
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var eitt tunt vatnskorpulag við nógvum gróðri (plantuæti). Hetta var serliga vestanfyri á Landgrunninum, har lagdeilt var tætt inn móti landi. Prøvar blivu eisini tiknir við glúpi at kanna djóraæti. Nakað av djóraæti var í øllum glúpum, og í fleiri var prøvin myrkagrønur av gróðri.
Á túrinum vóru fýra streymmátaraboyur tiknar upp – tvær í Bankarennuni og tvær norðanfyri. Norðanfyri var eisini ein lítil boya tikin upp. Hetta var ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar uppeftir. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er og hvussu tað broytist. Hetta verður eitt nú brúkt til at rokna, hvussu nógvur Atlantssjógvur fer inn í Norðurhøv.
Á túrinum sást eisini eitt áhugavert fyribrigdi á ekkóloddinum umborð. Tá streymmátararnir, sum liggja mitt í Bankarennuni, blivu tiknir upp, sást ein sonevnd intern alda á markinum millum djúpa yvirflotssjógvin og Atlantssjógvin í ovaru løgunum. Ein partur av hesi aldu er vístur á myndini niðanfyri.

Partur av skíggjamynd frá ekkólodd-telduni tá streymmátararnir í Bankarennuni blivu tiknir upp. Ein sonevnd intern alda, sum tykist bróta, sæst á markinum millum Atlantssjógv og yvirflotssjógv. Atlantssjógvurin hevur nógv ekkó í sær, sum helst stavar frá djóraæti, meðan yvirflotssjógvurin er heilt reinur og sýnist svartur niðast á myndini. Tað reyða niðast er botnurin. Munurin í ekkó frá teimum báðum sløgunum av sjógvi ger, at aldan sæst á hesi myndini.
Streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Fyribils hydrografisk úrslit frá túrinum eru at síggja í túrfrágreiðingini her.
Viðkomandi tíðindi

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…