Hann er viólbláur, gráligur um allan kroppin.
Eyðkenni
Liturin. Kropsskapið við tí heldur lítla høvdinum og lítla stertinum.
Týdningur
Brosmubendil hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Brosmubendil |
Lat: | Brotulotaenia crassa |
Aus: | Violet cuskeel |
Nze: | Blue cusk eel |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…