{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 577 túsund tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22% í mun til í ár.

Makrel­stovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,4 mió. tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í ár.

Henda lækking kemst av, at árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettir at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingar­stovninum komandi árini. Bulurin í fiskiskapinum er nú góðu árgangirnir frá 2020 og 2021.

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 402 túsund tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3% í mun til í ár.

Gýtingar­stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingar­stovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.

Tilmælið
2025
Tilmælið
2024
Broyting
frá 2024
til 2025
Makrelur576.958739.386-22 %
Svartkjaftur1.447.0541.529.754-5,4 %
Norðhavssild401.794390.0103 %

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina, men í 2024 minkaði ovveiðan av sild og svartkjafti við umleið 10%.

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Sildakanningar norðanfyri

13.05.2025

Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Norðhavssildin flutt 800 km longur norð at gýta

08.05.2025

Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, …

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

06.05.2025

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…