Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna svartkalva: Nøgd, longd, vekt, aldur, kyn og kynsbúning. Umframt skulu kanningar eisini gerast av øðrum fiskasløgum (m.a. longu, brosmu og blálongu), sum verða fingin.
Samandráttur
Fyribilsúrslit frá árliga svartkalvatúrinum gav í miðal 95 kg svartkalva per troltíma (Mynd 1). Í miðal fyri árini 1995-2022 vóru fiskað 117 kg av svartkalva um tíman, so í 2023 var veiðan eitt vet undir miðal. 12 av 15 støðum vórðu góðkendar. Av 1943 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 73% millum 45 og 60 cm langir (Mynd 2). 260 svartkalvanytrur vórðu tiknar. Veiðan, tal av nytrum, magar v.m. sæst í Talvu 1. Haraftran vórdu 20 prøvar til genetikk tiknir av halahvøssu skøtu til Havrannsóknarstovnin í Noregi.
Talva 1. Veiða, nytrur og tal av støðum pr. fiskaslag.
Fiskaslag
Kg í alt
Nytrur
Tal av støðum
SVARTKALVI
6677.811
260
11
TRANTKONGAFISKUR
1743.175
12
STÓRI KONGAFISKUR
1431.594
10
UPSI
301.780
11
6
TINDASKØTA
271.803
10
HALAHVASSA SKØTA
265.905
7
SVARTKJAFTUR
239.497
12
GULLLAKSUR
164.153
9
LÍTLI KONGAFISKUR
148.404
6
BLÁLONGA
142.335
31
9
BLÁGÓMA
108.160
6
HAVTASKA
84.980
3
3
HVÍTASKØTA
72.448
4
BROSMA
55.950
24
9
ÍSHAVSSKØTA
50.781
1
LÁLLA
34.688
8
SKØTA (D.BATIS)
32.400
2
TOSKUR
27.425
2
5
KLINGRUSKØTA
24.051
7
LONGA
22.310
2
4
HVASSASPREK
11.114
7
ÚLVFISKUR
10.435
2
LIRI
7.470
1
SILD
4.962
2
HAVMÚS
2.330
1
LÍTLABROSMA
2.055
1
MJÁI PRIKKAFISKUR
0.585
3
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR
0.333
1
LAKSATOBIS
0.089
2
LODNA
0.034
2
ÍSHAVSSÚGFISKUR
0.032
1
YMISKT(ostur, skrambul v.m)
66.485
TILSAMANS
12005.574
333
12
Um túrin
Fóru av Havnini kl. 22:15, 1. juni 2023. Tóku tvey hál á umleið 100 m dýpi eftir hvítingsbróður (turur 2325). Sigldu so í ein norðan, har botndýpið var umleið 400 metrar og tovaðu suðureftir á dýpi millum 400 og 500 m. Komu á Havnina kl. 7:00 tann 7. juni og landaðu. Veðrið var gott allan túrin.
Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og Sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu og nytrur (Talva 1) er víst omanfyri. Harumframt vóru av svartkalvi 29 magar kannaðir og 26 kruvdir svartkalvar og 28 gonadur og livrar vigað. Búningarstigini til botnfisk (bústig 1-7, talva 4.4.1 í Sýnishondbókini) vóru brúkt fyri øll fiskasløg, undantikið gulllaks (bústig 1-7, egin), kongafisk (bústig 1-4, talva 4.4.3) og havtasku (bústig 1-5, egin).
Reiðskapur
Stjørnutrol við 135 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250kg). 60/120 m breitlar. Starmon-Oddi temperatur- og dýbdarmátari festur á høvðuslínuni.
Viðmerkingar
Viðmerkingar (smálutir av ymsum slagi) til túrin eru skrivaðar í útskriftirnar.
Fólk við frá Havstovuni
Marit Pedersen (kanningarleiðari) og Guðrún B. Bech.
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. […]
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfeløgunum á Landgrunninumum um várið, gýting hjá reyðæti og føðiviðurskiftini […]
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og […]
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…