Fiskaslag | Veiða íalt, kg | Kg/tíma | Nytrur | Magar |
---|---|---|---|---|
TOSKUR | 8.588,2 | 46,2 | 1000 | 117 |
HÝSA | 102.534,4 | 551,3 | 890 | 121 |
UPSI | 16.297,4 | 87,6 | 967 | 91 |
LONGA | 1.622,1 | 8,7 | 340 | 3 |
GULLLAKSUR | 21.555,9 | 115,9 | 503 | |
BROMSA | 640,9 | 3,4 | 193 | 2 |
HVÍTINGSBRÓÐIR | 8.102,5 | 43,3 | 59 | 10 |
SVARTKJAFTUR | 28.688,8 | 154,2 | 51 | |
HAVTASKA | 833,1 | 4,5 | 15 | 2 |
BLÁLONGA | 1.295,0 | 7,0 | 123 | |
KALVI | 159,3 | 0,9 | 1 | |
TUNGA | 1.518,4 | 8,2 | 289 | |
REYÐSPRØKA | 540,9 | 2,9 | 175 | |
SVARTKALVI | 164,4 | 0,9 | 45 | |
MAKRELUR | 2032,1 | 10,9 | 5 |
Summaryvirlitstroling – Landgrunnur
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432
Tíðarskeið: 3-26/8 2024
Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang
Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu, gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd. Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu og upsa.
Yvirlitstrolingarnar vístu eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men tó undir miðal. Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann mesta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna yvir. Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey siðstu árini, ið er nakað undir miðal.
Nøgdin (kg pr. tíma) av ávísum fiskasløgum í yvirlitstrolingunum á føroyska landgrunninum í tíðarskeiðnum 1996-2024.
Eins og í vár vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og hevur hetta ikki verið at sæð í nógv ár á hesum kanningum.
Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.
Veiða, nytrur og magar pr. fiskaslag.
Tilsamans vórðu 186 kanningarstøðir av 200 tiknar. Tær 20 fyrstu kanningarstøðirnar vóru dupulttóv, har munurin millum tvey ymisk sløg av grunnum varð kannaður í mun til nøgd og longdarbýti. Úrslitið var, at 21” grunnurin er best egnaður til yvirlitstrolingarnar. Hann varð tískil nýttur restina av túrinum og verður tað eisini framyvir.
Túrfrágreiðingar
Merking av fiski 2024
02.10.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferði…
Summaryvirlitstroling – Landgrunnur
26.08.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fá…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Lan…
Váryvirlitstroling – Føroyabanki
17.03.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til …
Váryvirlitstroling – Landgrunnur
13.03.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál…
Merking av fiski
10.10.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2348 Tíðarskeið: 7-10/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá…
Yvirlitstroling – djúpt
07.10.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…
Heystyvirlitstroling – Føroyabanki
12.09.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2344 Tíðarskeið: 6/9-12/9 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið ska…
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…
Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
15.11.2024
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…
Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…
Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…
Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
10.04.2024
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…
Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
03.04.2024
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
14.03.2024
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…