{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:

Verkætlanin hevði til endamáls at kanna føðiviðurskiftini, vøksturin og yvirlivilsi hjá yngli (her ímillum toski, hýsu og nebbasild) á Landgrunninum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvørji umhvørvisviðurskifti (serliga føðinøgdir og sløg) hava størstan týdning fyri væl eydnaðan vøkstur og yvirlivilsi frá kleking um vári til fiskurin tekur botn á sumri.

Sýnir vórðu tikin av fiskayngli á 5 túrum frá apríl til juni í 2019. Hesa tíðina livir yngulin uppi í sjónum, har hann einamest etur djóraæti. Túrarnir eydnaðust væl.

Gróðurin tók seg ikki upp fyrr enn í juni hettar árið, og tað er nakað seinni enn vanligt.

Týðiligt var, at fiskayngulin hevði ein lakan vøkstur og lágt yvirlivilsi vegna vantandi føði í hóskandi støddum (t.e. smáar til miðalstórar vatnloppur). Ein stórur fløskuhálsur sýntist at verða í seinnu helvt av mai.

Sólvá Jacobsen

Umhvørvi

Lívfrøðingur, Ph.D.-lesandi

solvaj@hav.fo / +298 28 22 57

Vangi í PURE / Greinar / CV