{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Biologisk oseanografi

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2418

Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023

Ábyrgd: Eilif Gaard

Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfeløgunum á Landgrunninumum um várið, gýting hjá reyðæti og føðiviðurskiftini hjá fiskalarvum

Sjóvarhitin innan fyri landgrunsfrontin lá millum 7,6 og 8,1 °C. Á ytru leiðunum var sjógvurin eitt sindur lýggjari, frá góðum 8°C eystanfyri og norðanfyri og upp í góðar 9°C vestanfyri. Saltinnihaldið hevur hesi seinastu árini verið lágt, men nú er tað hækkað eitt sindur aftur. Innan fyri landgrunsfrontin lá tað millum 35,16 og 35,22 og uttanfyri úr 35,23 eystanfyri og upp í 35,29 vestanfyri. Tað er sostatt komið upp aftur á meira vanligt stig.

Gróðurin á Landgrunninum byrjaði longu seint í apríl, so hann hevði verið í vøkstri í eini 2-3 vikur, tá túrurin var. Sum heild var meira av plantuæti innan fyri landgrunsfrontin enn uttanfyri, og serliga var nógv vestanfyri.Sløgini av plantuæti eru ikki kannað, men tey størstu sløgini (sum komu í plankton-netini) vóru Phaeocystis koloniir og Rhizosolenia styliformis.

Djóraætið innan fyri landgrunfrontin var, sum vanligt er, fyri tað mesta ein blanding av teimum báðum landgrunssløgunum Temora og Acartia , saman við Calanus (reyðæti). Calanus er upprunaliga rikið inn á Landgrunnin uttanífrá, men kann tó eisini nørast og vaksa inni á Landgrunninum. Á ytru leiðunum var sum vant, mest av reyðæti.

Gýtingin hjá reyðæti var í miðal 7,9 egg/hon/samdøgur. Hetta er nakað yvir miðal, men er tó ikki av tí mesta. Tað gýtti minst eystanfyri og mest vestanfyri og undir landi norðanfyri.

Ein góð spjaðing var í støddum og sløgum av djóraæti. Hetta er helst gott fyri fiskalarvur, tí tá kunnu tær finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru. Men hóast føðiviðurskiftini tóktust at vera í lagi, so vóru fiskalarvurnar smáar.

Seinni í ár verða sløgini, nøgdir og eisini magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri og tá sæst, hvat og hvussu nógv tær ymisku larvurnar hava etið.


Túrfrágreiðingar

Viðkomandi tíðindi

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti

08.02.2024

Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Skúm á sjónum

06.07.2023

Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…