Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2428
Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024
Ábyrgd: Eydna í Homrum
Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. Kanningin er partur av felags kanning millum Ísland, Føroyar, Danmark og Noreg, har vit kannaðu føroyskt øki, og økið við Hetland og eystur móti norsku strondini.
Í kanningarøkinum hjá Jákup Sverra stóð tað mesta av makrelinum móti markinum til altjóða øki norðanfyri, og sum vant var sera lítið av makreli í útsynning úr Føroyum. Hetta líkist nakað útbreiðsluni tvey-trý tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri at kanningarøkið í ár er væl øðrvísi við tað, at vit eisini kannaðu økið kring Hetland og eystur í norsku rennu. Mest var fingið av 4 og 5 ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri). Stóri og eldri makrelurin var fyri tað mesta at fáa vestast í kanningarøkinum. Rætta myndin av makrelútbreiðsluni og aldursbýtinum í stovninum fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum skipunum verður greinað saman.
Ekkókanningarnar av sild vístu lítið av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest var at síggja norðast í kanningarøkinum. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var 8 ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum. Við Hetland sást og fekst nógv av aðrari sild enn norðhavssild, meginparturin av hesi sildini var trý til sjey ára gomul, har ongin árgangur heilt skaraði burturúr.
Svartkjaftur var at síggja allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild trý og fýra ára gamal svartkjaftur. Svartkjafturin, sum var gýttur í vár, var fingin sunnan og vestan fyri Føroyar. Vit hava ofta sæð henda unga svartkjaftin sunnanfyri á hesum túrum, men í ár var hann at síggja yvir størri øki enn vanligt.
Kanningarætlanin varð løgd fyrr í ár í samráð við luttakandi londini. Makrelur, sild og svartkjaftur vóru skrásett og kannað sambært forskriftunum í kanningarætlanini. Umframt kanningar av teimum trimum fiskasløgunum vóru eisini æti- og umhvørviskanningar gjørdar.
Afturat regluligu kanningunum vóru tvey onnur lið av granskarum við. Tvey fólk savnaðu umhvørvis-DNA til eina granskingarverkætlan. Eisini vóru fýra fólk við og taldu hval, hetta er liður í stóru hvalateljingini, sum NAMMCO samskipar í ár, tey úrslitini verða tøk seinni í ár.
Mynd 1. Ovast er makrelveiða í hálvan tíma víst. Mest var fingið, tá vit komu norður um Føroyar, men eisini her vóru nøkur hál, har heilt lítið var fingið. Miðalvekt fyri hálini er eisini sett inn, og her sæst, at tess longur norður og vestur vit komu, tess størri var makrelurin.
Í miðjuni eru ekkómátingarnar av sild vístar. Her sæst, at nógv sild var at síggja við Hetland. Síðan sást púrt onki aftur til sild – hvørki á ekkógramminum ella í trolveiðuni – fyrr enn vit komu norður á norðastu kanningarstriku. Sostatt stendur norðhavssildin rættiliga norðaliga í ár.
Niðast síggjast ekkómátingar av svartkjafti. Her sæst, at svartkjaftur var at síggja í stórt sæð øllum kanningarøkinum, uttan heilt inni á føroyska og hetlendska landgrunninum. Stóru bollarnir sunnan og vestan fyri Føroyar eru svartkjafturin, sum er gýttur í vár – tað er óvanligt at vit síggja hann yvir so stórt øki í hesum kanningunum.
Mynd 2. Longdar- og aldursbýti av makreli. Mest var fingið av fýra og fimm ára gomlum makreli, men ongin árgangur skaraði framúr, og eisini var lutfalsliga nógv fingið av gomlum makreli (10 ár og eldri).
Mynd 3. Longdar- og aldursbýti av norðhavssild. Meira enn onnur hvør kannaða norðhavssild var 8 ára gomul – tvs. árgangurin, sum varð gýttur í 2016. (Her eru prøvarnir við Hetland tiknir burturúr.)
Mynd 4. Longdar- og aldursbýti av svartkjafti. Norðanfyri var mest fingið av trý og fýra ára gomlum svartkjafti. Null ára gamli svartkjafturin er gýttur í vár, og var fingin sunnan og vestan fyri Føroyar, hesin er 9-17 cm til longdar í myndini við longdarbýti.
Túrfrágreiðingar
Yngul- og ætikanning
15.08.2024
Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Lan…
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
14.07.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
04.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
05.04.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2412 Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
07.10.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…
Makrelkanning
17.07.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2334 Tíðarskeið: 1-17/7 2023 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjaf…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
16.05.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2320 Tíðarskeið: 4-16/5 2023 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssama…
Svartkjaftur sunnanfyri
05.04.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2312 Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroy…
Viðkomandi tíðindi
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
30.09.2024
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…
Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum
29.08.2024
Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…
Svartkjaftastovnurin væl fyri
16.05.2024
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, br…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
30.04.2024
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024
29.09.2023
Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…
Minni av makreli í Norðurhøvum
24.08.2023
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er…
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
26.07.2023
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í …
Minni til av norðhavssild og svartkjafti
28.06.2023
Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
17.05.2023
Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …
Nógvur svartkjaftur sunnanfyri
13.04.2023
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til …
Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini
27.10.2022
Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…
Jákup Sverri ger makrelkanningar
13.07.2022
Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið n…
Makrelgýting við Føroyar kannað
11.07.2022
Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska land…
Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
10.05.2022
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…
Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri
26.04.2022
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av …
Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai
24.03.2022
Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…
Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin
14.01.2022
Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl …
Sildaarvastrongurin lýstur
03.12.2019
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinu…
Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi
05.09.2017
Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu b…
Lívfrøðiligar kanningar av makrelveiðu
28.03.2017
Tá stovnsmetingar verða gjørdar av t.d. makreli, er ein av høvuðskeldunum veiðitøl frá fiskiskapinum. Tí er umráðandi at fáa sýni av veiðuni til Havst…
Økt makrelgýting í føroyskum havøki
19.09.2016
Tíðliga í summar var Havstovan við í umfatandi kanningum av gýting hjá makreli. Hetta verður gjørt við at telja hvussu nógv rognkorn av makreli eru í …
Kudoa í makreli
19.09.2016
Nakrir makrelar gerast bleytir og ónýtiligir til matna, hóast teir eru snarkøldir umborð. Orsøkin er infektión við Kudoa, sum ger tann størra fiskin b…
Leikluturin hjá makreli
25.09.2015
Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar…
Makrelur gýtir enn í føroyskum øki
29.09.2014
Eins og í 2010 var í 2013 staðfest, at makrelur gýtir í føroyskum øki. Prógvið er at tað verða funnin daggomul rognkorn í økinum, serliga í sunnara pa…
Toskur og makrelur í vistskipanarligum meldri
29.09.2014
Hesi seinastu árini hevur støðan hjá botnfiski, serliga toski og hýsu, verið ring, men fyri uppsjóvarfisk hevur søgan verið tann øvuta. Í almenna kjak…
Fiti í makreli
07.11.2013
Fitiprosentið hjá makreli fleirfaldast, meðan hann gongur á beiti at gøða seg í føroyskum øki um sumrarnar. Hetta vísa kanningar av fiti, sum Havstova…
Felags makrelkanningar – við óvissum
23.08.2012
Føroyar, Ísland og Noreg gjørdu felags makrelkanningar í 2011. Samlaða økið, har makrelur kundi hugsast at vera, var ikki kannað í nóg stóran mun og á…
Makrelinnrás broytir vistskipanina
23.08.2012
Vaksandi nøgdin av makreli við Føroyar og á Landgrunninum seinastu árini hevur helst borið í sær, at vistskipanin er broytt. Serliga ovarlaga í sjónum…
Bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum
01.09.2011
Eftir fleiri góð ár um aldarskiftið, minkaði tilgongdin til svartkjaftastovnin niður í næstan einki; men nú kann vend koma í. Umstøðurnar í veðri og h…
Makrelur gýtir í føroyskum sjógvi
01.09.2010
Kanningarferðin eftir makreleggum, sum Havstovan gjørdi seinast í mai í ár, staðfesti tað, vit høvdu roknað við, at makrelur eisini gýtir í føroyskum …
Kanna streymin inni í svartkjaftatroli
01.09.2008
Sum liður í norðurlendskum granskingarsamstarvi er Fiskirannsóknarstovan farin at kanna streymin inni í flótitroli. Málið er at finna útav, um streymu…
Heitur rokkur gevur nógvan svartkjaft
01.09.2008
Frá 1995 og fleiri ár fram vaks svartkjaftastovnurin sera nógv. hesi somu ár var sjógvurin við rokkin heitur. granskarar síggja ein samanhang, og fyrs…