
Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi
Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um rundormar í fiski. Havstovan luttók saman við øðrum vísindastovnum í Europa (Noreg, Italia, Frankaríki, Skotland og Spania).
Tilsamans 1801 makrelar vórðu kannaðir úr Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum. Føroyaøkið hevur samanlagt minni nøgdir av Anisakis, tá ið talan er um allan fiskin (innvølir og vøddar samanlagt); men verður einans hugt eftir vøddunum, liggur Føroyaøkið á sama stigi sum hini økini (á leið 20-30 % av fiskunum infiseraðir við Anisakis í vøddum).
Nógv onnur áhugaverd vísindalig úrslit verða viðgjørd í greinini. Til dømis eisini, hvussu makrelstovnar í Miðjarðarhavinum blanda seg uppí makrelstovnarnar í Atlantshavinum.
Kanningarnar av makrelinum í føroyskum havøki vórðu gjørdar av Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard.
Viðkomandi tíðindi

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra
Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lívfrøðiligt margfeldi. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Leon Smith, deildarleiðari, Jan…

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Svartkjafturin stóð heldur norðarlaga í kanningarøkinum í ár…

Sildakanningar norðanfyri
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan tann 30. apríl (sí…

Gloyptur sjófuglur
Tá Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga. Talan var um ein sjófugl, allarhelst lomviga. Allur fuglurin varð funnin…
