{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Jákup Sverri

Havstovan rekur rannsóknarskipið Jákup Sverra. Við skipinum verða gjørdar kanningar, m.a. av havfrøði, æti, yngli, fiski og reiðskapi. Havfrøðiligu kanningarnar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar vm.

Tá skipið varð bygt, varð stórur dentur á, at virkisøkið hjá skipinum skuldi víðkast til eisini at gera aðrar kanningar, so sum botnuppmáting, streymmáting, seismikk og annað í hesum sambandi.

Allar kanningar, sum havrannsóknarskipið ger, eru við til at økja um heildarfatanina av, hvussu lívið í havinum og havumhvørvið samvirka í breiðastu merking.

Við ársskiftið verður kanningarætlan fyri komandi árið løgd. Har verða ymisku túrarnir ásettir, nær teir verða og hvør hevur fakligu ábyrgdina. Stutt eftir, at einstøku túrarnir eru lidnir, verður ein frágreiðing skrivað um túrin.

Niðanfyri er stutt lýsing av Jákup Sverra, umframt stutt lýsing av gomlum rannsóknarskipum.

Eisini eru frágreiðingar frá einstøku túrunum at finna í kanningarætlanunum undir “Rannsóknartúrar”. Tær verða lagdar út so hvørt tær eru skrivaðar. Fyri at fáa neyvari upplýsingar enn tær, ið eru í túrfrágreiðingunum, ber til at venda sær til tann, ið hevur ábyrgdina av túrinum.

Í tann mun, rúm er fyri tí, er møguleiki fyri at leiga skipið.

Prøvatøka á fabrikkini
CTD
Ein streymmátari á havsins botni verður útloystur
Jákup Sverri í Sundalagnum

Her er Jákup Sverri

Rannsóknartúrar

2024
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi05/02 – 14/022402
Yvirlitstroling – Landgrunnur14/02 – 28/022406
Yvirlitstroling – Landgrunnur28/02 – 13/032408
Yvirlitstroling – Føroyabanki13/03 – 20/032410
Svartkjaftur sunnanfyri20/03 – 03/042412
Reiðskapsroyndir (Botntrol)03/04 – 10/042414
Brislingur á innaru leiðum17/04 – 24/042415
Sild og svartkjaftur norðanfyri + N-skurður24/04 – 08/052416
Biologisk oceanografi08/05 – 15/052418
Hydrografi, st.skurðir, streym.15/05 – 22/052420
Svartkalvi (avlýst)22/05 – 05/062422
Hydrografi, st.skurðir, streym.05/06 – 12/062424
Yngul- og ætikanning12/06 – 26/062426
Makrelkanningar26/06 – 17/072428
Yvirlitstroling – Landgrunnur03/08 – 14/082430
Yvirlitstroling – Landgrunnur14/08 – 26/082432
Fjarðakanning26/08 – 28/082434
Hydrografi, st. skurðir28/08 – 04/092436
Yvirlitstroling – Føroyabanki04/09 – 11/092438
Yvirlitstroling – djúpt11/09 – 25/092440
Merking av botnfiski25/09 – 02/102442
Æti í bankarennuni02/10 – 09/102444
Hydrografi23/10 – 30/102446
Brislingur á innaru leiðum30/10 – 06/112448
2023
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi08/02 – 16/022304
Yvirlitstroling-Landgrunnur16/02 – 01/032306
Yvirlitstroling-Landgrunnur01/03 – 15/032308
Yvirlitstroling-Føroyabanki15/03 – 22/032310
Svartkjaftur sunnanfyri22/03 – 05/042312
Leigutúrur05/04 – 26/042314
Brislingur á innaru leiðum26/04 – 03/052318
Sild og svartkjaftur norðanfyri + N-skurður (túrnr: 2319)03/05 – 17/052320
Hydrografi st.skurðir, streymm. upp17/05 – 24/052322
Biologisk oceanografi24/05 – 31/052324
Svartkalvi31/05 – 07/062326
Hydrografi st.skurðir, streymm. Út07/06 – 14/062328
Fjordprocess14/06 – 15/062329
Yngulkanning/æti15/06 – 29/062330
Makrelkanningar29/06 – 20/072334
Yvirlitstroling – Landgrunnur05/08 – 16/082336
Yvirlitstroling – Landgrunnur16/08 – 28/082338
Fjarðakanning28/08 – 30/082340
Hydrografi, st. skurðir30/08 – 06/092342
Yvirlitstroling – Føroyabanki06/09 – 13/092344
Yvirlitstroling – djúpt13/09 – 27/092346
Merking av toski27/09 – 04/102348
Hydrografi25/10 – 01/112352
Brislingur á innaru leiðum01/11 – 08/112354
Við at trýsta á túrnøvn, sum hava leinki, verður túrfrágreiðingin víst.
2022
KanningTíðarskeiðNr.
Reyðæti í Bankarennuni02/02 – 09/022201
Hydrografi09/02 – 16/022202
Yvirlitstroling-Landgrunnur16/02 – 02/032204
Yvirlitstroling-Landgrunnur02/03 – 16/032206
Yvirlitstroling-Føroyabanki16/03 – 23/032208
Svartkjaftur sunnafyri23/03 – 06/042210
Brislingur á innaru leiðum06/04 – 13/042212
Biologisk oceanografi20/04 – 27/042214
Sild og svartkjaftur norðanfyri
N-skurður
27/04 – 11/052216
2217
Hydrografi st.skurðir, streymm. Inn11/05 – 18/052218
Makrelegg18/05 – 01/062220
Hydrografi st.skurðir, streymm. út01/06 – 08/062222
Svartkalvi08/06 – 15/062224
Yngulkanning/æti15/06 – 29/062226
Makrelkanningar29/06 – 20/072230
Yvirlitstroling – Landgrunnur08/08 – 29/082232
2234
Fjarðakanning29/08 – 31/082236
Hydrografi, st. skurðir31/08 – 07/092238
Yvirlitstroling – Føroyabanki07/09 – 14/092240
Yvirlitstroling – djúpt14/09 – 28/092242
Merking av toski28/09 – 05/102244
Upsi – Semipelagiskar kanningar05/10 – 12/102246
Hydrografi26/10 – 02/112250
Brislingur á innaru leiðum02/11 – 09/112252
2021
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi10/02 – 17/022106
Yvirlitstroling – Landgrunnur (MH)17/02 – 03/032108
Yvirlitstroling – Landgrunnur17/02 – 03/032109
Yvirlitstroling – Landgrunnur (MH)03/03 – 17/032110
Yvirlitstroling – Landgrunnur03/03 – 17/032111
Yvirlitstroling – Føroyabanki17/03 – 24/032112
Svartkjaftur sunnanfyri24/03 – 07/042114
Brislingur/lodna/nebbasild á innari leiðum/K-skurður21/04 – 28/042116
Sild og svartkjaftur norðanfyri + N-skurður (túrnr: 2119)28/04 – 12/052118
Biologisk Oseanografi12/05 – 19/052120
Hydrografi st.skurðir, streymm. Upp19/05 – 26/052122
Svartkalvi26/05 – 09/062124
Hydrografi st.skurðir, streymm. Út09/06 – 16/062126
Yngulkanning/æti16/06 – 30/062128
Makrelkanningar30/06 – 21/072130
Yvirlitstroling – Landgrunnur04/08 – 18/082132
Yvirlitstroling – Landgrunnur18/08 – 29/082134
Fjarðakanning29/08 – 01/092136
Hydrografi, st. skurðir01/09 – 08/092138
Yvirlitstroling – Føroyabanki08/09 – 15/092140
Yvirlitstroling – djúpt (avlýstur)15/09 – 29/092142
Merking av toski (avlýstur)29/09 – 06/102144
Kalibrering – lemmar (avlýstur)06/10 – 16/102146
Reyðæti í Bankarennuni (útsettur)27/10 – 03/112148
Hydrografi (avlýstur)3/11 – 10/112150
Brislingur á innaru leiðum3/12 – 5/122152
Reyðæti í Bankarennuni11/12 – 12/122156
2020
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi10/02 – 19/022002
Yvirlitstroling-Landgrunnur19/02 – 04/032004
Yvirlitstroling-Landgrunnur04/03 – 18/032006
Yvirlitstroling-Føroyabanki18/03 – 25/032008
Svartkjaftur sunnanfyri (avlýstur)25/03 – 08/042010
Brislingur á innaru leiðum25/3 – 29/32011
Nebbasild á innaru leiðum15/04 – 22/042012
Biologisk Oseanografi22/04 – 29/042014
Sild og svartkjaftur norðanfyri + N-skurður (túrnr: 2017)29/04 – 13/052016
Biologisk Oseanografi13/05 – 20/052018
Hydrografi st.skurðir, streymm. Upp20/05 – 27/052020
Svartkalvi27/05 – 10/062022
Hydrografi st.skurðir, streymm. út10/06 – 17/062024
Yngulkanning/æti17/06 – 01/072026
Yvirlitstroling-Landgrunnur30/07 – 12/082030
Yvirlitstroling-Landgrunnur12/08 – 23/082032
Fjarðakanning23/08 – 26/082034
Yvirlitstroling-Føroyabanki02/09 – 09/092038
Hydrografi, st. skurðir16/09 – 20/092039
Yvirlitstroling-djúpt09/09 – 23/092040
Merking av toski23/09 – 30/092042
Praktiskur fiskiskapur07/10 -21/102044
Brislingur á innaru leiðum11/11 – 18/112046
2019
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi13/02 – 20/021902
Yvirlitstroling-Landgrunnur20/02 – 06/031904
Yvirlitstroling-Landgrunnur06/03 – 20/031906
Yvirlitstroling-Føroyabanki20/03 – 27/031908
Svartkjaftur sunnanfyri27/03 – 10/041912
Kalibrering av útgerð10/04 – 17/041914
Biologisk Oseanografi24/04 – 01/051916
Sild og svartkjaftur norðanfyri01/05 – 15/051918
Hydrografi st.skurðir, streymm. upp, fiskalarvur15/05 – 22/051920
Makrelegg og fiskalarvur22/05 – 05/061922
Hydrografi st.skurðir, streymm. út05/06 – 12/061924
Svartkalvi12/06 – 19/061926
Yngulkanning/æti19/06 – 03/071928
Yvirlitstroling-Landgrunnur31/07 – 14/071930
Yvirlitstroling-Landgrunnur. Korall videokanningar14/08 – 25/081932
Fjarðakanning25/08 – 28/081934
Hydrografi, st. skurðir28/08 – 04/091936
Yvirlitstroling-Føroyabanki04/09 – 11/091938
Yvirlitstroling-djúpt11/09 – 25/091940
Merking av toski25/09 – 02/101942
Kalibrering av útgerð9/10 – 23/101944
Brislingur á innari leiðum6/11 – 9/111946
2018 og eldri
2018
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi/reyðæti djúpt10/02 – 21/021802
Yvirlitstroling – Landgr.21/02 – 07/031806
Yvirlitstroling – Landgr.07/03 – 21/031808
Yvirlitstroling – Føroyabanki21/03 – 28/031810
Svartkjaftur sunnanfyri28/03 – 11/041812
Blálonga11/04 – 25/041816
Biologisk Oseanografi25/04 – 02/051818
Sild og svartkj. norðanfyri02/05 – 16/051820
Hydrografi st.skurðir, streymm. upp16/05 – 23/051822
Svartkalvi23/05 – 06/061824
Korallir06/06 – 13/061826
Hydrografi st.skurðir, streymm. Út13/06 – 20/061828
Yngul/æti20/06 – 04/071830
Yvirlitstroling – Landgr.01/08 – 15/081832
Yvirlitstroling – Landgr.15/08 – 26/081834
Fjarðakanning26/08 – 29/081836
Hydrografi, st skurðir29/08 – 05/091838
Yvirlitstroling – Føroyabanki05/09 – 12/091840
Yvirlitstroling djúpt12/09 – 26/091842
Merking av toski10/10 -17/101844
Kalibrering av útgerð17/10 – 31/101846
Brislingur á innaru leiðum31/10 – 03/111848
2017
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi, st. skurðir15/02 – 22/021702
Yvirlitstroling-Landgrunnur22/02 – 08/031704
Yvirlitstroling-Landgrunnur08/03 – 22/031706
Yvirlitstroling-Føroyabanki22/03 – 29/031708
Svartkjaftur sunnanfyri29/03 – 12/041710
Reyðæti vestanfyri19/04 – 26/041714
Biologisk Oseanografi26/04 – 03/051716
Sild og svartkjaftur norðanfyri03/05 – 17/051718
Hydrografi st.skurðir, streymm. upp17/05 – 24/051720
Reyðæti vestanfyri24/05 – 27/051722
Svartkalvi27/05 – 07/061724
Hydrografi st.skurðir, streymm. út07/06 – 14/061726
Korallir14/06 – 21/061728
Yngulkanning/æti21/06 – 05/071730
Reyðæti vestanfyri01/08 – 02/081734
Yvirlitstroling-Landgrunnur02/08 – 16/081736
Yvirlitstroling-Landgrunnur16/08 – 26/081738
Fjarðakanning-Reyðæti djúpt26/08 – 30/081740
Hydrografi, st. skurðir30/08 – 06/091742
Yvirlitstroling-Føroyabanki06/09 – 13/091744
Yvirlitstroling-djúpt13/09 – 27/091746
Merking av toski11/10 – 18/101750
Reyðæti djúpt19/10 – 21/101751
Svartkalvi21/10 – 03/111754
Reyðæti djúpt03/11 – 04/111756
2016
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi, st. skurðir10/02 – 17/021602
Yvirlitstroling-Landgrunnur17/02 – 02/031604
Yvirlitstroling-Landgrunnur02/03 – 16/031606
Yvirlitstroling-Føroyabanki16/03 – 23/031608
Svartkjaftur sunnanfyri30/03 – 13/041610
Sildakanningar13/04 – 20/041612
Trolroyndir við rist20/04 – 27/041614
Biologisk Oseanografi27/04 – 04/051616
Sild og svartkjaftur norðanfyri04/05 – 18/051618
Hydrografi st.skurðir, streymm. upp18/05 – 25/051620
Makrelegg25/05 – 08/061622
Hydrografi st.skurðir, streymm. út08/06 – 15/061624
Svartkalvi15/06 – 22/061626
Yngulkanning/æti22/06 – 06/071628
Yvirlitstroling-Landgrunnur03/08 – 17/081630
Yvirlitstroling-Landgrunnur17/08 – 27/081632
Fjarðakanning27/08 – 31/081634
Hydrografi, st. skurðir31/08 – 07/091636
Yvirlitstroling-Føroyabanki07/09 – 14/091638
Yvirlitstroling-djúpt14/09 – 28/091640
Merking av toski12/10 – 19/101642
Trolroyndir við rist19/10 – 02/111644
2015
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi, st. skurðir11/02 – 18/021502
Yvirlitstroling-Landgrunnur18/02 – 04/031504
Yvirlitstroling-Landgrunnur04/03 – 18/031506
Yvirlitstroling-Føroyabanki18/03 – 25/031508
Svartkjaftur sunnanfyri25/03 – 08/041510
Trolroyndir08/04 – 22/041512
Biologisk Oseanografi22/04 – 29/041514
Sild og svartkjaftur norðanfyri29/04 – 13/051516
Trolroyndir13/05 – 20/051518
Hydrografi st.skurðir, streymm. upp20/05 – 27/051520
Svartkalvi27/05 – 10/061522
Hydrografi st.skurðir, streymm. út10/06 – 17/061524
Yngulkanning/æti17/06 – 01/071526
Yvirlitstroling-Landgrunnur05/08 – 19/081528
Yvirlitstroling-Landgrunnur19/08 – 30/081530
Fjarðakanning30/08 – 02/091532
Hydrografi, st. skurðir02/09 – 09/091534
Yvirlitstroling-Føroyabanki09/09 – 16/091536
Yvirlitstroling-djúpt16/09 – 30/091538
Merking av toski14/10 – 21/101540
Trolroyndir21/10 – 04/111542
2014
KanningTíðarskeiðNr.
Hydrografi, st. skurðir12/02 – 19/021402
Yvirlitstroling-Landgrunnur19/02 – 05/031404
Yvirlitstroling-Landgrunnur05/03 – 19/031406
Yvirlitstroling-Føroyabanki19/03 – 26/031408
Svartkjaftur sunnanfyri26/03 – 09/041410
Kanna trolstongdar leiðir 09/04 – 16/041412
Biologisk Oseanografi23/04 – 30/041414
Sild og svartkjaftur norðanfyri30/04 – 14/051416
Hydrografi, st. skurðir, streymm. upp14/05 – 21/051418
Svartkalvi21/05 – 04/061420
Hydrografi, st. skurðir, streymm. út04/06 – 11/061422
Kanna trolstongdar leiðir11/06 – 18/061424
Yngulkanning/æti18/06 – 02/071426
Yvirlitstroling-Landgrunnur30/07 – 13/081428
Yvirlitstroling-Landgrunnur13/08 – 25/081430
Fjarðakanning25/08 – 27/081432
Hydrografi, st. skurðir27/08 – 03/091434
Yvirlitstroling-Føroyabanki03/09 – 10/091436
Yvirlitstroling-djúpt10/09 – 01/101438
Merking av toski15/10 – 22/101440
Kanna trolstongdar leiðir22/10 – 05/111442

Lýsing av Jákup Sverra

Um Skipið
Navn:R/S Jákup Sverri
KallimerkiXPZO
Heimstaður:Tórshavn
Byggistaður og ár:MEST, Tórshavn, 2020
Skipaslag:Havrannsóknarskip
Klassi:Bureau Veritas
IMO-nummar:9861263
MMSI-nummar:231 854 000
Telefon-nummar:+298 66 39 00
Reiðari:Erling í Liða, erlingl@hav.fo
Stødd v.m.
Mesta longd (LOA):54,09 m
Longd:51,88 m
Breidd:13,6 m
Djúpgangur:6,4 m
Djúpgangur við lorikjøli:9,4 m
Bruttotons (BT):1815
Nettotons (NT):544
Motorslag:Wärtsilä
Motororka:2400 kW
Motororka (samlað):2998 kW
Sigliferð:11 knots
Koyggjur til manning:13
Koyggjur til vísindafólk:12
Teknisk útgerð
Trol:Ymisk botn- og flótitrol
Starvsstovuhentleikar:2 turrlabb og 2 vátlabb
Fabrikk:Sjálvvirkin skrásetingarskipan til viging og longdarmáting av veiðu. Frystirúm.
Byggistaður og ár:MEST, Tórshavn, 2020
CTD/Plankton sýnistøka:Seabird CTD 911+ við rosettu, fluorometri, PAR og oksygen sensori. 3000 m veirur.
Plankton: Multinet, MIK-net, Gulf-net, WP2-net, Chelsea FastOcean APD system.
Ávegis termosalinografur við møguleika fyri optiskari planktonskráseting og tøðevnissensori (SUNA V2).
Multi-Beam(s)/ Sub Bottom profiling:Simrad EM712 multibeam, TOPAS PS18.
Ekkólodd/Sonar:EK-80 multifrekvent ekkólodd (6 frekvensir frá 18 til 333 kHz), ME70 multibeam, Simrad Sonar SU90 og SC90, Ocean Surveyor streymmátari (75 kHz).
Sýnistøka av botni:Spæl til kjarnusýni, 4500 m. Ymiskir grabbar.
Spøl:2 x 30 t trol-spøl, 3000 m x 28 mm veirur, CTD-spæl 3000 m x 8.18 mm coax veirur, WP2-spæl 300 m x 6 mm, spæl 3000 x 8.18 mm coax veirur (undirsjóvarkamera, Gulf Multinet), 2 x trolsonduspøl við coax.
Samskifti:
Inmarsat C, GSM, Internet fylgisveinasamband.
Egnað til:Ymiskar rannsóknir útiá og inni við land. Troling við uppsjóvartroli og botntroli, hydrografiskar kanningar og plankton-kanningar, útseting av fortoyaðum tólum og til botnkanningar. Møguleiki er fyri eitt nú seismiskum kanningum; rúm er fyri trimum 20 fóts bingjum við 400 KVA streymveiting á troldekkinum.

Eldri rannsóknarskip

Heilt frá tí at Fiskirannsóknarstovan, nú Havstovan, varð sett á stovn í 1951, hava rannsóknir verið gjørdar við føroyskum skipum kring Føroyar. Í byrjanini var stovnurin bara opin partar av árinum, men tað broyttist til at vera alt árið, tá Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, flutti heim til Føroya í 1959. Fyrstu árini vóru kanningarnar gjørdar við leigaðum førum, sum aloftast vóru fiskiskip.

R/S Magnus Heinason

Magnus Heinason var nýttur sum havrannsóknarskip í tíðarskeiðinum 1981-2020.

Magnus Heinason varð bygdur sum saltfiskatrolari á Langsten Slip & Båtbyggeri AS, Tomrefjord, Noreg til føroyskt reiðarí í 1978. Í 1980 varð skipið keypt av Landsstýrinum til havrannsóknarskip og umbygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980/81. Magnus Heinason gjørdi í 40 ár eina ørgrynnu av kanningum, m.a. trolkanningar, merkiroyndir, akustiskar kanningar, yngulkanningar, ætikanningar, hydrografiskar kanningar, seismiskar kanningar, og fjarðakanningar. Harafturat var Magnus Heinason fyrru árini í vinnuligum fiskiskapi partar av árinum.

Í 2021 varð Magnus Heinason seldur til Kroatia, har skipið varð umbygt til ferðamannaskip.

R/S Jens Christian Svabo

Jens Chr. Svabo var nýttur sum havrannsóknarskip í tíðarskeiðinum 1964-1981.

Skipið, sum upprunaliga var bygt sum fiskiskip í Danmark, var umbygt á Skála Skipasmiðju til havrannsóknir. Jens Chr. Svabo fekst bæði við kanningar av nýggjum fiskatilfeingi, t.d. laksi, og gjørdi eisini sildakanningar, yngulkanningar og hydrografiskar kanningar. Fyri at fíggja raksturin var Jens Chr. Svabo í vinnuligari veiðu partar av árinum og varð harafturat eisini brúktur sum vaktarskip.

Ternan

Frá 1956 til 1961 brúkti Fiskirannsóknarstovan av og á Ternuna til eggteljingar, yngulkanningar, hydrografiskar kanningar og millumlanda sildakanningar.

Ternan varð bygd sum minusópari í Bretlandi í 1943. Føroya Landsstýri keypti hana í 1946 og átti hana fram til 1961, tá hon bleiv seld til Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik. Landsstýrið brúkti Ternuna sum strandfaraskip, hjálparskip, rannsóknarskip og vaktar- og bjargingarskip. Eisini sæst í gomlum tíðindabløðum at hon miðskeiðis í fimtiárunum einaferð var fongsul á Klaksvík í samband við læknastríðið.

Leigað skip

Umframt omanfyri nevndu skip hevur Havstovan leigað nógv ymisk fiskiskip til rannsóknir. Í fimti-, seksti- og sjeytiárunum vóru eitt nú Gjógvarenni, Kúrberg, Enni, Gimme, Brestir, Núpur, Tindhólmur, Núgvunes, Grunnabarð, Leivur Øssurson, Brimnes, Eystnes, Akranes og Sildrekin leigað til ymsar royndir.

Í áttatiárunum varð Jens Chr. Svabo leigaður til høgguslokkaroyndir.

Síðani 2009 hevur Havstovan luttikið í felagskanningum av makreli. Av tí at Magnus Heinason ikki hevði nóg stóra maskinorku, leigaði Havstovan í tíðarskeiðinum 2009-2020 Christian í Grótinum, Finn Fríða og Trónd í Gøtu til hesar kanningar.

Samanbering av rannsóknarskipunum
Jákup SverriMagnus HeinasonJens Chr. SvaboTernan
Havnakenningarnr. TN 407TN 6 
KallimerkiXPZOOW2252XPVDXPWU
HeimstaðurTórshavnTórshavnTórshavnTórshavn
SkrásetingarstatusÍ gildi.Í gildi. Strikaður og upphøgdur í Danmark umleið 2006.Strikað 19. februar 1975. Søkt millum Stong og Eystnes 8. februar 1975.
SlagHavrannsóknarskip Fiskiskip / ferðamannaskip síðani 2021Hjálpar- og havrannsóknarskipVaktar- og bjargingarskip / hjálparskip / Strandfaraskip
Onnur nøvn  MitoVincent, GullborginMotor Minesweeper, 277 (MMS 277), Spógvin, Dúgvan
Byggiár20201978 (umbygdur í Havn í 1981 og í samband við eldsbruna í 2007-08)1960 (umbygdur á Skála 1967)1943
SkipasmiðjaMEST, FøroyarLangsten Slip & Båtbyggeri A/S, NoregSøby Staalskibsværft, DanmarkFraserburgh, Skotland
Skrásett fyrstu ferð2. desember 202020. juni 1978  
Rannsóknartíðarskeið2020-1981-20201964-19811956-1961
ByggitilfarStál StálStálEik – fura
Bruttotons1.815669134,1192,7
Nettotons54420061,660,3
Longd (metrar)51,8837,626,230,6
Breidd (metrar)13,69,526,26,6
Dýbd (metrar)6,47,152,73,6
Longd yviralt (LOA, metrar)54,0944,500  
MotorslagWärtsiläM.A.KB & W AlphaCrossley
Motororka (kW)2.9981.320257272
Manningartal13
+12 koyggjur til granskarar
13
+5 koyggjur til granskarar
5
Ógreitt hvussu nógvar koyggjur vóru til granskarar
 
EigariFøroya Landsstýri1978-1980: P/r S. Thomsen, Glyvrar
1980- 2021: Føroya Landsstýri
2021: Seldur til Kroatia
1960-1964: S. K. E. Jakobsen, Skagen, Danmark
1964-1981: Føroya Landsstýri
1981-uml. 2005: P/r Jógvan M. Hansen, Hvannasund
Uml. 2005-2006: P/F EBJ, Fuglafjørð
1943-1946: Bretska hervaldið
1946-1961: Føroya Landsstýri
1961-1974: Pf. Th. Mælkeforsyning & Margarinefabr. Tórshavn.
1974-1975: Føroya Landsstýri

Túrfrágreiðingar

Standard hydrografi – Streymmátarar út

21.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

22.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…

Biologisk oseanografi

15.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfel…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

04.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

05.04.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2412 Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…

Váryvirlitstroling – Føroyabanki

03.04.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til …

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

13.03.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál…

Standard hydrografi

01.11.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingun…

Merking av fiski

10.10.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2348 Tíðarskeið: 7-10/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá…

Yvirlitstroling – djúpt

07.10.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…

Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

12.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2344 Tíðarskeið: 6/9-12/9 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið ska…

Standard hydrografi

05.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…

Heystyvirlitstroling – Landgrunnur

28.08.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2336 og 2338 Tíðarskeið: 05-16/08 2023 og 16-28/8 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið v…

Makrelkanning

17.07.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2334 Tíðarskeið: 1-17/7 2023 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjaf…

Yngul og Æti

29.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2330 Tíðarskeið: 15-29/6 2023 Ábyrgd: Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgru…

Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út

13.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…

Svartkalvi

07.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2326 Tíðarskeið: 1/6-7/6 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund og Lise Helen Ofstad Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna s…

Biologisk oceanografi

31.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2324 Tíðarskeið: 24/5-31/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna Menning av plantu- og djóraæti á Landgrunninumum um vári…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

23.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2322 Tíðarskeið: 17-23/5 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp o…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

16.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2320 Tíðarskeið: 4-16/5 2023 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssama…

Svartkjaftur sunnanfyri

05.04.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2312 Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroy…

Váryvirlitstroling -Føroyabanki

22.03.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2310 Tíðarskeið: 15-22/3 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið ska…

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

13.03.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2306 og 2308 Tíðarskeið: 17-26/2 og 4-13/3 2023 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Lise H. Ofstad Endamál: Høvuðsendamálið við túri…

Standard hydrografi

16.02.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2304 Tíðarskeið: 10-16/2 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í…

Viðkomandi tíðindi

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

28.05.2024

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

30.04.2024

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Minni av makreli í Norðurhøvum

24.08.2023

Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

26.07.2023

Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í …

Yngul- og ætikanningar 2023

03.07.2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár

22.06.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sj…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

13.04.2023

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til …

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka

15.03.2023

Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá b…

Jákup Sverri farin á fyrsta túrin í 2023

13.02.2023

Í síðstu viku fór Jákup Sverri á ársins fyrsta rannsóknartúr eftir sigliætlanini fyri 2023, sum í alt telur 24 kanningartúrar fyri Havstovuna umframt …

Jákup Sverri verið eftir streymmátarum

25.05.2022

Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri f…

Fish Fair: Framløga um havrannsóknarskipið Jákup Sverra

24.05.2022

Leon Smith, tøkniligur leiðari á Havstovuni hevði mikudagin 18. mai framløgu um fyrireiking, bygging og royndir við nýggja havsrannsóknarskipinum Jáku…

Fiskimálaráðharrin vitjað umborð á Jákup Sverra

19.05.2022

Mikudagin í farnu viku vitjaði fiskimálaráðharrin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra. Lok…

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn

05.05.2022

Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum o…

Opið skip umborð á Jákup Sverra á Tvøroyri

28.04.2022

Eini 300 fólk vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra á Tvøroyri týsdagin 26. apríl. Hetta var í sambandi við umhvørvisvikuna í kommununi….

Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri

26.04.2022

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av …

Stuttfilmur um Jákup Sverra

08.02.2021

Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum áhugaverdum tilfari gjørd. Á henni er eitt stórt savn av tilfari, bæði frá seinastu vísin…

Nýggja rannsóknarskipið Jákup Sverri

18.12.2020

Jákup Sverri er fyrsta føroyska rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið. Fyri fiskivinnutjóðina Føroyar er nýggja rannsóknarskipið ein stórhending…

Jákup Sverri handaður eigaranum

03.12.2020

Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er…

Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri

19.12.2019

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”. Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Jo…

Skrokkurin skal byggjast í Litava

01.02.2018

MEST hevur júst skrivað undir sáttmála við Western Baltija Shipyard í Litava (www.wbs.lt) um at byggja skrokkin á nýggja havrannsóknarskipinum. Skrokk…

Nýtt havrannsóknarskip liðugt projekterað

23.08.2012

Uppskotið til eitt nýtt havrannsóknarskip, serbygt til føroyskar umstøður og pengapung, er nú klárt at bjóða út. Útbjóðingartilfarið varð latið landss…

Slóðbrótandi sniðgeving

01.09.2009

Torfør uppgáva, einføld loysn! Hetta er niðurstøðan, eftir at liðugt er at sniðgeva okkara nýggja havrannsóknarskip. Arbeiðið at sniðgeva okkara nýggj…

Viðkomandi verkætlanir

SEATRACK

fuglur
Áramál
2014 – 2026
Fígging
Norsk Polarinstitutt og Norsk Institutt for Naturforskning
Fólk á Havstovuni
Jóhannis Danielsen, Bergur Olsen og Sólveig Sørensen

Endamálið er at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu sjófuglasløgunum í Norðurhøvum. Men fyri at fáa úrslitini úr goymslumerkjunum, má fuglurin fangast aftur, og tí er tað bert búfuglur, sum verður merktur. Fuglur verður merktur á 38 ymiskum plássum í Norður­høvum. Í Føroyum verða fuglar merktir í Skúv­oy­nni, Stóru Dímun, Sandoynni, Nóls­oy­nni, í Kirkjubø­hólmi, Mykinesi, Vágoynni, Streymoynni og Eysturoynni. Úrslitini frá øllum lond­un­um verða við­gjørd undir ein­um fyri at fáa eina samlaða mynd av, hvussu fuglarnir ferðast, og hvar teir finna føðina um veturin. Tá ið ferð­ing­in er kort­løgd, ber til at meta um, hví fugl­ur­in er júst har til ávísar tíðir og hvørjar um­støður gera, at fuglurin fer hagar.

Blue ocean – Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area

fiskur
Jákup Sverri
svartkjaftur
toskaættin
Áramál
2022 – 2025
Fígging
Havgransking í Norðuratlantshavi, DTU Aqua og Havstovan
Fólk á Havstovuni
Jan Arge Jacobsen og Hjálmar Hátún

Endamálið við verkætlanini er, at skilja og gagnnýta sambandið millum havklima í Norðureysturatlantshavi og bæði útbreiðslu av svartkjafti og tilgongd av ungfiski til hendan búskaparliga týdningarmikla stovn. Áherðsla verður løgd á sannlíku ávirkanina frá atmosferuni og stóra subpolara meldrinum. Henda vitan kann leggja lunnar undir møguleikan at framskriva tilgongdina hjá svartkjafti. Vit miða ímóti – saman við arbeiðsbólki hjá ICES – at gagnnýta úrslitini í veruligu umsitingini av hesum sera umskiftiliga fiskastovni.