Yngul og Æti
Jákup Sverri, túrur nr. 2330
Tíðarskeið: 15-29/6 2023
Ábyrgd: Hannipoula Olsen
Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka og fáa eitt mát tíðliga í lívinum fyri árgangsstyrkina hjá toski og øðrum fiskasløgum í 2023 í mun til onnur ár. Harafturat verður pelagiska vistfrøðin kannað við ymiskum hydrografi- og ætikanningum.
Kanningar og úrslit
Á hesum túrinum vóru trý sløg av kanningum gjørdar: yngulkanningar við troli, ætikanningar við WP2-glúpi og sjógvkanningar við CTD, umframt nakrar fáar kanningar av ljóðferð. Fleiri av hesum kanningum vóru vanliga gjørdar á somu støð. Á Landgrunninum vóru 145 støðir kannaðar, harav vóru 86 trolstøðir, 47 CTD- og WP2-glúpstøðir og 12 SVP ljóðferðmátingar. 4 trol og CTD-støðir í uttara øki vóru ikki kannaðar. Á Føroyabanka vóru 17 av 20 støðum við troli, glúpi og CTD kannaðar.
Yngulkanningar
Nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir miðal í mun til onnur ár hóast hetta var ymiskt fyri tey ymsu fiskasløgini. Nøgdin av toskayngli var yvir miðal, fyri hýsu tað størsta talið nakrantíð, fyri nebbasild um miðal og fyri hvítingsbróður undir miðal (Mynd 1). Støddin á ynglinum var áleið tann sama sum í fjør, tó undir miðal fyri øll fiskasløgini, tá hugt var at øllum tíðarskeiðnum frá 1983 til 2021 (Talva 1).
Nøgdin av fiskayngli á Føroyabanka er vanliga nógv minni enn á Landgrunninum. Nøgdin av toskayngli var av teimum størstu í mun til onnur ár, meðan nøgdin av hýsuyngli og nebbasildayngli var undir miðal (Mynd 2). Støddin á ynglinum var undir miðal fyri bæði tosk, hýsu og nebbasild (Talva 1). Yngul av makeli, gestfiski og haválli vóru fyri fyrstu ferð skrásett í ár.
Mynd 1: Tal av yngli frá toski, hýsu, hvítingsbróður og nebbarsild pr. hál á Landgrunninum árini 1983-2023 (til vinstru) og á Føroyabanka árini 1991-2023 (til høgru). Árini 2009, 2011 og 2013 vóru ongar yngulkanningar gjørdar á Føroyabanka, og taltilfar um hvítingsbróður áðrenn 2018 er ikki tøkt.
Talva 1: Miðallongdir av yngli á Landgrunninum og á Føroyabanka í 2023 í mun til í 2022 og í miðal fyri árini 1983 – 2021.
Havfrøði
Landgrunssjógvurin hevur sum heild eitt sindur minni av salti í sær enn sjógvurin uttan fyri Landgrunnin. Á Mynd 2 sæst, at tann feskasti sjógvurin var norðafyri og eystanfyri á Landgrunninum og at sjógvurin vestanfyri var eitt sindur saltari. Hesi seinastu árini hevur saltinnihaldið við Føroyar verið rættiliga lágt, men nú er tað hækkað nakað aftur (Mynd 3). Hesi sveiggini tykjast at hava samband við skiftandi íbland av sjógvi, sum ávikavist er komin vestaneftir og sunnaneftir. Sjógvurin vestanfyri (í Irmingerhavinum) hevur eitt sindur lægri saltinnihald enn sjógvurin longri suðuri og saltinnihaldið kann tí geva upplýsingar um, hvaðani sjógvurin kemur. Líkt er til, at í tíðarskeiðunum við feskari sjógvi var størri íbland av sjógvi vestanífrá og at vit nú aftur fáa størri íbland av sjógvi sunnanífrá. Samstundis er sjógvurin hitnaður nakað (Mynd 2).
Á Føroyabanka var sjógvurin ikki eins væl blandaður frá vatnsskorpu til botn sum á Landgrunninum. Hann var skilliga lagdeildur við einum lýggjari lagi í teimum ovastu 20-30 metrunum.
Mynd 2. Miðal saltinnihald (ókalibrerað) í ovastu 50 metrunum.
Mynd 3: Miðal saltinnihald (ókalibrerað) og miðal hiti í teimum ovastu 50 metrunum av sjónum, ávikavist á støðunum grynri enn 100 m og djúpari enn 150 m botndýpi, í seinnu helvt av juni, árini 2012-2023.
Tøðsølt og gróður
Nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum vóru um miðal í mun til onnur ár. Mest var norðanfyri og í landnyrðingspartinum. Nøgdirnar av tøðsøltunum nitrat og fosfat innan fyri landgrunsfrontin vóru oftast um ávikavist 5-6 µM og 0,4-0,6 µM. Sostatt var nóg mikið av hesum báðum tøðsøltunum til framhaldandi gróður. Men tøðsaltið silikat, sum kiselalgur brúka, var næstan brúkt upp í gróðrinum. Einans í djúpum sjógvi uttan fyri landgrunsfrontin var nógv av silikati. Sannlíkt er tí, at at hesar algurnar nú eru við at fáa trupulleikar við framhaldandi vøkstri á Landgrunninum. Aðrar algur, sum ikki brúka silikat, kunnu tó framvegis vaksa. Mynd 4 vísir nøgdirnar av nitrat og silikat í sama sjógvi. Nøgdirnar fylgdust at, men silikatið minkaði væl skjótari enn nitratið. Tey fáu støðini, har lítið var av nitrati, vóru øll í erva á ytri leiðum. Samlaði gróðurin av plantuæti á Landgrunninum hiðartil í ár var beint yvir miðal (Mynd 5). Plantuætið er føði hjá m.a. djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Gróðurin er sostatt føðigrundarlag undir allari vistskipanini. Í tí ovara lagnum á Føroyabanka var sera lítið av tøðsøltum, meðan væl meira var í tí niðara lagnum. Samstundis vóru størstu nøgdirnar av plantuæti í markinum millum bæði sjógvløgini. Sum heild var nógv plantuæti á hesum dýpinum.
Mynd 4: Nitrat- og silikatnøgdir frá somu sjógvkanningum á Landgrunninum og stutt uttan fyri landgrunsfrontin.
Mynd 5: Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni árini 1990-2023. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini.
Djóraæti
Sum heild var lítið av djóraæti inni á Landgrunninum. Meira var í syðra parti og enn norðanfyri. Samstundis var mest av yngli norðanfyri og sannlíkt er, at yngulin hevur etið so mikið av djórætinum har, at nøgdin er minkað. Vit plaga at síggja eitt øvugt samband ímillum nøgdir av æti og yngli hesa árstíðina.
Sløgini inni á Landgrunninum vóru mest landgrunssløgini Temora og Acartia umframt nakað av reyðæti. Hetta seinasta slagið heldur upprunaliga til úti á víðum havi, men nakað rekur inn á Landgrunnin um várið og summarið, har tað bæði kann gýta og vaksa. Vestanfyri og sunnanfyri var reyðæti í øllum støddum, men norðanfyri var mest smátt (ungt) reyðæti. Frá kanningum frammanundan vita vit, at hesa árstíðina tekur fiskayngul sær tað stóra reyðætið fram um aðra føði og tað er helst orsøkin til, at so lítið av stórum reyðæti var á norðaru leiðunum. Mynd 6 vísir miðalnøgdirnar av kopepodum, sum er høvuðsbólkurin av djóraæti á tveimum støðum á Landgrunninum og eisini sæst samanbering við onnur ár.
Nakað var eisini av larvum frá botnkrabbum á Landgrunninum. Krabbalarvur eru nakað størri enn kopepodarnir, sum eru vístir á Mynd 6 og eru góð føði hjá fiskayngli, tá hann er blivin nóg stórur til, at hann klárar at taka tær.Á Føroyabanka var sera lítið av djóraæti. Nógv tað mesta var landgrunsslagið Acartia. Sera lítið var av reyðæti, hóast væl er til av tí uttan fyri Bankan. Trúligt er tí, at fiskayngulin hevur etið reyðætið niður inni á Bankanum.
Mynd 6: Miðal nøgdir av djóraæti (kopepodar) í teimum ovastu 50 metrunum á einari støð eystur úr Fugloynni og á einari støð vestur úr Søltuvík á Sandoynni, árini 1992-2023.
Um túrin
Vit fóru av Havnini kl. 22 hóskvøldið 16/6 og settu kós út á Nólsoyarbanka at byrja morgunin eftir. Um vikuskiftið vóru støðirnar sunnanfyri avgreiddar og mánadagin fóru vit yvirum Sandoynna og tóku støðir norðureftir. Seinnapartin løgdu vit eitt legg inn á Havnina at skifta fólk. Týsmorgunin hildu vit áfram eystanfyri og avgreiddu støðirnar í nánd av Fugloynni. Mikudagin noyddust vit inn á Fuglafjørð við tekniskum trupuleikum. Seinnapartin hósdagin hildu yngulkanningarnar fram og fríggjakvøldið var aftur farið inn at skifta fólk, hesuferð inn á Sørvág. Sunnukvøldið var seinasta støðin á Landgrunninum tikin. Leiðin gekk síðani út á Føroyabanka, har veðrið ávirkaði eitt sindur og tríggjar støðir vórðu ikki tiknar. Jákup Sverri var aftur á Havnini mikukvøldið 28/6 kl. 18.
Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og sýnishondbókini. Ynguldata er rættlisið og rættað umborð og klárt at koyra í databasu.
Reiðskapur
Yngul: Yngultrol (lodnutrol) við 5 mm meskavídd í posanum, tilhoyrandi lemmar og breitlar. Marport troleyga.Æti: Seabird CTD við rosettu, WP-2 glúpur.
Viðmerkingar
Tvey starvsfólk frá umhvørvisstovuni vóru við á túrinum og gjørdu botnkanningar við multibeam.
Fólk við frá Havstovuni
Hannipoula Olsen (kanningarleiðari)
Eilif Gaard, Durita Sørensen, Beinta P. Debes/Regin A. Jensen.
Túrfrágreiðingar
Yngul- og ætikanning
Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt […]
Biologisk oseanografi
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfeløgunum á Landgrunninumum um várið, gýting hjá reyðæti og føðiviðurskiftini […]
Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring […]
Viðkomandi tíðindi
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…
Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður…