
Lidnar verkætlanir
Afturat vanliga arbeiðinum, arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvíst fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.
Advection of zooplankton onto the Nordic shelves and effects on forage fish, demersal fish and seabirds
Fígging: Nordisk MinisterrådÁbyrgd á Havstovuni: Petur SteingrundVerkætlanin hevði til endamáls at kanna, hvussu havstreymar og djóraæti, sum kemur við hesum havstreymum, ávirka fisk og sjófugl, sum halda til á landgrunnunum við Ísland, Føroyar og Noreg. Les meira
Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju
Fígging: GranskingarráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Inga KristiansenHenda verkætlanin er knýtt at verkætlanini “COPS”, sum endar í september 2025. Av tí at hesar verkætlaninar eru so samantvinnaðar, verða bert fyribilsúrslit víst her. Endaligu úrslitini koma saman við úrslitunum frá “COPS”. Les meira
Faroese Monitoring – FARMON
Ábyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenFaroese Monitoring – stytt FARMON – eru verkætlanir, har høvuðsendamálið hevur verið at máta rákið av yvirfloti í Bankarennuni og av Atlantssjógvi í Føroyastreyminum. Les meira
Endamálið við verkætlanini er at kanna livilíkindini hjá upsa og toski í taraskóginum við áherðslu á at finna út av hvørjir kanningarhættir eru best egnaðir at kanna fisk og annað lív í taraskóginum. Les meira
Ecosystem based management of sandeels, demersal fish and seabirds in Boreal ecosystems in Northeast Atlantic
Fígging: Nordisk MinisterrådÁbyrgd á Havstovuni: Petur SteingrundVerkætlanin hevði til endamáls at kanna, hvussu veiðitrýstið á botnfiskastovnar ávirka javnvágina millum botnfisk, nebbasild og sjófugl. Les meira
Rákið tvørtur um Íslandsryggin
Fígging: Jens Smeds Oceanografiske FondÁbyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenEndamálið við hesi verkætlan var at gera mátingar miðskeiðis á Íslandsrygginum av rákinum tvørtur um Ryggin og at greina rákið sum heild tvørtur um Ryggin. Tvær ADCP fortoyingar blivu lagdar Les meira
Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski, og taltilfarið, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild (spp.), tekur støði í magakanningum av toski á árligu yvirlitstrolingunum á Landgrunninum og í yngultølunum frá árliga yngultúrinum. Hesir túrar eru lagdir fastar tíðir á árinum. Saman merkir hetta, at árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av ymsu nebbasilda-stovnunum ikki síggjast í… Les meira
Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild
Fígging: FiskivinnuroyndirÁbyrgd á Havstovuni: Inga KristiansenÁrligar sildakanningar í mai síðani 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Henda verkætlanin kannaði nøgdir, sløg og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai. Les meira
Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum
Fígging: GranskingarráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Sólvá JacobsenVerkætlanin hevði til endamáls at kanna føðiviðurskiftini, vøksturin og yvirlivilsi hjá yngli (her ímillum toski, hýsu og nebbasild) á Landgrunninum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvørji umhvørvisviðurskifti (serliga føðinøgdir og sløg) hava størstan týdning fyri væl eydnaðan vøkstur og yvirlivilsi frá kleking um vári til fiskurin tekur botn á sumri. Les meira
Nýtsla av umhvørvis-DNA í kanning av broytingum í toska-, hýsu- og upsanøgd á Føroyabanka
Ábyrgd á Havstovuni: Ian SalterHøvuðsendamálið við verkætlanini var at nýta umhvørvis-DNA (uDNA) til at meta um týðandi botnfiskastovnar á Føroyabanka. Les meira
Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring
Ábyrgd á Havstovuni: Inga KristiansenPhD-verkætlanin hevði til endamáls at fáa betri kunnleika til liviumstøðurnar hjá reyðæti og ávirkanina av uppsjóvarfiski, sum etur reyðæti. Fokus var á havøkið norðan fyri Føroyar, har samanrenning er ímillum heitan Atlantssjógv úr útsynningi og kaldan Íslandssjógv úr útnyrðingi, sum elvir til Íslandsfrontin. Les meira
Blue-Action: Arctic impact on weather and climate
Fígging: Horizon2020Ábyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenArktiska økið hitnar væl skjótari enn heimurin sum heild við globalu upphitingini, og tað er vorðið greitt, at arktiska upphitingin eisini hevur árin á veður og veðurlag í Europa. Les meira
Optimizing and Enhancing the Integrated Atlantic Ocean Observing System (AtlantOS)
Fígging: Horizon2020Ábyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenAtlantOS verkætlanin snúði seg um at samskipa havfrøðiligar mátingar í øllum Atlantshavinum (OS stendur fyri Observing System). At skapa karmar fyri synergi millum nógvu havfrøðiligu verkætlanirnar, sum londini við Atlantshavið fíggja. Og at tryggja virðið á dátum fingnar til vega, eisini eftir at ymsu verkætlanirnar eru loknar. Les meira
Ein lovandi háttur at meta um toskastovnin á Føroyabanka við at nýta umhvørvis DNA
Fígging: FiskivinnuroyndirÁbyrgd á Havstovuni: Ian SalterHøvuðsendamálið við verkætlanini var at nýta ein nýggjan hátt at kanna fiskastovnar, har umhvørvis DNA (uDNA) verður brúkt. Umhvørvis DNA í havinum kemur fyri ein part frá fiskastovnunum í økinum og kann kannast við at taka bara nakrar fáar litrar av sjógvi. Les meira
Tunfiskur á veg aftur í Norðuratlantshav
Fígging: Norðurlandaráðið (AG-Fisk)Ábyrgd á Havstovuni: Luis Ridao CruzHøvuðsendamálið við verkætlanini er at kanna í hvussu stóran mun tunfiskur er við at koma aftur í Norðuratlantshav. Les meira
Western Valley OverfloW (WOW)
Fígging: Dancea (Energistyrelsen)Ábyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenKanningarnar í hesi verkætlan eydnaðust sera væl. Mátiútgerðin riggaði væl, og mátingarnar vístu, at mátitólini høvdu ligið á røttum staði til at meta hampuliga neyvt um yvirflotið av køldum sjógvi niðri við botn gjøgnum Western Valley. Les meira
Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir blálongu undir Føroyum
Fígging: FiskivinnuroyndirÁbyrgd á Havstovuni: Lise Helen OfstadVerkætlanin um blálongu hevur givið dagførda vitan um lívfrøði og fiskiskap eftir blálongu undir Føroyum. Hendan vitan kann millum annað brúkast í stovnsmetingarhøpi til at fáa eina meira umboðandi stovnsmeting av felags blálongustovninum. Les meira
Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir stinglaksi undir Føroyum
Áramál: 2018Fígging: Fiskivinnugransking (FVG)Ábyrgd á Havstovuni: Lise Helen OfstadStinglaksur verður lívfrøðiliga roknaður sum ein djúpvatnsfiskur, sum lond hava bundið seg til at fiska við serligum fyrivarni. Í ICES verður stinglaksur við Føroyar viðgjørdur sum partur av ein felags stovni. Les meira
Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum
Ábyrgd á Havstovuni: Sólvá JacobsenVið verkætlanini er betri greiða fingin á, hvussu livilíkindini hjá toska- og hýsularvum á føroyska landgrunninum eru tengd at umhvørvinum og serliga føðiviðurskiftunum. Les meira
North Atlantic Climate (NACLIM)
Fígging: European Framework Programme 7 (FP7)Ábyrgd á Havstovuni: Bogi HansenHøvuðsendamálið við NACLIM var at eftirkanna, í hvønn mun tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan v.m.) í Norðuratlantshavi. Les meira
AUTHENTICATE: Determining standardised methods of authenticating seafood products
Ábyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenKanningar hava víst, at falsan við vørulýsing í sambandi við sølu og keyp av fiskavørum er ein vaksandi trupulleiki í heiminum. Í verkætlanini “Authenticate” verður víst á, hvørjir hættir kunnu brúkast at eftirkanna, at merktar fiskavørur í veruleikanum eru tær, sum tilskilað stendur – ella at tær eru “autentiskar”. Les meira
Marine climate effects on primary production around the Faroe Islands
Fígging: Danska stjórninÁbyrgd á Havstovuni: Sólvá K. EliasenÁrstíðargongdin hjá gróðrinum er soleiðis: Tíðliga um várið (mars-apríl) er lítil gróður; tó er mest gróður á innara Landgrunninum og næstan ongin gróður á ytra Landgrunninum. Útskifting bremsar gróðrinum á innara Landgrunninum um hetta mundið. Les meira
Kanningar av sandamaðkaslagnum Anisakis
Fígging: European Framework Programme 7 (FP7)Ábyrgd á Havstovuni: Mourits Mohr JoensenÚtbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur av longu og brosmu undir Føroyum
Fígging: FiskivinnuroyndirÁbyrgd á Havstovuni: Lise Helen OfstadSamanum tikið er líkt til, at fiskiskapurin eftir longu er burðardyggur í løtuni, meðan støðan viðvíkjandi brosmu er sera ógreið. Stovnsmetingarnar eru enn ikki góðkendar í ICES, og neyðugt er at fylgja væl við gongdini í stovnunum. Les meira
Hvat etur uppsjóvarfiskur?
Áramál: 2014Fígging: Fiskivinnugransking (FVG)Ábyrgd á Havstovuni: Høgni DebesEftir at hava kannað umleið 400 magar av uppsjóvarfiski (makreli, sild og svartkjafti), hava vit ment mannagongdir, har ið “turrvekt” er nýtt heldur enn “vátvekt” fyri at fáa álítandi upplýsingar um nøgdina av føði, sum fiskurin etur. Les meira
Aldu- og streymmátingar á alifirðunum (ASAF)
Ábyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenEndamálið við hesi verkætlan var at lýsa aldu- og streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum, umframt at hesar mátingar skuldu byggja undir validering av háloysiligum sjóvarfals- og aldusimulering inni á alifirðunum. Les meira
Stovnssamansetingin av makreli kannast (SAM)
Ábyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenEndamálið í SAM verkætlanini var at kanna um makrelurin í Norðuratlantshavi er ein stovnur ella um íbland er av makreli av kanadiskum uppruna vestanfyri. Stutt sagt at kanna um makrelurin í norðurhøvum og Evropa er ein og sami stovnur. Les meira
Pelagic-benthic coupling on the Faroe Shelf
Fígging: GranskingarráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Høgni DebesHendan undanverkætlan hevði til endamáls at kanna lívrunnið tilfar í botninum og hvussu djóralívið á botninum á føroyska landgrunninum er tengt at gróðrinum í sjónum. Les meira
Verkætlanin varð ætlað at kalibrera ella stilla føroyska MULTPELT-trolið, sum verður brúkt til árligu yvirlitstrolingarnar eftir makreli. Tryggjast skuldi, at trolið við rigging gongur sum tað skal sambært forskriftunum, settar av bólkinum, ið skipar fyri altjóða kanningunum eftir makreli. Hetta fyri at tryggja, at øll londini hava somu rigging og at trolini ganga eins í… Les meira
ThermoHaline Overturning – at Risk (THOR)
Fígging: European Framework Programme 7 (FP7)Ábyrgd á Havstovuni: Bogi HansenTHOR verkætlanin var tann 5. í røðini av EU verkætlanum, sum hava fíggjað streymmátingar v.m. í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini var at gera betri forsagnir fyri komandi broytingum í teimum stóru havstreymunum, sum kunnu ávirka heimsveðurlagið og serliga okkara øki. Les meira
A multidisciplinary approach in stock identification of Atlantic herring: sustainable biodiversity and fisheries management in mixed-stock fisheries (HerMix)
Fígging: Norðurlandaráðharraráðið (NMR)Ábyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenÍ sambandi við sildafiskiskapin í Norðureysturatlantshavi hava sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tikið seg saman fyri at kanna sildina í Norðuratlantshavinum. Høvuðsendamálið við kanningunum var í fyrsta lagi at menna genetiskar markarar, so til ber at DNA-eyðmerkja sildastovnarnar og harvið minka um vandan at ovurfiska einstakar stovnar, ið eru illa… Les meira
Makrelur á Landgrunninum – Leikluturin hjá makreli í vistskipanini á Landgrunninum
Ábyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenMakrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar av meira enn 1500 makrelmagum, tiknir á Les meira
Fiti í makreli – Fitiinnihald í makreli í føroyskum øki
Áramál: 2012Ábyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenFitiprosentið hjá makreli fleirfaldast, meðan hann gongur á beiti at gøða seg í føroyskum øki um sumrarnar. Innihaldið av fiti veksur frá umleið 5% í mai til yvir 25% í august. Serliga er tað um mánaðarskiftið juni-juli at innihaldið av fiti veksur. Les meira
Vit hava ment eina skipan, har hitadata frá Finni Fríða verða stroymd inn og upparbeidd á teldu á Havstovuni. Við hesum eru lunnar lagdir undir eitt beinleiðis samstarv millum Havstovuna og vinnuna, ið møguliga kann gerast ein sera týðandi táttur í okkara arbeiði. Les meira
Climatic control of blue whiting and mackerel at the Faroese Crossroads
Fígging: GranskingarráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Hjálmar HátúnVit hava lýst tær týdningarmestu broytingarnar í havveðurlagnum kring Føroyar seinastu árini, og vit hava funnið upprunan til hesar broytingar, bæði longri suðuri í Atlantshavi og í atmosferuni. Vit hava upparbeitt data av plantuæti sum eru mátað av fylgisveinum, og vit hava havt samstarv við serfrøðingar á hesum øki. Les meira
Kanning av ferðingini hjá ritum í Norðuratlantshavi
Ábyrgd á Havstovuni: Bergur OlsenOkkurt um 2 milliónir ritupør eiga í bjørgunum kring Norðuratlantshavið, men fáar pisur eru komnar undan seinastu árini, og stovnurin er minkaður. Høvuðsorsøkin til at pisurnar doyggja er helst føðitrot tætt við ritubjørgini um summarið, men umstøðurnar, har riturnar eru um veturin, hava eisini týdning fyri trivnaðin. Les meira
SubPolar Atlantic – Climate and Ecosystems (SPACE)
Fígging: Norðurlandaráðið (AG-Fisk)Ábyrgd á Havstovuni: Hjálmar HátúnVit hava fyrr ávíst tætt samband millum tann sonevnda subpolara meldurin í Norðuratlantshavi og havveðurlagið (hitalag, streymar osv.) um okkara leiðir. Les meira
Endamálið við hesum arbeiði var at kanna fysisku eginleikarnar hjá sjónum á Landgrunninum og hjá frontinum, ið girðir hendan sjógv. Les meira
Fangst og udnyttelse af mesopelagiske fisk og krill
Áramál: 2005Fígging: Nordisk MinisterrådÁbyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenKanningar vístu, at í føroyskum sjóøki er tað serliga lítli og mjái prikkafiskur, umframt lakssild, ið eru at fáa, og serliga í økjunum sunnan fyri oyggjarnar. Les meira
Tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
09.02.2026
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk…

Landgrunnurin met heitur í 2025
27.01.2026
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið
16.12.2025
Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi …

Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr
02.12.2025
Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki el…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Drigið verður mánadagin
28.11.2025
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í d…

Framtíðin hjá mati úr sjónum
21.11.2025
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hj…

John Goodlad á Havstovuni
03.11.2025
Mikudagin, 19. november kl. 15, greiðir Føroya-vinurin og granskarin Dr. John Goodlad úr Hetlandi frá nýggju bók síni “Food from the sea – The future …

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
27.10.2025
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta k…

Freist til lutakastið um 12.500 kr
21.10.2025
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desembe…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
07.10.2025
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør o…

Væleydnaður dagur
01.10.2025
Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
01.10.2025
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
30.09.2025
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Rákið á Íslandsrygginum
18.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…

Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
15.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…

Vísindavøkan 2025 – Skrá
01.09.2025
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…

Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum
20.08.2025
Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00. Ges…

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
24.07.2025
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Havstovan í nýggjari verkætlan
15.07.2025
Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast
10.07.2025
Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Heitt vár á Landgrunninum
18.06.2025
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…

Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni
17.06.2025
Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tikn…

Makrelgýting við Føroyar kannað
10.06.2025
Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
06.06.2025
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Væleydnaður aðalfundur hjá evropiska felagnum fyri havrannsóknarskip liðugur
05.06.2025
Havstovan hevur í døgunum 2. til 4. juni skipað fyri 27’th ERVO Annual Meeting í Kongshøll í Havn. ERVO stendur fyri European Research Vessel Operator…

Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði
03.06.2025
Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum…

Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
23.05.2025
Grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðani fyrst í 1970-unum er útgivin í tíðarritinum Frontiers in Marine Science (les her). Fuglafrøðingurin Be…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Næmingar vitja Havstovuna
08.05.2025
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum…

Norðhavssildin flutt 800 km longur norð at gýta
08.05.2025
Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, …

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum
06.05.2025
Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Hátíðardagur á Havstovuni
02.05.2025
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, M…

Svartkjaftastovnurin í minking
02.05.2025
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
01.05.2025
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…

Sjáldsamur springari
29.04.2025
Leygardagin 26. apríl skolaði ein rípuspringari (Stenella coeruleoalba) upp á Leynasand. Hann tyktist nýliga deyður. Hetta springaraslagið er ein sjál…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
22.04.2025
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk la…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

Formansskrá løgd fram
11.04.2025
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …






































