Yvirlitstrolingar eftir makreli
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2630
Tíðarskeið: 2-20/7 2026
Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen
Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðurhøvum. Kanningin er partur av felagskanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Danmark og Noreg. Jákup Sverri kannaði føroyskt øki og nakað inn í altjóða, bretskt, norskt og íslendskt øki.

Makrelur í smáum nøgdum var at fáa í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra (Mynd 1, A). Í miðal vórðu 164 kg av makreli fingin pr. trolstøð, og størsta hálið var norðan fyri Føroyar. Konditiónsfaktorurin hjá makreli var vánaligast eystarlaga í kanningarøkinum, meðan hann var hægri í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum (Mynd 1, B).

Hvat aldursbýti viðvíkur, varð mest fingið av 6 og 7 ára gomlum makreli (Mynd 2). Stórur og gamal makrelur var fyri tað mesta at fáa í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum.

Nakað av sild var at síggja kring Føroyar og serliga eystan fyri Hetland. Eisini var nakað av sild eystan fyri Ísland (Mynd 3, A). Stórur partur av sildini, sum kom í trolið, var ikki norðhavssild, men allarhelst norðsjóvarsild og føroysk ella íslendsk heystgýtandi sild. Av norðhavssildini var mest til av 2021-árganginum, men enn sæst eisini nógv til 2016 árgangin (Mynd 4).


Burtursæð frá føroyska og evropeiska landgrunninum, so var svartkjaftur at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum (Mynd 3, B). Svartkjafturin, sum var fingin vestan fyri Føroyar, var fyri tað mesta heilt ungur, men eystanfyri og norðanfyri var svartkjaftur í øllum aldrum at fáa (Mynd 5).

Túrfrágreiðingar
Yvirlitstrolingar eftir makreli
21.07.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2630 Tíðarskeið: 2-20/7 2026 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, …
Yngul- og ætikanning
10.07.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2628 Tíðarskeið: 17/6-1/7 2026 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
12.05.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2618 (og 2619) Tíðarskeið: 30/4-12/5 2026 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nø…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
08.04.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2610 Tíðarskeið: 25/3-8/4 2026 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
01.10.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2546 Tíðarskeið: 17/9 – 1/10 2025 Ábyrgd: Petur Mikkelsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botn…
Yvirlitstrolingar eftir makreli
24.07.2025
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan Jákup Sverri, túrur nr. 2534 Tíðarskeið: 3-20/7 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen End…
Makrelegg
10.06.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2526 Tíðarskeið: 21/5-2/6 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makrele…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
13.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdi…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
09.04.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
23.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
14.07.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
04.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
05.04.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2412 Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
07.10.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…
Makrelkanning
17.07.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2334 Tíðarskeið: 1-17/7 2023 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjaf…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
16.05.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2320 Tíðarskeið: 4-16/5 2023 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssama…
Svartkjaftur sunnanfyri
05.04.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2312 Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroy…
Viðkomandi tíðindi

Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum
24.06.2026
Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stends…

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
20.05.2026
Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar
05.05.2026
Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
30.09.2025
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
24.07.2025
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast
10.07.2025
Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Makrelgýting við Føroyar kannað
10.06.2025
Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Norðhavssildin flutt 800 km longur norð at gýta
08.05.2025
Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, …

Svartkjaftastovnurin í minking
02.05.2025
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
30.09.2024
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum
29.08.2024
Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Svartkjaftastovnurin væl fyri
16.05.2024
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, br…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
30.04.2024
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…
