{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nebbasild og toskur á innaru leiðum

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:

Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski. Taltilfarið, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild (spp.), tekur støði í magakanningum av toski á árligu yvirlitstrolingunum á Landgrunninum og í yngultølunum frá árliga yngultúrinum. Hesir túrar eru lagdir fastar tíðir á árinum. Saman merkir hetta, at árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av ymsu nebbasildastovnunum ikki síggjast í vanliga innsavnaða taltilfarinum. Í 2019 var óvanliga góður fiskiskapur eftir toski heilt nær landi, sum sást aftur í avreiðingarseðlum.

Endamálið við verkætlanini var at kanna lívfrøðina hjá nebbasild, herundir sløg, mongdir og atferð, á firðum og sundum við Føroyar. Hetta skuldi setast í samband við atferð hjá vaksnum toski, millum annað eginleikan at koma nær landi, og hvussu tað ávirkar yvirliving hjá smáfiski og harvið framtíðar fiskiskap. Hetta varð gjørt við at kanna tosk frá landingum av rundum fiski við at gera magakanningar, har serligur dentur var lagdur á at útgreina nebbasild í magainnihaldinum. Eisini varð serstøk videoútgerð fingin til vega at útgreina slagsamansetingina av fiski inni við land, eins og skráseta longdir, har tað var møguligt, av hesum fiski.

Útfrá magakanningunum av toski og nebbasildatúrinum í 2020 ber ikki til at siga, at toskurin er komin inn undir land at eta nebbasild. Eitt úrslit av kanningunum var, at tað bleiv staðfest, at nebbasild spp. í føroyskum sjógvi gýtir bæði um várið og um heystið. Samansetingin av fiski skrásett í videokanningunum var merkt av, at nógvur seiður var allastaðni, meðan ymiskt var um toskur og/ella smáfiskur varð skrásettur á sama stað og somu tíð.

Sí lýsing og frágreiðing av allari verkætlanini í Smárit nr. 2502.

framløgu um verkætlanina frá framløgudegnum hjá Fiskivinnugransking í 2024.

Hannipoula Olsen

Tilfeingi

Fiskifrøðingur

hannipo@hav.fo

Vangi í PURE / Greinar / CV