{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Um stovnsmeting

Ein týdningarmikil uppgáva hjá Havstovuni er at meta um livandi tilfeingið undir Føroyum og við støði í hesum at ráðgeva um, hvussu vit troyta tilfeingið skilagott – tað vil siga, soleiðis at vit fáa sum mest burturúr, men uttan at ganga tilfeinginum ov nær.

Havrannsóknarráðið, ICES, er óheftur, millumtjóða stovnur. ICES samskipar stovnsmetingar, veitir trygd fyri, at tær eru á høgum vísindaligum stigi og við støði í tí ráðgevur ICES um tilmælda fiskiveiðu. Ráðgevingin frá Havstovuni er grundað á ICES-tilmæli.

Fyri at stovnsmetingar skulu vera so álítandi sum møguligt, er neyðugt við umfatandi kanningum av veiðu, fiskiskapi og lívfrøði hjá fiskastovnunum.

Stovnsmeting í stuttum

Ein full stovnsmeting er eitt roknistykki, sum sigur, hvussu nógvir t.d. toskar eru  á føroyska Landgrunninum. Hesir toskar verða mettir sum ein stovnur, og samlaða vektin av hesum stovni (biomassin) er í høvuðsheitum stýrd av tilgongd, vøkstri og deyða, sí Mynd. Hesir avgerandi faktorar vera brúktir til at meta um, hvussu stórur stovnurin er og hevur verið.

Myndin er sett upp sum eitt slag av roknskapi við eini inntøkusíðu (+) og eini útreiðslusíðu (-), og í stovnsmetingum er tað júst tað, ið fiskifrøðingar gera – fyri hvørt árið at føra roknskap yvir, hvat ið kemur inn í stovnin, og hvat fer út.

4 høvuðsviðurskifti ávirka støddina á einum fiskastovni.

Tilgongd og vøkstur økja um stovnsstøddina. Tilgongd er tað nýggja ættarliðið, sum hvørt ár kemur inn í fiskiskapin. Fyri at tryggja góða tilgongd, má gýtingarstovnurin vera nóg væl fyri. Tann einstaki fiskurin veksur seg størri hvørt ár, og framleiðslan til stovnin er samlaði vøksturin hjá øllum einstøku fiskunum.

Deyði minkar um stovnsstøddina. Deyða býta vit upp í natúrligan deyða og fiskideyða. Natúrligur deyði er av elli, sjúku ella tí, at fiskurin verður etin av øðrum, meðan fiskideyði rakar teir fiskar, ið verða fiskaðir.

Fiskideyði er tann einasti faktorurin av hesum fýra, sum vit menniskju kunnu stýra.

Grundtøl í stovnsmeting

Pyramidan niðanfyri vísir, hvørji tøl liggja sum grund, tá stovnsmetingar verða gjørdar. Høvuðsparturin er tøl beinleiðis frá vinnuligum fiskiskapi. Tøl frá rannsóknartúrum verða brúkt til at lýsa hvussu stovnsstødd broytist frá ári til árs. Eisini verða rannsóknartøl brúkt til at siga nær fiskur er gýtingarførur, tí landaður fiskur er aloftast kruvdur, tá hann kemur í land. Hagtølini frá vinnuni og rannsóknarskipum verða til seinast nýtt í stovsmetingarmyndlum.

Ymsu stigini, tá sýni verða tikin av veiðu

Fyri at kanna samanseting av longd, vekt og aldri í stovninum, er neyðugt at taka sýni av veiðuni. Sýnistøkan av ymiskum fiskasløgum verður tilrættaløgd soleiðis, at hon í best møguligan mun umboðar fiskiskapin í mun til skipabólkar, veiðuøki og tíð á árinum.

Lívfrøðilig sýni verða vanliga tikin av veiðuni, tá skip landa. Havstovan hevur sýnistakarar, sum taka sýni á t.d. Norðfra í Leirvík, á Faroe Origin í Runavík, á Kósini í Klaksvík og á Bacalao í Tórshavn.

Fyri at lætta um hjá bæði sýnistakarum og granskarum, brúka flestu sýnistakararnir flytiligar mátiskipanir, sum skráseta upplýsingarnar beinleiðis á teldu.

Sýnistøka av einum fiskasýni kann lýsast soleiðis:

Fyrst verða nøkur kør av fiski tilvildarliga vald út til at taka sýni av. So verða upplýsingar um sýnið sjálvt skrásett, so sum fiskaslag, fiskiskip, fiskidagur og fiskiøki.

So byrja mátingarnar av hvørjum einstøkum fiski. Sýnistakarin tekur tilvildarliga valdar fiskar, og fyrsta stigið er at longdarmáta teir. Síðani verður fiskurin vigaður. Upp til 200 fiskar verða longdarmátaðir og vigaðir í hvørjum sýni. Er talan um t.d. uppsjóvarfisk, er fiskurin ikki kruvdur, og tískil kunnu vit eisini staðfesta kyn og kynsbúningarstig.

Nakrir fiskar skulu eisini aldursgreinast og tí verða nytrur tiknar, tí aldurin á flestu fiskum kann teljast á nytruni. Nytrurnar liggja í eini skál undir heilanum á fiskinum og eru partur av javnvágsentrinum.

So hvørt sum fiskurin veksur, veksur nytran eisini, men um veturin legst eitt øðrvísi tilfar í nytruna enn um summarið. Aldurin verður funnin við at telja vetrarringarnar, á sama hátt sum aldurin á einum træi verður funnin við at telja árringar.

Stødd og útsjónd á nytrum er ymisk hjá ymisku fiskasløgunum. Hjá summum fiskasløgum verða nytrurnar skornar sundur í tunnar flísar, soleiðis at ringarnir síggjast klárt (t.d. toskur, hýsa og upsi), meðan tær hjá øðrum sløgum kunnu lesast heilar (t.d. sild, makrelur, longa, brosma, svartkalvi og gulllaksur).

Aldursgreiningin er týdningarmesta kanningin til eina aldursbaseraða stovnsmeting, men av tí at aldursgreiningar eru tíðarkrevjandi og sostatt eisini kostnaðarmiklar, verður bert partur av sýninum aldursgreinaður – tískil verður á nøkrum sýnum bert longd og vekt skrásett. Av tí at samband er millum fiskalongd, vekt og fiskaaldur, kann hetta sambandið nýtast til at „umseta“ eitt nógv størri tilfar av longdarmátum ella vektmátum til sannlíkan fiskaaldur.

Tá sýni eru fingin fyri alla veiðuna, tvs. umboðandi allan fiskiskap, øll øki og alt árið, so verða t.d. hesi longdar-aldur sambond uppskalerað til alla veiðuna, og landaða veiðan verður uppgjørd sum tal av fiski í hvørjum aldursbólki. So, sýni av veiðuni hjá fiskiflotanum er høvuðsgrundarlagið undir stovnsmetingini.

Heildarveiða

Heildarveiðan er nøgd av landaðum fiski tilsamans og er soleiðis eitt beinleiðis mát fyri, hvat er tikið úr fiskastovninum í einum ári. Heildarveiðan verður brúkt nógvastaðni, t.d. tá Vørn fylgir loyvdari veiðu, tá mett verður um búskaparstøðuna og, ikki minst, tá um stovnsmetingar ræður.

Gongdin í stovnunum

Vit brúka „veiðu upp á roynd“ til at fáa eitt mát fyri gongdina í fiskastovninum í lutfalsligum tølum – altso, um uppgongd ella niðurgongd er í stovnstøddini samanborið við undanfarnu árini. Helst vilja vit brúka tøl, sum eru óheft av vinnuliga fiskiskapinum, og tí verða úrslit frá rannsóknarskipum ofta brúkt.

Um tøl frá rannsóknarskipum ikki eru umboðandi, verður ein „veiða upp á roynd“ frá fiskiflotanum nýtt ístaðin. Tey grundtølini fáast frá veiðudagbókunum, sum fiskiskipini lata Vørn. Hjá trolarum verður „veiða upp á roynd“ fyri fisk roknað sum t.d. kg hvønn troltíma, og hjá línuskipum sum kg fyri hvørjar 1000 húkar.

Til at lýsa gongdina í stovnunum av t.d. norðhavssild og svartkjafti verða akustiskar kanningar nýttar, har akustiski bakslátturin verður umsettur til eitt vísital fyri stovnsstødd.

Gýtingarførur fiskur

Fleiri av okkara týdningarmiklastu fiskasløgum verða kruvd umborð á fiskiskipinum, t.d. toskur, hýsa og upsi. Hetta merkir, at tá sýni verða tikin, vita vit ikki hvør var kall ella kvenn fiskur, ella hvussu langt teir vóru komnir í kynsbúningini. Henda vitanin kemur ístaðin frá fiskirannsóknum. Fyri tosk, hýsu og upsa, sum øll gýta um várið, verða kynsbúningarúrslit frá yvirlitstrolingum hjá Jákup Sverra á  Landgrunninum í februar-mars brúkt.

Tá rundur fiskur verður landaður, ber til at skráseta bæði kyn og búning beinleiðis. Hetta er m.a. galdandi fyri norðhavssild, makrel, svartkjaft og gulllaks. Kynsbúningin sigur um hetta er óbúgvin ella búgvin fiskur, og kann tí nýtast til at rokna, hvussu stórur gýtingarstovnurin er. Hetta verður gjørt við at rokna, hvussu stórur prosent partur av fiskinum er gýtingarførur.

Stovnsstødd og neyvleiki

Ofta verður havt at Havstovuni fyri at broyta áður uppgivin tøl um stovnsstødd. Hetta er
rætt, men tíverri ikki til at sleppa undan. Broytingarnar eru vanliga ikki so stórar, at tær
høvdu ávirkað okkara tilmæli; men hví broyta vit tølini?

Vilt tú læra meira um hetta, so er ein gjøllig frágreiðing við myndum at finna í Sjóvarmál 2017.

Ymisk sløg av stovnsmeting alt eftir tøkum taltilfari

Neyvleikin á stovnsmetingum er tengdur at, hvussu nógv vitan er tøk. Full stovnsmeting verður gjørd, tá nógv taltilfar er tøkt, men tó kunnu avmarkaðar stovnsmetingar gerast, hóast taltilfarið er avmarkað.  ICES-ráðgevingin verður deild upp í 6 bólkar, alt eftir taltilfari.

Full stovnsmeting

Bólkur 1: Stovnar við kvantitativum stovnsmetingum. Hetta eru stovnar við fullfíggjaðum stovnsmetingum (”analytical assessments”) og framskrivingum; upp í hendan bólkin koma eisini kvantitativar stovnsmetingar grundað á ”produktiónsmodel”.

Bólkur 2: Stovnar við fullfíggjaðum stovnsmetingum (”analytical assessments”) og framskrivingum, men úrslitini eru av ymsum ávum ikki nóg neyv; tey kunnu tó nýtast kvalitativt, við tað at tey vísa gongdina í veiðutrýsti, tilgongd og stovnsstødd.

Avmarkað stovnsmeting

Bólkur 3:  Eingin verulig stovnsmeting er, men vísitøl eru frá vísindaligum yvirlitskanningum og/ella frá vinnuliga fiskiskapinum, ið kunnu siga nakað um gongdina í stovnstødd, tilgongd og deyðiligheit.

Bólkur 4: Stovnar har bert álítandi veiðutøl eru til; ein tíðarseria við tílíkum veiðutølum kan nýtast at meta um MSY.

Bólkur 5: Stovnar, har bert landingartøl eru til.

Bólkur 6: Stovnar, har veiða/landingar eru sera lítil ella stovnarnir eru bert hjáveiða í fiskiskapinum eftir øðrum stovnum.

Fyri bólk 1 og 2 gevur ICES ráð eftir eini møguligari góðkendari umsitingarætlan, og um eingin slík finst, verður ráðgevingin sambært MSY regluni; um FMSY ikki er kent, nýtir ICES regluna um fyrivarni.

Fyri bólk 3-6 verður reglan um fyrivarni nýtt. Nógv hevur tó verið arbeitt fyri at fáa MSY ráðgeving fyri bólkarnar 3 og 4, og komið er á mál fyri nógvar stovnar.

Fiskasløg, sum verða stovnsmett í ICES

Fiskastovnar, sum verða viðgjørdir í ICES, um teir í ICES verða roknaðir sum ser- ella felagsstovnar, og um talan er um fulla- ella avmarkaða stovnsmeting.

FiskaslagSlag av stovniICES- stovnsmetingICES bólkur
SvartkjafturFelagsstovnurFull stovnsmeting1
NorðhavssildFelagsstovnurFull stovnsmeting1
MakrelurFelagsstovnurFull stovnsmeting1
Toskur (Landgrunnur)SerstovnurFull stovnsmeting1
HýsaSerstovnurFull stovnsmeting1
UpsiSerstovnurFull stovnsmeting1
Toskur (Føroyabanki)SerstovnurAvmarkað stovnsmeting3
SvartkalviFelagsstovnurFull stovnsmeting1
Stóri kongafiskurFelagsstovnurFull stovnsmeting1
TrantkongafiskurFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting1
GulllaksurFelagsstovnurFull stovnsmeting1
LongaSerstovnurFull stovnsmeting1
BrosmaFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
BlálongaFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
StinglaksurFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
Kubbuta langasporlFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
BúrfiskurFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting6
Rammuverkið fyri ICES ráðgevingina

ICES roynir at tillaga sína ráðgeving til galdandi lógarkarmar og kunngerðir í teimum ymsu londunum/økjunum. Um ein umsitingarætlan er gjørd fyri ein fiskastovn, og um ICES hevur mett, at hon er funnin at vera í samsvari við fyrivarnisregluna ella MSY-regluna, so er ráðgevingin frá ICES í tráð við hesa ætlan.

Um eingin umsitingarætlan er gjørd, ella um ICES metir, at ein umsitingarætlan ikki er sambært regluni um fyrivarni, veitir ICES ráðgeving sambært MSY-regluni hjá ICES; hetta krevur álítandi hagtøl og stóra vitan um fiskastovnin. Er tílík vitan ikki tøk, so verður ráðgevingin givin við atliti til regluna um fyrivarni.

Góðskumetingin hjá ICES av stovnsmetingum

Tað fyrireikandi arbeiðið til stovnsmetingarnar av teimum føroysku fiskastovnunum og føroyska partinum av felagsstovnunum verður gjørt á Havstovuni. Fyri at tryggja, at vísindaliga støðið á stovnsmetingunum er nóg gott, er vanliga mannagongdin, at góðskumetingarnar av stovnsmetingunum verða gjørdar á sonevndum arbeiðsbólkafundum í ICES. Henda mannagongd er lýst á myndini niðanfyri.

Tilmælini frá ICES eru so aftur grundarlagið undir tilmælunum fyri tosk, hýsu og upsa, sum Havstovan á hvørjum ári letur Landsstýrinum.

Fiskastovnur, serstovnur og felagsstovnur
Fiskastovnur

Ein fiskastovnur er ein bólkur av fiski, ið er so eins viðvíkjandi gýting, kynsbúning, vøkstri, ferðing, ílegum o.t., at hann má viðgerast fyri seg, tá ið stovnsmetingar skulu gerast. Áðrenn metingar av tilfeinginum kunnu gerast, má greiði fáast á stovnsuppbýtinum í økinum.

Við støði í vitanini um lívfrøði og ferðing hjá teimum ymsu fiskasløgunum, eru tey skipað í tveir bólkar í ICES, serstovnar og felagsstovnar. Uppbýtið av fiskasløgum í føroyskum øki í ser- og felagsstovnar kann síggjast her.

Serstovnur

Stovnur, ið bert er í einum ávísum øki, t.d. toskur á Landgrunninum. Kann eisini vera stovnur við avmarkaðari ferðing, t.v.s. sum gýtir og veksur upp í føroyskum sjógvi, men sum seinni ferðast nakað út og inn av føroyskum øki, t.d. upsi undir Føroyum.

Felagsstovnur

Stovnur, ið er felags við onnur lond. Hetta eru ferðandi stovnar, sum ferðast yvir fleiri national økir (EEZ økir), t.d. norðhavssild og stóri kongafiskur. Hetta kunnu vera stovnar, ið vanliga halda seg á ymsum havleiðum, men ferðast til eitt ella fleiri felags gýtingarøki at gýta, og sum vanliga hava felags uppvakstrarøki. Talan kann eisini vera um ferðandi stovnar, ið antin ferðast inn í føroyskan sjógv at leita sær føði, ella teir ferðast gjøgnum føroyskt øki á veg til og frá gýtingar- og/ella føðiøkjum. Fyri felagsstovnar samstarvar Havstovan við havstovurnar í grannalondunum um at gera rannsóknir og at kanna veiðuna til felags stovnsmetingar.

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

06.05.2025

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni

02.07.2024

Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaði…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…