Standard hydrografi – Streymmátara út
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2436
Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024
Ábyrgd: Hjálmar Hátún
Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja ein streymátara (ADCP) út.
Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar, og at fortøya streymmátara (Acoustic Doppler Current Profiler, ADCP) á norðursíðuni á Íslandsrygginum (partur av verkætlanini UFO, stýrd av WHOI í USA). Túrurin var eisini partur av teimum regluligu hydrografisku kanningunum (hiti, salt, oksygen og tøðsølt) eftir standardskurðum. Hesir standarskurðir vórðu tiknir: Skurður N, K, V, S og E (sí mynd omanfyri).
Sterkur djúpur streymur
Granskarar á Havstovuni hava nýliga funnið ein sterkan djúpan streym av ísakøldum sjógvi, sum streymar suður gjøgnum Hetlandsrennuna, eftir hellingini fram við Hetlandi og Skotlandi. Hesin streymur hevur fingið enska heitið Faroe-Shetland Channel Jet (FSCJ).
FSCJ er høvuðskeldan til sonevnda Yvirflot-sjógvin, sum streymar vestur úr Bankarennuni, og sum er týðandi djúp grein av so-nevnda Havsins Kalda Hjarta (eng. Atlantic Meridional Overturning Circulation, AMOC). Við streymmátaranum undir nýggja rannsóknarskipinum, Jákup Sverra, ber til at fylgja við rákinum í sanntíð (eng. Real time) niður á botn, ella niður á umleið 600 m, har tað er djúpari. Tá vit tóku skurð E (sí mynd omanfyri), sóu vit týðiliga FSCJ (bláur litur í Mynd 2). Hesin liggur undir sterka kantstreyminum, sum flytir nógvan heitan Atlantssjógv fram við Noregi og norður móti Barentshavinum og Pólhavinum (gulur litur í Mynd 2). Hesi sanntíðar streymdata verða nú nýtt til at gera okkara havmátingar enn neyvari.
Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi – Streymmátara út
02.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroya…
Fjarðakanning
27.08.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…
Standard hydrografi – Streymmátarar út
10.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
22.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…
Standard hydrografi
01.11.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingun…
Standard hydrografi
05.09.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…
Fjarðakanning
30.08.2023
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2340 Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sed…
Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út
13.06.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…
Viðkomandi tíðindi
Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …
Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…
Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…
Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
08.07.2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …
Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…