{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Orðalisti

Orð og hugtøk innan havfrøði, havlívfrøði, fiskifrøði og annað, lýst í stuttum.

ACME

Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi. Á enskum: Advisory Committee on Fishery Management.

ACOM

Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi. Á enskum: Advisory Committee.

ADCP

Stytting fyri Acoustic Doppler Current Profiler. ADCP er ein streymmátari, sum mátar streymferð í sjónum við hjálp av ljóði og sonevndu Doppler effektini.

Aldursbýti

Aldursbýti í stovni ella veiðu er, hvussu nógvir fiskar av teimum ymsu aldrunum eru í ávikavist stovni ella veiðu.

Algur

Plantur í sjógvi og feskum vatni.

Altjóða Havrannsóknarráðið (ICES)

Altjóða felagsskapur, stovnaður í 1902, við høvuðssæti í Keypmannahavn. Hevur til endamáls at skunda undir, menna og samskipa havrannsóknir, at almannakunngera úrslitini av hesum arbeiði og at veita vísindaliga ráðgeving viðvíkjandi viðurskiftum í havinum. Uppi í hesum eru fiskifrøði, fiskiskapur, havfrøði, havlívfrøði, dálking o.a. Í løtuni eru 20 limalond í Altjóða Havrannsóknarráðnum.

Arbeiðsbólkur

Bólkur av serfrøðingum (fiskifrøðingum, havfrøðingum ella øðrum) úr ymsum ICES limalondum, ið hittist regluliga (hvørt ár ella 2. hvørt ár) við ávísum arbeiðssetningi, t.d. at gera stovnsmetingar og forsagnir viðvíkjandi stovni og veiðu. Úrslitini verða løgd fyri ACOM. (Á enskum: Working Group).

Árgangur

Teir fiskar í einum stovni, ið eru gýttir sama árið (í somu gýtingartíð), verða nevndir ein árgangur, t.d. 1982-árgangurin.

Árgangsstyrki

Um nógv ella lítið er til av einum árgangi. (Sí eisini tilgongd)

Burðardygd

Nakað sum hvílir í sjálvum sær, sum er á haldgóðum støði, uttan at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið. (Á enskum: Sustainable).

CTD

Stytting fyri Conductivity, Temperature, Depth. CTD verður nýtt sum heiti á tóli, sum verður brúkt til at máta hydrografiskar eginleikar hjá sjógvi.

Djóraplankton

Planktonisk djór í sjónum. (Sí eisini plankton).

F

Stytting fyri fiskideyðatalið.

Fiskalarva

Soleiðis verður fiskurin nevndur frá kleking til hann hevur fingið ta fyri slagið eyðkendu útsjóndina. Fyrstu dagarnar eftir kleking fær larvan føðslu úr eini goymslu, hon hevur við sær úr rognkorninum. Henda goymslan liggur í einum posa, ið verður nevndur blommusekkur, og larvan nevnist tí blommusekklarva hesa tíðina.

Fiskideyðatal (F)

Tann parturin av einum aldursbólki í stovninum, ið doyr av at vera fiskaður í einum ávísum tíðarskeiði, ofta í einum ári. (Á enskum: Fishing mortality).

Fiskimynstur

Lutfalsligt býti av fiskideyðatalinum upp á teir ymsu aldursbólkarnar í stovninum.

Fmax

Tað veiðutrýst, ið áhaldandi gevur ta størstu veiðuna í vekt.

Forsøgn (í samband við stovnsmetingar)

Útlit fyri veiðu og stovni undir ávísum fortreytum. Skilt verður ímillum styttri forsagnir 1-3 ár fram í tíðina, 5-10 ára forsagnir og longri forsagnir, ið vísa smáfiskaúrtøkuna við ymisk veiðutrýst.

Føðiketa

Ein røð av trofiskum liðum av verum, har tey í einum liði eru føði hjá verunum í næsta liði.

Føðiøki

Soleiðis verða tey øki nevnd, har tann vaksni fiskurin leitar sær føði.

Gróður

Framleiðsla hjá plantum av lívrunnum tilfari við ljósi sum orkukeldu.

Gýtingarstovnur

Tann parturin av einum stovni, ið er gýtingarførur.

Gýtingarøki

Flestu fiskasløg leita til eitt ella fleiri øki at gýta. Tílík øki nevnast gýtingarøki.

Hagtalsøki, ICES

ICES hevur býtt landnyrðingspartin av Atlantshavinum upp í hagtalsøki, og verður veiðan skrásett fyri hvørt hagtalsøki sær.

Hydrografi

Vitan um fysisku og kemisku eginleikarnar hjá sjógvi, eitt nú hiti og saltinnihald.

ICES

Altjóða Havrannsóknarráðið. (Á enskum: Inter­national Council for the Exploration of the Sea).

M

Stytting fyri náttúrudeyðatalið. (Á enskum: Natural Mortality).

Mest loyvda veiða (MLV)

Tann størsta veiða, sum myndugleikarnir geva loyvi at veiða í einum fiskiári.

Mol

Eind fyri evnafrøðiliga mongd. 1 mol er 6,02 x 1023 atom ella mýl.

NAFO

Havrannsóknarráðið fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. (Á enskum: Northwest Atlantic Fish­eries Organization).

NASCO

Felagsskapur av strandalondum í Norðuratlantshavi norðan fyri 36oN, ið hevur til endamáls at tryggja eina skilagóða troytan av laksastovnunum í økinum. (Stytting fyri á enskum: North Atlantic Sal­mon Conservation Organization).

Náttúrudeyðatal (M)

Tann parturin av einum aldursbólki, ið doyr av náttúruávum, t.e. at hann verður etin, doyr í hungri, av sjúku, elli o.t. (Á enskum: Natural mortality).

NEAFC

Altjóða ráð, ið skal tryggja eina skilagóða troytan av fiskastovnum í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. (Stytting fyri á enskum: Northeast Atlantic Fisheries Commission).

Nekton

Verur, ið svimja so skjótt, at tær kunnu vinna á rákinum í sjónum, og tí sjálvar kunnu gera av, hvar tær skulu vera. (Mótsatt plankton).

Neritiskt

Økið inni á landgrunnum. (Mótsatt oseaniskt).

Nitrat

NO3-. Eitt týdningarmikið tøðevni hjá plantum. Um veturin er nitratinnihaldið í føroyskum sjógvi umleið 12 mikromol/l, men um summarið kann gróðurin minka nógv um innihaldið í ovaru løgunum.

Oseaniskt

Økið úti á víðum havi, vanliga har botndýpið er størri enn 200 metrar. (Mótsatt neritiskt).

Plankton

Plantur ella djór, ið sveima ella svimja so spakuliga í sjónum, at tey ikki sjálvi eru før fyri at avgera, hvar tey skulu vera, men verða førd við rákinum. Tó kunnu fleiri teirra svimja so mikið, at tey kunnu gera av, á hvørjum dýpi tey skulu vera. (Sí eisini plantuplankton, djóraplankton og nekton).

Plantuplankton

Planktoniskar plantur í sjónum. (Sí eisini plankton).

Roynd

Eisini nevnt veiðuorka, ið er eitt mát fyri, hvussu hart fiskað verður, t.e. tal av troltímum, húkum, snellum, gørnum. Eisini nýtt um fiskitíð, t.d. tal av fiskidøgum. Fyri reiðskap, ið stendur í ávísa tíð, verður veiðuorkan ofta roknað sum tal av reiðskapi faldað við fiskitíðini, t.d. garnatal x fiskitíð.

SAM

Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: State-space Assessment Model). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið F fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, og so ber til at rokna, hvussu stórur stovnurin er í tali og vekt, um náttúrudeyðatalið M er kent. Hevur tann fyrimun fram um VPA, at óvissur eru vístar fyri úrslitini.

Smáfiskaúrtøka

Veiðan í vekt, ið kann væntast burtur úr hvørjum smáfiski, ið setur til fiskiskapin (sí tilgongd).

Standardskurður

Skurður (ella linja) eftir føstum standardstøðum við givnum knattstøðum, har hydrografiskar kanningar verða gjørdar. Kanningarnar verða vanliga gjørdar við eini CTD, har møguleiki eisini er at taka prøvar av sjógvi á ymsum dýpum.

Stovnsmeting

Vísindalig undirbygd meting av, hvussu stórur ein stovnur er í tali og í vekt. (Á enskum: Stock Assessment).

Stovnur

Bólkur av fiski (av sama slagi), ið er so eins viðvíkjandi gýting, kynsbúning, vøkstri o.t, at hann má viðgerast fyri seg, tá ið stovnsmetingar skulu gerast. (Á enskum: Unit stock).

Strandaland

Strandaland: á enskum Coastal State. Eitt land, sum hevur strandalinju móti einum fiskiøki fyri ávíst fiskaslag og tískil rættindi at fiska hetta fiskaslag. T.d. eru Ísland, Føroyar, Noreg, Skotland og Russland strandalond, tá umræður norðhavssild.

Sv

Sverdrup – stytt Sv – er eindin fyri flutning av sjógvi. 1 Sv er tað sama sum 106 m3 s-1.

TAC

Mest loyvda veiða. (Á enskum: Total Allowable Catch).

Tilgongd

Tilgongd er tað talið á fiski, ið kemur undan gýtingini hvørt árið. Sum oftast verður tilgongdin givin sum talið á fiski í tí aldri, har hann fyri fyrstu ferð vísir seg í veiðuni, roknað aftur til byrjanina av árinum. (Á enskum verður tilgongd nevnd “recruitment”).

Tøðevni

Fleiri sløg av evnum ella ionum, ið plantur brúka, tá tær grógva (t.d. nitrogen- og fosforevnir).

Tøðsølt

Tøðevni.

Trofiskt

Viðvíkjandi føðslu og vøkstri hjá dýrum. (Frá grikskum: trofe, matur).

Umsitingarætlan

Ein langtíðarumsitingarætlan fyri umsitingina av toska-, hýsu- og upsastovninum undir Føroyum. Bulurin í umsitingarætlanini er veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Umsitingarætlanin varð fyrstu ferð sett í verk fyri fiskiárið 2021.

Uppvakstrarøki

Soleiðis verða tey øki nevnd, har yngulin leitar til, og har fiskurin er, til hann verður tikin í fiskiskapinum. Hetta kann vera heilt nær landi á grunnum vatni og á botni, ið ikki er hóskandi til fiskiskap, og verður fiskurin tí vardur hesa tíðina frá at verða veiddur. Onnur fiskasløg vaksa upp á somu leiðum, sum tann vaksni fiskurin leitar sær føði á, og verða sostatt bert vard við, at fiskireiðskapirnir eru lagaðir til størri fisk (meskavíddir, húkastøddir o.a.).

Veiða upp á roynd

Veiða í vekt (ella í tali) fyri hvørt eindarvirði fyri royndina, t.d. tons um dagin, kg fyri hvønn troltíma, kg fyri 100 húkar.

Veiðuorka

roynd.

Veiðutrýst

Miðalvirðið av F (sí fiskideyðatal) fyri teir 3-5 árgangirnar, ið eru mest við í veiðuni. (Á enskum: Average fishing mortality (reference ages)).

Vistskipan

Ein vistfrøðilig eind, har tað ólívrunna og lívrunna umhvørvið, saman við einum ella fleiri samfeløgum av plantum og djórum, virka í einum størri ella minni geografiskum øki.

VPA

Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: “Virtual Population Analysis”). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið F fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, og so ber til at rokna, hvussu stórur stovnurin er í tali og vekt, um náttúrudeyðatalið M er kent.

Vøkstur (fiskur)

Vøkstur hjá fiski sipar til, hvussu einstaki fiskurin veksur við tíðini. Vanliga verður hetta lýst við sambandinum millum longd og aldur.

Yngul

Larvan broytist við tíðini til yngul, t.e. tá fiskurin hevur fingið útsjóndina, sum eyðkennir fiskaslagið.

Yngulkanning

Kanningar við havrannsóknarskipi við fínmeskaðum flótitroli við tí endamáli at fáa eitt boð uppá, hvussu nógv er komið undan gýtingini tað árið. Sí eisini Yngul.

Yvirlitstroling

Kanningar við havrannsóknarskipi við fínmeskaðum botntroli við tí endamáli at fáa eitt mát fyri stovnsstøddini, ið er óheft av vinnuligum fiskiskapi.

Æti

Smáar verur í sjónum, ið eru føði hjá fiski og øðrum størri djórum. Samheiti fyri plankton.