Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2304
Tíðarskeið: 10-16/2 2023
Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen
Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir teimum seks standardskurðunum. Túrurin er partur av FARMON 2022 verkætlanini.
Samandráttur
Vit tóku 53 CTD støðir eftir standardskurðunum N, E og V, umframt eina CTD støð í Bankarennuni. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi og gróðri (fluorescence). WP2 glúpur (200 µm) var togaður frá 50 m dýpi og upp til vatnskorpuna at máta nøgd og samanseting av djóraæti. Á útvaldum støðum (sum ásett í sýnishondbókni fyri Umhvørvisdeilidina, partur 4.1) vóru vatnprøvar tiknir til analysu av óorganiskum tøðevnum og karbon. Eyka prøvar av óorganiskum tøðevnum vóru tiknir í dýpinum (1300m) á skurði N. Jákup Sverri er útgjørdur við eini sonevndari Ferryboks (Ávegisdátasavnari) – tað er eitt tól, ið áhaldandi mátar eitt nú hita og saltinnihald í vatnskorpuni, meðan siglt verður – og einari ADCP, sum mátar rákið undir skipinum. Hesi bæði tólini savnaðu data inn allan túrin.



Um túrin
Vit fóru út fríggjadagin 10/2 kl. 16. av Hulki. Avgjørt var at sigla eystur á støð N1 á skurði N. Vit byrjaðu skurðin kl. 1930. Veðrið var hampuligt, til vit komu norður á støð N12, Meðan vit tóku støð N13, vaks vindurin, men støðin varð tikin í øllum góðum. So vit valdu at bíða eina løtu á støð N14, til vindurin var nakað minkaður. Kl. 0330 12/2 byrjaðu vit so at taka støð N14, tað gekk væl.
Leiðin gekk so inn á innastu støð á skurði E, har vit byrjaðu at taka støðir 12/2 kl.21. Hesin skurðurin varð tikin allan vegin til Hetlands.
So var siglt vestur í Bankarennuna, har vit komu mánakvøldið 14/2 kl. 18. Vit tóku fyrst eina støð yvir einum streymmátara á NWFB, har vóru eisini prøvar tiknir til titrering, tað er at máta oksygen.
Vit skuldu taka eina støð við Multiglúpinum á støð V5, men tá glúpurin var komin niður á 100 m mistu vit sambandið. Tað vísti seg at ein kaðal, sum data kom upp ígjøgnum, var slitnaður. So vit gjørdu ikki meir við hesa støðina, men sigldu út á Føroyabanka.
Vit tóku so skurð V av Bankanum og inn ímóti Sandoynni.
Vit vóru liðug við skurðin mikudagin 15/2 kl.17.
Vit vóru á Havnini 15/2 kl. 1900.
Prøvatøka
| Prøvatøka/mátingar | Støðir/øki |
| Ávegisdátusavnarin | Mátaði allan túrin |
| CTD støðir (íroknað fluorescence) | 53 støðir (N, E og V skurður) og ein støð í Bankarennuni |
| Tøðsølt (Vanligt) | N04, N05, N13, N14, E10, E11, E12, E13 og V06 |
| ADCP streymmátari | Mátaði allan túrin |
| Salt prøvar | Onnurhvør støð í stabilum sjógvi, umframt 3-4 prøvar um dagin frá Ávegisdátuasavnaranum. |
| CO2 prøvar | N04, N05, N13, N14, E10, E11, E12, E13 og V06 |
| Salt goymsluprøvar | N07 (1300 m og 185 m), V06 (840 m og 200 m) |
| WP2 200 µm (50m) | 35 (N, E og V skurð) |
Reiðskapur
Sea-Bird 911+ CTD, WP2-glúpur, Multiglúpur, útgerð til prøvatøku av djóraæti, tøðsølt, oksygen og CO2.
Viðmerkingar
Veirstýrið mátti stillast javnan, men vit dugdu ikki at síggja nakað mynstur.
CTD-weirurin glapp tvær ferðir úr blokkinum, men fekk ikki skaða av hesum.
Vit mistu ein glúp á skurði N.
Saltprøvarnir og tøðsølt verða analyserað í vár og hinir prøvarnir, tá tíð er til at tess.
Fólk við frá Havstovuni
Regin Kristiansen (kanningarleiðari), Eilif Gaard og Durita Sørensen
Túrfrágreiðingar
-
Fjarðakanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2637 Tíðarskeið: 27/8 2026 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti ímillum firðir og Landgrunnin. Vit tóku 27 CTD-støðir í ávikavist…
-
Standard hydrografi og jarðfrøðiligar kanningar
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2638 Tíðarskeið: 31/8-7/9-2026 Ábyrgd: Karin M. H. Larsen og Hjálmar Hátún Endamál: Tvinni endamál vóru við túrinum: Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt, djóraæti og CO2) kanningunum eftir standardskurðum. Vit…
-
Hydrografi – streymmátarar upp og út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2626 Tíðarskeið: 10-16/6 2026 Ábyrgd: Karin M. H. Larsen og Hjálmar Hátún Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og á Íslandsrygginum, og at bæði leggja streymátarar (ADCP) út…
Viðkomandi tíðindi
-

Framløgur á ráðstevnuni fríggjadagin
Á ráðstevnuni “Vitan til varandi aling”, sum verður á Hotel Hilton fríggjadagin, vera nógvar áhugaverdar framløgur, m.a. tvær frá Havstovuni. Eilif Gaard fer at at greiða frá um reyðæti og…
-

“Running sushi” við kantin á føroyska landgrunninum?
Havstovan tekur í hesum døgum lut í slóðbrótandi tvørfakligu verkætlanini DRIFT, har kannað verður, um føði, ið rekur inn á Landgrunnin úr havdýpinum, er eitt týðandi íkasti til føðigrundarlagið í…
-

Grein um havstreymar kring Føroyar og Havstovuna í amerikonskum miðli
Herfyri vóru tíðindi úr Føroyum at síggja á miðlinum “The Post and Courier” í South Carolina í USA. Talan er um grein, sum í høvuðsheitum snýr seg um djúpu havstreymarnir…
-

Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges Arktiske Universitet) á havrannsóknarferð við Jákup Sverra, Á ferðini…
