{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Standard hydrografi – Streymmátarar út

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2424

Tíðarskeið: 7-10/6 2024

Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen

Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja streymátarar (ADCP) út.

Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar, og at fortøya streymmátarar (Acoustic Doppler Current Profiler, ADCP) í Bankarennuni, í kjarnuni á Føroyastreyminum norðan fyri Landgrunnin og miðskeiðis á Íslandsrygginum. Túrurin var eisini partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen og tøðsølt) kanningunum eftir standardskurðum. Tó var bert ein standarskurður (Skurður K, vestanfyri) tikin hesaferð. Hartil var ein skurður tvørtur um Íslandsryggin (DS1) eisini tikin. Ein vitjandi Post Doc-næmingur, Narissa Bax, tók botnprøvar við hapsi og glúpi á útvaldum støðum.

Skurður K

Skurður K, sum gongur frá Skopunarfirði og vestur í Bankarennuna, vísti, at sjógvurin á Ytra Landgrunni var betri blandaður (loddrætt) enn vanligt er í juni (Mynd 1). Hetta sást við, at lítil munur var á hita og saltinnihaldi í vatnskorpuni og niðri við botn. Kalda veðrið higartil í juni er helst orsøkin til hetta. Vantandi lagbýti ger, at lítið av gróðri (algum) var úti á Ytra Landgrunni og í Bankarennuni, meðan væl meiri gróður var á Innara Landgrunni (innan fyri støð 5). Nógvi gróðurin á Innara Landgrunni økti væl um innihaldið av oksygeni har.

Mynd 1. Úrslit frá skurði K. Støð 1 er í Skopunarfirði og støð 11 er í kantinum á Bankarennuni (ovast tv. hiti, ovast th. saltinnihald, niðast tv. oksygen og niðast th. fluoresensur, sum er eitt mát fyri plantugróður).

Prøvatøka

Talva 1. Mátingar og prøvar, sum blivu tiknir á túrinum.

Prøvatøka / DataYvirlit
Ávegis dátusavnari (Ferrybox)                 Vatnskorpa 7/6 til 10/6
CTD støðir21 støðir (11 standardstøðir á skurði K, 8 støðir á skurði DS1 + eyka støð við ADCP rammuna á Rygginum og við Ryggin, eftir norðaru rond á Landgrunninum)
Tøðsølt og ætiÁ Skurði K
Salt prøvarÁ flestu CTD støðum í stabilum sjógvi
Streymmátari (ADCP)Eftir allari siglirásini
Ekkolodd (EK80)Tað mesta av siglirásini
Neyvt skap á botninum Multi-Beam (EM 712)Á parti av Rygginum, har leitað varð eiftir ADCP boyu
Botnprøvar við grabba og hapsiÁ útvaldum støðum

Túrfrágreiðingar

Standard hydrografi – Streymmátara út

02.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroya…

Fjarðakanning

27.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…

Standard hydrografi – Streymmátarar út

10.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

22.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…

Standard hydrografi

01.11.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingun…

Standard hydrografi

05.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…

Fjarðakanning

30.08.2023

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2340 Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sed…

Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út

13.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…

Viðkomandi tíðindi

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

30.08.2024

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

08.07.2024

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

15.02.2024

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

17.08.2023

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum

29.06.2023

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur

23.11.2020

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurh…