Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna svartkalva: Nøgd, longd, vekt, aldur, kyn og kynsbúning. Umframt skulu kanningar eisini gerast av øðrum fiskasløgum (m.a. longu, brosmu og blálongu), sum verða fingin.
Kanningar av svartkalva hava verið gjørdar síðan 1995, har hál á umleið 5-7 tímar verða tikin á føroyska landgrunninum og viðhvørt eisini aðrar staðir á 400-600 m dýpi. Fyribilsúrslit frá árliga svartkalvatúrinum vísa eina miðalveiðu á 73 kg av svartkalva per troltíma (Mynd 1), sum er umleið tað sama sum í 2025. Miðalveiðan fyri árini 1995-2026 er 113 kg av svartkalva um tíman, so veiðan í 2026 var væl undir miðal. Av 4252 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 68% millum 45 og 60 cm langir (Mynd 2). Sum vanligt var mest fingið av rognafiskum (67% av 446 kynjaðum fiskum). Magakanningarnar vístu, at svartkalvin í høvuðsheitum etur svartkjaft.
Gýtandi trantkongafiskur varð fingin á fleiri støðum (Mynd 3). Eisini var gýtandi tindaskøta (Mynd 4) og hvítaskøta skrásett.
Fiskað var vanliga á dýpum millum 400 og 550 metrar, har hitin var millum 0,1 og 8,0°C.
Mynd 1. Kg av svartkalva per troltíma. Miðalveiðan (113 kg) fyri árini 1995-2026 sæst sum ein brotin linja. Túrurin varð av ongum í 2010 vegna brek á rannsóknarskipinum og í 2024 vegna verkfall.
Mynd 2. Longdarbýtið av svartkalvanum. Av 4252 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 68% millum 45 og 60 cm langir.
Mynd 3. Rennandi rogn (við smáum larvurm innií) frá gýtandi trantkongafiski vinstrumegin, og trantkongafiskalarvur gjøgnum mikroskop høgrumegin. Trantkongafiskur gýtir livandi larvur og ikki rogn og sil beinleiðis út í sjógvin, sum t.d. toskur.
Mynd 4. Gýtandi tindaskøta, har egghylki sæst í gotinum, vinstrumegin, og sjálvt egghylkið høgrumegin.
Talva 1. Veiða, nytrur, magar, kruvd vekt, gonaduvekt, livurvekt og tal av støðum pr. fiskaslag á túri 2624. Tilsamans 29 støðir vórðu tiknar.