{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur

Nebbasild er týdningarmikil liður í føðiketuni á føroyska landgrunninum, serstakliga sum føði hjá til dømis toski og lunda. Higartil hava kanningar á Havstovuni einamest snúð seg um havnebbasild, men í oktobur fekk Havstovan tveir ymiskar prøvar av nebbasild, sum vístu seg at vera tvey onnur sløg.

Tað finnast fleiri sløg av nebbasild, og undir Føroyum eru staðfest trý sløg av nebbasild. Hesar eru havnebbasild (Ammodytes marinus), lítla nebbasild (Ammodytes tobianus) og stóra nebbasild (Hyperoplus lanceatus), sum eisini verður nevnd nebbasildakongur. Torført er at skilja millum sløgini, tí tey líkjast sera nógv, og tískil vera tey aloftast bólkað saman sum nebbasild. Tað finst eingin neyv meting um stovnsuppbýtið ella stovnsstødd av ymsu nebbasildunum undir Føroyum. Meðan stóra nebbasild, eins og havnebbasild, er úr vatnskorpuni og niður á 150 m dýpi, heldur lítla nebbasild til á innaru leiðunum, har dýpið er umleið 50 m ella grynnri. Tølini, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild, koma frá yngulkanningunum í juni og frá magakanningum av eitt nú toski á yvirlitstrolingunum um várið og um summarið.

Í oktobur var ein útróðarmaður so vinarligur at taka ein prøva av nebbasildayngli út fyri Eystnesi til Havstovuna. Vanligt er at fáa nebbasildayngul um várið og tíðliga um summarið, so at fáa nebbasildayngul so seint sum í oktobur var serstakliga áhugavert. Innkomna ynglið var áleið 6 cm og er mett at vera av slagnum lítla nebbasild. Yngli hevði etið ymisk sløg av kopepodum, ið er ein bólkur av djóraætið. Aldursgreingin vísti, at yngli var gýtt í august. Hesa somu viku í oktobur fekk Havstovan ein annan prøva frá einum manni, sum hevði verið á floti við abbasoninum norðan fyri Gjógv. Tað vísti seg, at teir høvdu fingið eina vælvaksna stóra nebbasild. Hon máldi 34 cm, var 6 ára gomul og hevði einamest etið krill. Talan var um ein kvennfisk við óbúnum rognum.

Gýtingartíðin hjá stóru nebbasild er frá apríl til novembur, meðan lítla nebbsild gýtir um várið, eins og havnebbasild, men hon kann eisini gýta um heystið, og sum innkomna yngli er dømu uppá. Vanligt er, at nebbasild liggur niðurgrivin í sandbotni um veturin, mestsum í dvala. Tá várið kemur, og meira verður av føði í sjónum, raknar hon við, og fer tá í eina dagliga rútmu, har hon er uppi í vatnsúluni og etur um dagin ofta í stórum torvum, meðan hon um náttina grevur seg niður í sandin. Í heyst hava fleiri frásagnir verið frá fiskimonnum, um at nebbasild kemur upp í vatnskorpuna, tá teir tendra dragiljósið. Hetta er undranarvert og óvæntað hesa ársins tíð, tá vanliga verður hildið, at nebbasildin er farin í dvala so seint um heystið.

Tað hevur verið sera góður fiskiskapur eftir toski heilt inni við land hetta seinasta hálva árið, tó hava fleiri slánar verið í millum toskarnar. Ymsar orsøkir kunnu vera til óvanliga atburðin hjá toskinum, og eitt hugsandi dømi er, at havnebbasildastovnurin er lítil í løtuni. Tískil er toskurin svangur og er kemur inn undir land at leita sær føði. Hetta samsvarar við, at nebbasildaynglið á yngulkanningunum í juni í ár var nógv minni enn vanligt er hasa ársins tíð, samstundis sum nærum ongin nebbasild var funnin í toskamagunum á yvirlitstrolingunum í august . Við avmarkaðu vitanini um stóru- og lítlu nebbasild ber ikki til at siga, hvussu stóran leiklut hesar hava í vistskipanini á innaru leiðunum, men nú tað er staðfest, at tær eru her, kann tað hugsast, at tað eru m.a. hesum, ið toskurin er komin eftir.

Hannipoula Olsen

Havstovan, tann 27-11-2019

Viðkomandi tíðindi

  • Minni av toskayngli í ár

    Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…

    Les meira

  • Ongin nebbasild, men lodna fingin inni á firðunum

    Magnus Heinason er júst afturkomin av nebbasildakanningum. Líka undir 4 kg av nebbasild varð fingin á teimum 11 tovunum, sum vóru gjørd á túrinum. Meginparturin av hesum var havnebbasild. Ongin…

    Les meira

  • Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur

    Nebbasild er týdningarmikil liður í føðiketuni á føroyska landgrunninum, serstakliga sum føði hjá til dømis toski og lunda. Higartil hava kanningar á Havstovuni einamest snúð seg um havnebbasild, men í…

    Les meira

  • Nebbasildarok

    Í dag gerst alsamt meira vanligt at frætta um týndar fiskastovnar. Millum annað tí gjørdist nebbasildatúrurin, framdur í aprílmánað í ár, so minniligur. Hetta er úr Sjóvarmál 2009, les víðari…

    Les meira