
Kudoa-kanningar av makreli
Havstovan fekk áheitan frá Varðanum Pelagic á Tvøroyri um at kanna “bleytan” makrel, ið teir høvdu trupulleikar av í framleiðsluni. Henda verkætlanin fór tí í gongd í 2016.
Makrelur varð kannaður bæði úr framleiðslu á landi og í sýnum av teim ymisku veiðiøkjunum hjá føroyskum skipum. Funnið varð fram til, at orsøkin til tann bleyta makrelin var sníkurin Kudoa thyrsites (mikroskopskir sporar úr bólkinum Myxozoa, ið er í ætt við hvalspýggjur, Cnidaria).
Kanningin lýsti útbreiðslu og títtleika av Kudoa thyrsites í føroyskt veiddum makreli. Upp til 14% av fiskinum var fongdur við Kudoa thyrsites – og nakað av muni var í mun til stað og árstíð.
Sí annars nærri í hesum greinum:
Úr Sjóvarmál 2016
Kudoa í makreli
Úr Frøði 2020
Kudoa í fiski – so fært tú súpan
Grein í Frontiers in Marine Science 2022
Prevalence of Kudoa thyrsites (Myxozoa, Multivalvulida) in Atlantic Mackerel, Scomber scombrus L., in the Vicinity of the Faroe Islands.
Og framløgu á framløgudegnum hjá Fiskivinnugransking í 2020
Kanningar av Kudoa thyrsites í føroyskt veiddum makreli 2017-2018
Dánjal Petur Højgaard
Tilfeingi
Verkætlan, Atknýttur granskari, Ph.D, Lívfrøðingur
