{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Børnini royndu seg sum fiskifrøðingar

Á Vísindavøkuni í ár kundu fólk royna seg sum “fiskifrøðingar” á básinum hjá Havstovuni. Endamálið var at gera eina stovnsmeting av “bláfiskastovninum”. Hetta var væl umtókt millum børnini. Ymsu boðini upp á stovnsstøddina, út frá glúpaðu prøvunum, vórðu tøppaði inn á teldu og miðal stovnsstødd varð roknað eftir hvørt nýtt boð. Til tey, sum royndu seg, kunnu vit avdúka, at stovnsstøddin var 17 fiskar av íalt 100 fiskum í karinum.

Eitt annað forvitnisligt á Havstovubásinum var planktonkappingin, har møguleiki var at byggja sítt egna plankton og so kappast við onnur um at fáa tað at søkka so spakuliga sum gjørligt.

Millum allar fiskarnar, sum Havstovan hevði at vísa fram á fiskaborðinum, vóru tríggir serliga stórir fiskar; ein havtaska, ein blágóma og ein skøta. Serlig uppsløg vórðu tí gjørd um hesar fiskarnar, sí Havtaska og Blágóma og Skøta. Á uppsløgunum sæst millum annað, hvar ið júst hesir fiskarnir eru fiskaðir.

Í Kongshøll hevði Ian Salter eina framløgum við heitinum “Umhvørvisligar broytingar í sambandi við botnfiskastovnar á Føroyabanka”. Framløgan hjá Ian sæst á Youtube.

Í snarrøðukapping í Kongshøll luttók James Wyatt við eini framløgu um PostDoc-verkætlanina, sum hann arbeiðir við. Allar 4 snarrøðurnar síggjast á Youtube. James er síðstur í røðini. Snarrøðurnar eru einans 150 sekund hvør.

Vísindavøkan í ár var fríggjadagin 25. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Aftur í ár helt Havstovan til í sera vælegnaðu garasjuni hjá Tórshavnar Havn. Nógv fólk møttu og básurin hjá Havstovuni var væl vitjaður.

Nakrar myndir frá degnum

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni

Viðkomandi tíðindi

Børnini royndu seg sum fiskifrøðingar

29.09.2026

Á Vísindavøkuni í ár kundu fólk royna seg sum “fiskifrøðingar” á básinum hjá Havstovuni. Endamálið var at gera eina stovnsmeting av “bláfiskastovninum…

Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld

15.09.2026

Hetta er heitið á framløgu hjá Elaine Runge, PhD-lesandi, hóskvøldið 17. september kl. 19 á Bókasavninum á Sandi. Framløgan er partur av Vísindavøku á…

Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?

11.09.2026

Hetta er heitið á framløgu hjá Ásu Jacobsen, lívfrøðingi, mánakvøldið kl. 19 á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á …

Vísindavøkan 2026 – Skrá

31.08.2026

Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. “Vísindavøka á…

Væleydnaður dagur

01.10.2025

Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina

01.10.2025

Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

Rákið á Íslandsrygginum

18.09.2025

Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…

Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?

15.09.2025

Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…

Vísindavøkan 2025 – Skrá

01.09.2025

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…

Fjølbroytt fiskaborð

03.10.2024

Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá …

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Vísindavøka 2024 – Skrá

13.09.2024

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri 09:00-15:00Tiltøk …

Enn ein væleydnað Vísindavøka

25.09.2023

Fríggjadagin 22. september 2023 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Veðrið var ikki til vildar, so Havstovan og Glasir, sum skuld…

Útivið 50 fiskasløg á Vísindavøku 2022

27.09.2022

Fríggjadagin 23. september var Vísindavøka í Løkshøll.Sum vanligt vóru nógvir granskingarstovnar umboðaðir, og Havstovan sýndi fram ymisk forvitnislig…

Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022

16.09.2022

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mán…

Vísindavøka 2020 og 2021

10.05.2022

Ein av uppgávunum hjá Havstovuni er at miðla vitan út til almenningin. Vísindavøkan er ein góður pallur til hetta endamálið, og bæði í 2020 og 2021 lu…

Stuttfilmur um Jákup Sverra

08.02.2021

Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum áhugaverdum tilfari gjørd. Á henni er eitt stórt savn av tilfari, bæði frá seinastu vísin…

Vísindavøka 2019

18.12.2020

Bás inni í Sjóvinnuhúsinum, tvær framløgur í Kongshøll og „fiskaborð“ úti á bryggjuni var tað, sum Havstovan borðreiddi við á Vísindavøkuni í fjør, ha…

Vísindavøkan 2018

25.09.2019

Rannsóknarskipið Magnus Heinason var hesaferð partur av átakinum hjá Havstovuni og tað hepnaðist sera væl. Vælumtókta fiskaframsýningin var eisini á s…

Vísindavøkan 2018

01.10.2018

Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin…

Vísindavøkan 2017

23.10.2017

Evnið fyri Vísindavøkuna í 2017 var „Tilfeingi“. Havstovan gjørdi av at lýsa positivu gongdina hjá okkara fugla og fiskatilfeingi seinastu tvey árini,…

Vísindavøkan 2016

09.11.2016

Evnið fyri Vísindavøkuna í 2016 var tey fýra frumevnini, eldur, jørð, luft og vatn. Vit vístu ymiska gransking í sambandi við frumevnini, og høvdu eyð…

Vísindavøkan 2015

19.09.2016

„Árið á Landgrunninum“ varð temaið á básinum hjá Havstovuni á Vísindvøkuni í 2015. Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkomandi tíðindi Øll …

Vísindavøkan 2014

25.09.2015

Granskingarráðið byrjaði við Vísindavøkuni í 2008, og flestu árini hevur Havstovan verið um boðað. Hetta er úr Sjóvarmál 2015, les víðari her. Viðkoma…

Vísindavøkan 2012

07.11.2013

Havstovan var partur av Vísindavøkuni 27. og 28. september 2012 í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð, har ymsugranskingarstovnarnir í Føroyum fingu høv…