{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Yngul- og ætikanning

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2426

Tíðarskeið: 12-26/6 2024

Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt tíðliga mát fyri árgangsstyrkini hjá toski á Landgrunninum, samstundis sum ábendingar um árgangsstyrkina hjá øðrum fiskasløgum, sum t.d. hýsu, hvítingsbróðri og nebbasild, eisini verða fingnar til vega. Harafturat verður pelagiska vistfrøðin kannað við ymiskum hydrografi- og ætikanningum.

Á Landgrunninum vórðu 89 støðir kannaðar, har 48 teirra eisini vóru hydrografiskar støðir. 1 støð í uttara øki bleiv ikki kannað, orsakað av veðri. Á Føroyabanka vórðu 20 av 20 støðum kannaðar, harav allar eisini vóru hydrografiskar støðir.

Yngulkanningar

Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í mun til undanfarnu tvey árini. Tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1983-2024), eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróðir, men yvir miðal fyri hýsu (Mynd 1). Eisini er miðalstøddin á hesum sløgum eitt vet minni í ár, enn miðalstøddin fyri alt tíðarkeiðið (Talva 1). Kanningarnar í ár byrjaðu eina viku fyrr enn vanligt er og møguliga ávirkar hetta úrslitini fyri nebbasild, sum skal hava eina ávísa stødd fyri at verða fingin í trolið. Stórur munur var millum økir, har størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av Landgrunninum (Mynd 3). Á Føroyabanka var væl minni av toskayngli at fáa í ár, í mun til síðsta ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1991-2024). Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka (Mynd 2). Nógv var fingið av ymiskum geleplanktoni alla staðni á Landgrunninum.

Mynd 1. Miðaltal pr. hál fyri yngul á Landgrunninum frá 1983-2024.

Mynd 2. Miðaltal pr. hál fyri yngul á Føroyabanka frá 1991-2024.

Talva 1. Miðallongd fyri yngul á Landgrunninum í 2023 og langtíðarmiðallongd frá 1983-2023.

Miðallongd, mm20241983-2023
Toskur25.626.9
Hýsa20.923.3
Nebbasild43.647.8
Hvítingsbróður25.726.2

Mynd 3. Kort, sum vísir útbreiðsluna av yngli í juni 2024.

Mynd 4. Miðal hiti og saltinnihald (ókalibrerað) í teimum ovastu 50 metrunum av sjónum, ávikavist á støðunum grynri enn 100 m og djúpari enn 150 m botndýpi, í seinnu helvt av juni 2012-2024.

Gróður og tøðsølt

Væl meira av plantuæti var inni á Landgrunninum enn uttan fyri landgrunsfrontin. Mest var í norðara økinum og minst við Suðuroynna. Mynd 5 vísir fluorescensin (lutfalsligt mát fyri nøgdir av plantuæti) móti botndýpi á støðunum og har sæst, at har botndýpið var grynri enn 100 m, var 2-3 ferðir meira fluorescensur enn uttan fyri umleið 150 metra botndýpi.

Mynd 5. Miðal fluorescensur í ovastu 50 metrunum av sjónum sum funktión av botndýpi á støðunum.

Hinvegin, so var nógv minni av tøðsøltum inni á Landgrunninum enn uttanfyri. Orsøkin er, at tann nógvi gróðurin á Landgrunninum í vár og summar hevur brúkt meginpartin av tøðsøltunum. Minst var av tøðsøltum undir landi í norðurøkinum. Har var silikatið mestsum uppi, meðan nøgdirnar av nitrati lógu um 3-4  µM. Heldur meira var við Suðuroynna og á Munkagrunninum. Har lá nitratið um 5-6 µM.

Á Mynd 6 sæst, at har silikatið er brúkt upp (hetta var á teimum innastu støðunum, undantikið við Suðuroynna), var framvegis nakað eftir av nitrati. Líkt er sostatt til, at manglandi silikat avmarkar vøksturin hjá kiselalgum á meginpartinum av Landgrunninum. Tó er framvegis nóg mikið av nitrati til at aðrar algur enn kiselalgur kunnu grógva nakað afturat. Fosfat avmarkar ikki gróðurin.

Mynd 6. Nitrat-silikat og nitrat-fosfat sambandið á einstøku mátingunum á Landgrunninum á túri 2426.

Fyribils útrokning av tí samlaða gróðrinum á Landgrunninum, frá vári og til 26. juni vísa, at hann í ár er væl yvir miðal. Bert trý ár av seinastu 25 árunum, hevur verið meira gróður (Mynd 7).

Mynd 7. Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni, árini 1990-2024. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini.

Djóraæti

Inni á Landgrunninum var mest av sløgunum Temora og Acartia. Nøgdin av Calanus (reyðæti) var nakað yvir miðal og mest var av teimum stóru búningarstigunum. Annað djóraæti var bert í heilt smáum nøgdum (Mynd 8). Uttan fyri landgrunsfrontin var sum vant nógv mest av Calanus.

Mynd 8. Miðal nøgdir av kopepodum í teimum ovastu 50 metrunum (vinstrumegin) og Calanus (høgrumegin) á einari støð eystan fyri Fugloynna og einari vestan fyri Søltuvík á Sandoynni, 1993-2024.

Miðal biomassi, ávikavist á støðunum inni á Landgrunninum og á djúpu støðunum rundan um Landgrunnin, sæst á Mynd 9. Tað er serliga Calanus, sum ávirkar biomassan. Inni á Landgrunninum tykist biomassin bæði at vera stýrdur av nøgdini av Calanus uttan fyri frontin og øðrum viðurskiftum inni á Landgrunninum.

Mynd 9. Miðal turrvekt av djóraæti í teimum ovastu 50 m á øllum støðum, ávikavist innan fyri 100 m botndýpi og uttan fyri 150 m botndýpi, 1990-2024.

Føroyabanki

Sjóvarhitin í teimum ovastu 50 metrunum innan fyri 200 metra botndýpi á Bankanum var í miðal 9,76 °C (ímóti 8,85 °C á Landgrunninum). Tær djúpu støðirnar høvdu 10,06 °C (ímóti 9,16 °C uttan fyri Landgrunsfrontin).

Minni var av plantuæti inni á Bankanum enn uttan fyri Bankan. Í miðal var fluorescensurin inni á Bankanum 1,0 ímóti 1,7 á teimum djúpu støðunum. Eisini var nógv av tøðsøltum inni á Bankanum. Konsentratiónirnar av nitrat og silikat í teimum ovastu 60 metrunum inni á Bankanum vóru ávikavist 9,4 og 4,6 µM (ímóti ávikavist 6,5 og 1,8 µM á støðunum við meira enn 200 m botndýpi). Sostatt vóru viðurskiftini viðvíkjandi gróðri á Bankanum heilt øðrvísi enn á Landgrunninum.

Biomassin av djóraplankton á Bankanum var tann sami sum á Landgrunninum. Eisini vóru stórt sæð somu sløg. Tó var væl minni av Temora og meira av Evadne (dafnia) á Bankanum enn á Landgrunninum. Á teimum djúpu støðunum uttan fyri Bankan var minni av djóraplankton, enn inni á Bankanum og eisini var minni enn á teimum djúpu støðunum uttan fyri landgrunsfrontin.


Túrfrágreiðingar

Viðkomandi tíðindi

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

28.05.2024

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti

08.02.2024

Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…