{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Váryvirlitstroling – Føroyabanki

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2410

Tíðarskeið: 13-17/3 2024

Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Harumframt at taka hydrografistøðir og fáa sjógvsýni til e-DNA verkætlan hjá Havstovuni.

Hetta var triði túrurin á váryvirlitstrolingunum í ár og var túrurin á Føroyabanka. Í hálunum vóru skásett 21 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki umframt aðrar verur. Mest var fingið av hýsu (sí mynd 1, talvu 1), men vert er at hava í huga, at nøgdin kann vera nakað yvirmett, tá samanborið er við onnur ár, av tí, at støðirnar, sum vóru tiknar í ár, vóru fyri tað mesta á grunnum vatni. Væl var eisini fingið av toski (sí mynd 1, talvu 1), tó er sama óvissa galdandi sum fyri hýsu. Toskurin var nakað rak, men magakanningarnar vístu, at nógv er til av nebbasild, sum var høvuðsføðin hjá toski.

Mynd 1. Veiða (kg pr. tíma) fyri tosk og hýsu í yvirlitstrolingunum á Føroyabanka á vári frá 1994-2024.

Talva 1. Samlað veiða í kg, veiðan í kg per tíma, nytrur og magar fyri tær 13 støðirnar

SlagSamlað veiða (kg)Kg pr. tímaí mun til 2023NytrurMagar
Hýsa18119.441393.800.4729027
Toskur4096.06315.08-0.3323723
Gulllaksur732.2956.330.3915
Svartkjaftur317.8724.45-0.24
Upsi187.3914.41-0.203413
Hvítingsbróðir94.857.30
Lítlabrosma74.355.72
Reyði knurrhani69.025.31
Mathøgguslokkur67.685.21
Skøta (R.Batis)35.022.69
Lítli kongafiskur30.902.38
Longa28.482.1931
Havmús26.902.07
Knurrhani24.601.89
Havtaska14.161.0911
Naglaskøta11.060.85
Hvítingur8.370.64
Brosma3.990.31
Grønakrutt2.380.18
Igulker0.540.04
Nebbasild0.540.04
Agnhøgguslokkur0.450.03
Tunga0.400.03

Túrfrágreiðingar

Merking av fiski 2024

02.10.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferði…

Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

26.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fá…

Yngul- og ætikanning

26.06.2024

Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Lan…

Váryvirlitstroling – Føroyabanki

17.03.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til …

Váryvirlitstroling – Landgrunnur

13.03.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál…

Merking av fiski

10.10.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2348 Tíðarskeið: 7-10/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá…

Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

12.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2344 Tíðarskeið: 6/9-12/9 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið ska…

Heystyvirlitstroling – Landgrunnur

28.08.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2336 og 2338 Tíðarskeið: 05-16/08 2023 og 16-28/8 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið v…

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…