{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum og eru tí roknaðir sum sokallaðir felagsstovnar.

ICES mælir til, at veiðan av gulllaksi í 2025 kann vera í mesta lagi 18.966 tons í ICES øki 27.5b6a, sum er í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Hetta er ein øking á 7% í mun til tilmælið fyri 2024. Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan. Ongin millumlanda avtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni.

Fyri aðrar felagsstovnar mælir ICES til, at veiðan fyri brosmu lækkar 11% í mun til tilmælið fyri 2024 og fyri blálongu hækkar tilmælið 2%. Tilmælið fyri svartkalva lækkar 9%, meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 14%.

ICES mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2025. Tilgongdin seinastu árini hevur verið óvanliga lítil og gýtingarstovnurin er tí farin undir niðasta vandamark (Blim), sum er 9.340 tons. Veiðustýstið er framvegis høgt. Hetta er tí ein álvarsom støða fyri longuna undir Føroyum.

Nýggju tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Hannipoula Olsen

Tilfeingi

Fiskifrøðingur

hannipo@hav.fo

Vangi í PURE / Greinar / CV

Helga Bára Mohr Vang

Varaleiðari – Tilfeingi

Fiskifrøðingur

helgab@hav.fo / +298 79 39 16

Vangi í PURE

Petur Steingrund

Tilfeingi

Fiskifrøðingur, Dr. Philos

peturs@hav.fo / +298 26 68 00

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi fiskasløg

Viðkomandi tíðindi

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár

22.06.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sj…

Um miðal av svartkalva í ár

22.06.2022

Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022. Fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma (sí mynd niðanfyr…

Samanbering av lívfrøði hjá longu og brosmu

19.09.2016

Longa trívist betri í grynri og heitari sjógvi enn brosma. Longa veksur eisini skjótari, blívur longri og búnast fyrr. Longa er ikki djúpvatnsfiskur, …

Svartkalvi – millum heitt og kalt

23.08.2012

Kanningar við fiskamerkjum, sum skráseta hita og dýpi, benda á, at svartkalvin hevur sína farleið í blandingssjógvi millum tann kaldara arktiska sjógv…

Ein lítil søga um eina stóra longu

01.09.2010

Á yvirlitstrolingini á vári 2009 fekk Magnus Heinason tann 20. mars eina serliga stóra longu. Hon var 172 cm long og vigaði 40,4 kg ókruvd. Allur innv…