{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

Jákup Sverri, túrur nr. 2306 og 2308

Tíðarskeið: 17-26/2 og 4-13/3 2023

Ábyrgd: : Petur Steingrund og Lise H. Ofstad

Endamál:

Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd.

Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi. Sjóvarhitin við botn skuldi eisini skrásetast

Samandráttur

Yvirlitstrolingin á føroyska landgrunninum í vár vísti, at tað var lítið at fáa av toski, brosmu, upsa og kongafiski, meðan tað var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri og svartkjafti. Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild. Tað vóru skásett 45 fiskasløg og 3 sløg av høgguslokki umframt aðrar verur (Talva 1).

Talva 1. Samlað veiða í kg, veiðan í kg per tíma, nytrur og magar fyri tær 91 støðirnar.

FiskanavnSamlað veiða (kg)Kg per tímaNytrurMagar
HÝSA41405.3455.0897247
SVARTKJAFTUR7266.479.915
HVÍTINGSBRÓDIR5983.765.8
GULLLAKSUR4124.945.352638
UPSI3650.240.1912153
TOSKUR3617.639.8705182
S. VIVIPARUS2440.026.8
LONGA2182.124.015027
HVÍTINGUR1878.720.6306
REYDSPRØKA437.14.828677
S. MARINUS344.33.8
TUNGA224.82.5344163
SVARTKALVI187.02.14612
S. MENTELLA162.21.8
KNURRHANI158.61.7
MAKRELUR131.61.4
BROSMA126.81.48016
BLÁLONGA126.01.49320
HAVTASKA113.71.21111
LÝRUR112.31.218
GAMAL FISKUR110.31.2
HAVMÚS97.31.1
BÚKSVARTI HÁVUR84.40.9
LÁLLA60.40.7
SANDSPRØKA (LL)58.00.6
HVASSASPREK54.30.6
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR47.10.5
STREYMSILD45.10.5
SKRAMBUL41.20.5
SILD37.20.4
SKØTA(BATIS)30.00.3
LITLABROSMA25.00.3
ASTERIIDAE22.60.2
ROGNKELSI16.40.2
LOLIGO15.50.2
HALAHVASSA SKØTA13.30.11
GLASKVOYSA8.50.1
HVALSPÝGGJ8.50.1
ECHINIDAE(IGULKER)6.90.1
KJAFTSVARTI HÁVUR6.70.1
PORIFERA5.50.1
AGNHØGGUSLOKKUR4.90.1
TINDASKØTA4.30.0
KALVI3.30.044
ACTINIARIA2.50.0
STEINBÍTUR2.20.0
ELEDONE1.90.0
ØDA(DEYD)1.90.0
HOLOTHUROIDEA1.80.0
ÚLVFISKUR1.60.0
JÁKUPSSKEL1.40.0
KLINGRUSKØTA1.00.0
BIVALVIA1.00.0
GÁGGA0.90.0
SILVURMURTUR0.80.0
KÚPUSKEL(DEYD)0.80.0
TROLREIDSKAPUR0.60.0
GÁGGA(DEYD)0.40.0
ALCYONIUM0.40.0
GLÝSUFISKUR0.30.0
PURPURIGULKER0.30.0
SOLASTERIIDAE0.20.0
PAGURUS BERNHARDUS0.20.0
NEBBASILD0.10.0
BIVALVIA(DEYD)0.10.0
GAGGUKRABBI0.10.0
LODNA0.00.0
HAVNEBBASILD0.00.02
LÍTLA LAKSATOBIS0.00.0
KORKALITT IGULKER0.00.0
TRØLLAKRABBI0.00.0
HYAS COARCTATUS0.00.0
Tilsamans75500.3829.74119957

Um túrin

Vit byrjaðu túrin fríggjakvøldið 17. februar klokkan 21. Tann fyrra túrin lógu vit mest vestanfyri og sunnanfyri, við tað at veðrið var gott. Tann seinna túrin lógu vit eystanfyri og norðanfyri, tí tá var veðrið nakað verri. Vegna tøkniligar trupulleikar vórðu bert 91 av 100 støðum tiknar. Tær 9 støðirnar, sum ikki vórðu tiknar, lógu á Sandoyarbanka og annars spjaddar aðrar staðir. Vit endaðu yvirlitstrolingina 13. mars um kvøldið.

Prøvatøka

Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar (Talva 1) er víst niðanfyri. Búningarstigini til botnfisk (bústig 1-7, talva 4.4.1 í sýnishondbókini) skal brúkast fyri øll fiskasløg, undantikið millum annað gulllaks (bústig 1-7, egin) og havtasku (bústig 1-5, egin). Hvørt hál er ein tími.

Prøvar vórðu tiknir av organum (táknur, eyga, hjarta, livur, og stert) av gulllaksi (Argentina silus) og nebbasild (Ammodytes marinus) til RNA sekvensering. Heilir fiskar vórðu eisini frystir til DNA uppreinsing og populatións analysur. Hetta er í samband við Gen@FarE verkætlanina.

Reiðskapur                  

Stjørnutrol við 40 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250 kg), 60 m breitlar, SIMRADTV80 sensorar á fiskilínuni og lemmunum. Starmon-Oddi temperatur- og dýbdarmátari festur á høvðuslínuni. Ferry boks (ávegis datusavnari), Ekkolod EK80 (18, 38, 120, 200 og 300 kHz) og skips ADCP’ari skal logga allan túrin.

Viðmerkingar

Viðmerkingar (smálutir av ymsum slagi) til túrin eru skrivaðar í imp-útskriftirnar og í fylgiskjal.

Fólk við frá Havstovuni

Túrur 2206: Marit Pedersen, Dan Askham, Gunn Hansen, Tóra W. Reinert (fyrru viku), Rúni Akralíð (seinnu viku) og Petur Steingrund (kanningarleiðari). Túrur 2208: Jens Arni Thomassen, Regin Kristiansen, Rúni Akralíð, Tóra W. Reinert og Lise H. Ofstad (kanningarleiðari). Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu (uttanhýsis, genetikk).

Túrfrágreiðingar

  • Merking av fiski 2024

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá ymsum fiskasløgum í føroyska sjóøkinum. Á ársins […]

    Les meir

  • Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í […]

    Les meir

  • Yngul- og ætikanning

    Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

    Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið. Merkti…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira