{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2420

Tíðarskeið: 15-22/5 2024

Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen

Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum.

Á túrinum skuldu fýra streymmátaraboyur takast upp; tvær boyur í Bankarennuni og tvær norðanfyri. Eisini skuldi ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), sum lá á eini standardstøð norðanfyri, takast upp. Hesar komu allar upp og vórðu tiknar innanborða í øllum góðum. Seks hydrografi skurðir blivu tiknir á túrinum: Skurður J norðanfyri; skurður R av Rygginum og inn móti Mykinesi; skurður V millum Sandoy og Bankan; skurður K frá kantinum í Bankarennuni og inn móti Koltri; skurður E av Høgnaboða og móti Hetlandi og skurður S miðskeiðis úr Hetlandsrennuni og inn á Munkagrunnin. Tiknar vóru tilsaman 72 CTD støðir á túrinum. Glúpur og prøvar til at kanna salt, tøðevnir, CO2 og plantuæti blivu tikin á standardskurðunum sambært sýnishondbókni. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi, oksygen og gróðri (fluorescence). Á øllum túrinum varð mátað ávegis við streymmátaranum á kjølinum (SADCP), eins og Ávegis dátusavnarin mátaði hita og saltinnihald í vatnskorpuni allan túrin.

Fyribils úrslit frá hydrografi skurðunum vísa, at nógvur gróður var so at siga alla staðni. Útiá var sjógvurin nógvastaðni lagdeildur við einum 20-30 metra vatnskorpulagi. Í hesum lagi var á nøkrum støðum sera nógvur gróður. Á skurði K, sum gongur gjøgnum gróðrarríkasta økið á Landgrunninum, var sjógvurin lagdeildur heilt inn móti landi. Einans tvær tær innastu støðirnar vóru ikki lagdeildar. Á hesum báðum støðunum vístu mátingarnar frá CTDini ikki so nógvan gróður, men í glúpunum, sum vóru tiknir á hesum støðunum, var at síggja til nógvur gróður. Hesar báðar støðirnar eru ávikavist vestan fyri Koltur og norðast í Skopunarfirði og kunnu samanberast við gróðurin, ið verður mátaður í Skopun.

Frá glúpinum, sum bleiv tikin á støðini beint vestan fyri Koltur. Myrkagrøni liturin bendir á nógvan gróður.

Mynd 1. Fyribils úrslit frá skurði J frá Landgrunninum (støð nr. 8 vinstrumegin á myndunum) og norðureftir (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Eysturíslandssjógvur sæst niðri við botn á støð 3 og 4 – hetta sæst við lága saltinnihaldinum á 400-550 metra dýpi (myrkablátt á mittastu mynd). Hesin sjógvur er nýliga sokkin og hevur tískil nógv oksygen í sær (reytt á myndini th.).

Mynd 2. Fyribils úrslit frá standardskurði R. Støð 1 er á Rygginum og støð 8 er vestanfyri Mykines (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Saltinnihaldið vísir eina kjarnu av Atlantssjógvi (myrka reytt) á veg inn í Norskahavið og í dýpinum sæst nakað av køldum yvirflotssjógvi.

Mynd 3. Fyribils úrslit frá standardskurði V. Støð 1 er vestan fyri Sandoy og støð 15 er á Bankanum (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Saltinnihaldið bendir á, at í ovaru løgunum fyllir Atlantssjógvur meginpartin av Bankarennuni, inn á Bankan og eisini væl inn á Landgrunnskantin. Hetta sæst eisini í tí heldur lága oksygeninnihaldinum (myrkablátt á myndini th.).

Mynd 4. Partur av skíggjamynd frá ekkólodd-telduni tá streymmátararnir í Bankarennuni blivu tiknir upp. Ein sonevnd intern alda, sum tykist bróta, sæst á hvassa markinum millum Atlantssjógv og yvirflotssjógv. Atlantssjógvurin hevur nógv ekkó í sær, sum helst stavar frá djóraæti, meðan yvirflotssjógvurin er heilt reinur og sýnist svartur niðast á myndini. Tað reyða niðast er botnurin, sum er 850m, har NWFC boyan liggur. Munurin í ekkó frá teimum báðu sløgunum av sjógvi ger, at aldan sæst á hesi myndini.

Mynd 5. Fyribils úrslit frá skurði K. Støð 1 er í kantinum á Bankarennuni og støð 11 er í Skopunarfirði (ovast tv. hiti, ovast th. saltinnihald, niðast tv. Oksygen og niðast th. fluorescence, sum er eitt mát fyri plantugróður). Hitin vísir, at sjógvurin inni á er lagdeildur við heitum sjógvi í erva og køldum í neðra (myrka blátt). Tað sermerkta er, at saltinnihaldið í hesi lagdeiling er býtt sundur í Atlantssjógv í ytra partinum (reytt í erva á støð 3-5) og feskum landgrunnssjógvi í innara partinum (blátt í erva á støð 6-9). Á støð 6, ið er áraka aldumátaran hjá Landsverk, var serliga nógvur gróður at síggja og hetta sæst eisini aftur í høgu oksygennøgdunum har.

Mynd 6. Fyribils úrslit frá standardskurði E, har støð 1 er á Høgnaboða og støð 19 er á Hetlendska langrunninum (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Í saltinnihaldinum sæst, at nógvur Eysturíslandssjógvur er á 400-600 metra dýpi (myrka blátt á mittastu mynd). Í erva á 10-30 metra dýpi var tunn lagdeiling nærum á øllum støðum, har nógvur gróður sást niðast í lagdeilingini. Hetta sæst aftur í høgum oksygen innihaldi á nøkrum støðum bæði Føroya megin og Hetlandsmegin.

Mynd 7. Fyribils úrslit frá standardskurði S, har støð 1 er miðskeiðis í Hetlandsrennuni og støð 10 á Munkagrunninum (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen).


Túrfrágreiðingar

Standard hydrografi – Streymmátara út

02.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroya…

Fjarðakanning

27.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…

Standard hydrografi – Streymmátarar út

10.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

22.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…

Standard hydrografi

01.11.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingun…

Standard hydrografi

05.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…

Fjarðakanning

30.08.2023

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2340 Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sed…

Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út

13.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…

Viðkomandi tíðindi

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

30.08.2024

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

08.07.2024

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

15.02.2024

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

17.08.2023

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum

29.06.2023

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur

23.11.2020

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurh…