Standard hydrografi og jarðfrøðiligar kanningar
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2638
Tíðarskeið: 31/8-7/9-2026
Ábyrgd: Karin M. H. Larsen og Hjálmar Hátún
Endamál: Tvinni endamál vóru við túrinum:
- At fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar
- Sum part av MARiNAO verkætlanini AXIS at nýta akustiska útgerð (multi-beam og seismikk) fyri at lýsa skapi á botni og ‘síggja’ niður í havbotnin eftir standardskurðum. Og við hesi vitan, at taka botnprøvar í støðum, sum kunnu lýsa hvussu djúpir havstreymar eru broyttir seinastu nógvu túsund árini.

Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt, djóraæti og CO2) kanningunum eftir standardskurðum. Vit tóku standardskurðirnar S, E, sum eru í Hetlandsrennuni, og N og R, sum eru norðanfyri Føroyar. Áðrenn túr 2638, vóru tveir standardskurðir vestur av Landgrunninum longu tiknir (Skurðir V og K, vestanfyri).
Kaldi og tungi yvirflotssjógvurin í Hetlandsrennuni
Aðrar jarðfrøðiligar kanningar hava víst, at ein geiri eftir hetlendsku hellingini hevur sera lítið av botnfalli (bláur litur í Mynd 1A). Ein sannlík orsøk er, at sterkur suðurvendur streymur, nær botni, hevur hildið botnin ‘reinan’ í meira einn eina millión ár. Granskarar á Havstovuni staðfestu í 2020 at hesin streymur, nú nevndur Faroe-Shetland Channel Jet (FSCJ), enn er virkin. Á túri 2638 vísti streymmátarin undir skipinum eisini hetta djúpa rák (bláir pílar í Mynd 1B), og seismikkurin gav eisini ábendingar um ‘reinan botn’ í hesum øki (lítið botnfall, ikki víst her). Temperatururin í hesum djúpa ráki var undir -0.60 stig, og so mikið kaldur sjógv varð ikki máldur á Skurði N í ovastu 1300 metrunum. Altso hevur sjógvurin í FSCJ størri evnisvekt enn sjógvurin norðanfyri Landgrunnin (Mynd 1C). Hetta týðir so aftur uppá at ein kelda til FSCJ, og tískil eisini til yvirflotið gjøgnum Bankarennuna, er at finna nærri norsku hellingini. Suðurvenda rákið fram við norsku og hetlendsku hellingi dregur helst at sær heitara og lættara yvirflotsjógvin, sum finst á umleið 800-1300 m dýpi norðanfyri Føroyar. Tað vil siga at bæði keldan við norsku hellingina, og keldan norðanfyri Landgrunnin helst sannlíkt sítt íkast til yvirflotið gjøgnum Bankarennuna

Møguliga sterkir botnstreymar á umleið 880 metra dýpi, norðanfyri
Seismikkurin (TOPAS) gav neyva mynd av tilfari og jarðfrøðiligum lag býti, umleið 30 metrar niður í botnin. Á skurði N sást týðiligt skarð á umleið 880 metra dýpi, og lagbýtt tilfar á djúparu (norðaru) síða av hesum skarði. Hetta gevur ábendingar um sterkan botnstreym yvir nógv túsund, ja kanska milliónir, av árum. Greiningar av botnprøvunum fara helst at geva djúpari innlit í hetta møguliga rák.

Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi og jarðfrøðiligar kanningar
14.09.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2638 Tíðarskeið: 31/8-7/9-2026 Ábyrgd: Karin M. H. Larsen og Hjálmar Hátún Endamál: Tvinni endamál vóru við túr…
Hydrografi – streymmátarar upp og út
01.07.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2626 Tíðarskeið: 10-16/6 2026 Ábyrgd: Karin M. H. Larsen og Hjálmar Hátún Endamál: Endamálið við túrinum var at…
Standard hydrografi
18.02.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2602 Tíðarskeið: 11-18/2 2026 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja vi…
Standard hydrografi
29.10.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2550 Tíðarskeið: 25 – 29/10-2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen og Ian Salter Endamál: Endamálið við túri 25…
Fjarðakanning
30.09.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2540 Tíðarskeið: 2/9 2025 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentk…
Hydrografi – streymmátarar út
11.06.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2528 Tíðarskeið: 4-11/6 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: At leggja fimm streymmmátarar út, har a…
Hydrografi – streymmátarar upp
21.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2524 Tíðarskeið: 14-21/5 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at tak…
Standard hydrografi – Streymmátara út
02.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroya…
Fjarðakanning
27.08.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…
Standard hydrografi – Streymmátarar út
10.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
22.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…
Standard hydrografi
01.11.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingun…
Standard hydrografi
05.09.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…
Fjarðakanning
30.08.2023
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2340 Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sed…
Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út
13.06.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
23.05.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2322 Tíðarskeið: 17-23/5 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp o…
Standard hydrografi
16.02.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2304 Tíðarskeið: 10-16/2 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í…
Viðkomandi tíðindi
Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
12.10.2026
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges …
Djúpa rákið á Íslandsrygginum er nú kortlagt
01.09.2026
Síðani 2020 hevur Havstovan í fleiri umførum lagt streymmátarar út miðskeiðis á Íslandsrygginum við tí endamáli at kortleggja tað djúpa rákið tvørtur …
Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
18.03.2026
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir d…
Landgrunnurin met heitur í 2025
27.01.2026
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met…
Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
27.10.2025
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta k…
Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
07.10.2025
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør o…
Heitt vár á Landgrunninum
18.06.2025
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…
Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni
17.06.2025
Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tikn…
Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
01.05.2025
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…
Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…
Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …
Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…
Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…
Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
08.07.2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …
Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…
Tveir djúpir havstreymar undan kavi
10.05.2022
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á…