{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Reyðæti í Bankarennuni

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2444

Tíðarskeið: 2-9/10 2024

Ábyrgd: Eilif Gaard

Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjógvi. Ein partur av tí reyðætinum, sum er
í Norðurhøvum um veturin, verður fangað í tí djúpa streyminum, sum rekur úr Norskahavinum, suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og víðari norðueftir ígjøgnum Bankarennuna, haðani tað spjaðist vestureftir. Endamálið við túrinum var at kanna:

  • Rák og spjaðing av djúpum køldum sjógvi, sum rekur ígjøgnum Bankarennuna og víðari vestureftir,
  • Nøgdirnar av reyðæti (Calanus finmarchicus), sum um veturin er í hesum sjónum,
  • Hvussu reyðæti er fyri, tá tað rekur norðureftir ígjøgnum Bankarennuna og víðari vestureftir. Miðað verður ímóti at fáa staðfest, um ella hvussu nógv av reyðætinum yvirlivir sína ferð ígjøgnum Bankarennuna og víðari vestureftir um veturin.

Kanningin er partur av  verkætlanini COPS, sum er í granskingarprogramminum MARINAO. Verkætlanin er fíggjað við játtan á donsku fíggjarlógini og Havstovuni.

Kanningar og greiningar av data verða gjørd liðug í vetur. Tey úrslit, sum higartil eru tøk, vísa, at nógv mest var av reyðæti í tí kalda yvirflotssjónum, frá 500 metra dýpi og niðureftir. Men í tronganum og eisini longri norðuri í Bankarennuni verður heldur meira blandað uppeftir í tann heitara sjógvin. Fyribils sær út til, at ein rættiliga stórur partur av hesum reyðætinum var deyður. Hetta bendir á, at reyðætið illa tolir knappligar økingar í hita, meðan tað er í vetrardvala. Kanningar av feittinnihaldinum fara væntandi at svara hesum greiðari.


Túrfrágreiðingar

Viðkomandi tíðindi

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Yngul- og ætikanningar 2023

03.07.2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…