{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ongin nebbasild, men lodna fingin inni á firðunum

Magnus Heinason er júst afturkomin av nebbasildakanningum. Líka undir 4 kg av nebbasild varð fingin á teimum 11 tovunum, sum vóru gjørd á túrinum. Meginparturin av hesum var havnebbasild. Ongin nebbasild varð fingið inni á firðunum, men harafturímóti var lodna fingin á Skálafjørðinum, í Haraldssundi, á Rituvík eins og hon var fingin útiá norðan fyri Viðoynna og eystan fyri Dalsenda á Sandoynni. At fáa lodnu í hesum nøgdum og bæði útiá, eins og inni á firðum og sundum hava vit ikki sæð fyrr; tó ber enn ikki til at siga, hvussu stórar nøgdir talan er um. Fleiri lodnur vóru gýtandi . Gitt verður, at hendan lodnan møguliga er rikin inn á føroyska landgrunnin úr Íslandi.

Eisini fingu vit yngul av lodnu, knurrhana, steinbíti og fjaðragrúki á firðunum. Hesi yngul verða ikki fingin á árligu yngulkanningunum hjá Magnusi Heinasyni, av tí at tann túrurin er seinni á árinum, og tí er hetta eisini nýggj vitan um vistfrøðina á innaru leiðum á føroyska landgrunninum.

Les túrfrágreiðingina her.

Myndir frá túrinum síggjast eisini á instagram vanganum @nebs.cod .

Viðkomandi tíðindi

  • Minni av toskayngli í ár

    Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…

    Les meira

  • Ongin nebbasild, men lodna fingin inni á firðunum

    Magnus Heinason er júst afturkomin av nebbasildakanningum. Líka undir 4 kg av nebbasild varð fingin á teimum 11 tovunum, sum vóru gjørd á túrinum. Meginparturin av hesum var havnebbasild. Ongin…

    Les meira

  • Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur

    Nebbasild er týdningarmikil liður í føðiketuni á føroyska landgrunninum, serstakliga sum føði hjá til dømis toski og lunda. Higartil hava kanningar á Havstovuni einamest snúð seg um havnebbasild, men í…

    Les meira

  • Nebbasildarok

    Í dag gerst alsamt meira vanligt at frætta um týndar fiskastovnar. Millum annað tí gjørdist nebbasildatúrurin, framdur í aprílmánað í ár, so minniligur. Hetta er úr Sjóvarmál 2009, les víðari…

    Les meira