Tíðarrøðir
Á síðuni:
Frá byrjan hevur Havstovan lagt stóran dent á regluligar kanningar av ymiskum fyribrigdum í føroyskum havøki. Tílíkar kanningar eru ein avgjørd fortreyt fyri, at vit kunnu fylgja broytingunum í fiski og havumhvørvi okkara, og at vit kunnu skilja hesar broytingar.
Størstur dentur hevur sjálvandi verið lagdur á broytingarnar í teimum týdningarmestu fiskastovnunum, bæði av botnfiski og uppsjóvarfiski; men fiskurin er bundin at ymsum viðurskiftum í sjónum.
Serligan týdning hevur hitin í sjónum, men eisini saltinnihaldið, tí tað kann siga, hvaðan sjógvurin stavar. Mest avgerandi fyri fiskin er tó helst føðin. Fiskur eins og onnur djór má eta, og í havinum stavar mestsum allur matur í síðsta enda frá teimum elasmáu verunum, sum nevnast plantuæti ella plantuplankton. Plantuæti verður vanliga etið av smáum djórum, sum nevnast djóraæti ella djóraplankton, og tey verða aftur etin av størri djórum, t.d. yngli og fiski. Gróðurin av plantuæti og nøgdirnar av djóraæti eru tí góð mát fyri livilíkindunum í sjónum.
Pulsar í vistskipanini
Við umleið 6-10 ára millumbilum slær eitt slag av pulsi ígjøgnum vistskipanina í havinum kring Føroyar. Her eru dømir um nakrar tíðarrøðir, har pulsarnir síggjast sláa ígjøgnum.
Hiti og salt í Atlantssjógvi
Hiti og salt á Landgrunninum
Gróður á Landgrunninum
Djóraplankton og yngul á innara Landgrunninum
Veiða av fiskastovnum
Samlað veiða av fiskastovnum, sum finnast í føroyskum havøki.
Norðhavssild, makrelur, svartkjaftur og gulllaksur eru felagsstovnar. Vísta veiðan fevnir um veiðu bæði í og uttan fyri føroyskt havøki.
Hini fiskasløgini verða mett sum serføroyskir stovnar. Vísta veiðan er bara úr føroyskum øki.