{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítla nebbasild

Ammodytes tobianus

Lítla nebbasild hevur langan og klænan kropp, langt og spískt høvd, rundligan tvørskurð. Hevur roðslu heilt aftur til sirini (stertafjøðurina). Roðslan undir búkinum er í beinum røðum. Hon kann skjóta yvirkjaftin fram úr sær. Uggafjaðrarnar røkka aftur um fremra enda á ryggfjøðurini. Hetta er nebbasildin, ið vanliga sæst inni á firðum og sundum. Eyðkenni: Lítla nebbasild hevur ikki blett við nasagluggarnar. Roðslan á klingruni og undir búkinum.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er hon á landgrunninum. Hon er frá Portugal norður til Finnmørkina, í Eystarasalti og undir Íslandi.

Stødd

Lítla nebbasild verður upp í umleið 20 cm long.

Dýpi

Hon er niður á umleið 50 m. Sæst viðhvørt uppi á floti.

Litur

Á bakinum hevur hon gulgrønan lit, ofta við bláligum farra. Gullig um síðurnar og hvít undir búkinum.

Eyðkenni

Lítla nebbasild hevur ikki blett við nasagluggarnar. Roðslan á klingruni og undir búkinum.

Týdningur

Undir Føroyum hevur hon verið lítið veidd. Aðrastaðni verður hon veidd til ídnað.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítla nebbasild, Nebbasild
Lat:Ammodytes tobianus, Ammodytes lancea
Dan:Kysttobis, Lille tobis, Sandgrævling
Eng:Lesser sandeel, Pintle fish, Sandy giddock, Smooth sandeel
Fin:Pikkutuulenkala
Fra:Lançon équille, Équille
Gri:Amodytis
Grø:Putorutotoq
Ísl:Sandsíli, Løngusíld, Löngusíld, Mjóaseiði, Mjósíli, Pænissíli, Selsíld, Smokksíld, Smokksíli, Teistusíli, Trónusíli
Ita:Pesce de tobia, Aluzzetiello, Ammodito tobiano
Jap:Ikanago
Ned:Zandspiering, Kleine zandaal
Nor:Småsil, Ikanago Bakkesil, Sandgrevling, Tobis
Pol:Tobiasz
Por:Galeota
Rus:Malopozvonkovaja evropejskaja
Spa:Lanzon voladores, Aguacioso, Balos, Saltón
Sve:Kusttobis, Sandål, Tobis
Týs:Tobiasfisch, Kleiner Sandaal, Kleiner Sandspierling

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira