{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

MULTPELT kalibrering

Áramál:
Fígging: , ,
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni:

Verkætlanin varð ætlað at kalibrera ella stilla føroyska MULTPELT-trolið, sum verður brúkt til árligu yvirlitstrolingarnar eftir makreli. Tryggjast skuldi, at trolið við rigging gongur sum tað skal sambært forskriftunum, settar av bólkinum, ið skipar fyri altjóða kanningunum eftir makreli. Hetta fyri at tryggja, at øll londini hava somu rigging og at trolini ganga eins í sjónum.

Millum annað varð gap og skver (hædd og breidd) í trolinum kannað, soleiðis at nøgdin av makreli, ið fingin verður, kann roknast um til kilo pr. tíma tóvað. Hetta er eitt mát fyri nøgd av makreli í yvirlitstrolingunum.

Eisini varð ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum (breidd og hædd) verða skrásettar og goymdar, meðan tóvað verður. Hetta fyri at góðskutryggja hvørt hál, soleiðis at vissa kann fáast fyri, at veiðan frá hálinum kann brúkast til stovnsmetingar av makreli.

Úrslitini frá mátingunum vístu, at føroyska MULTPELT-trolið gekk, sum ætlað.

Eisini varð ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum verða skrásettar og goymdar, meðan tóvað verður. Við hesum var høvuðsendamálið við verkætlanini rokkið.

Jan Arge Jacobsen

Tilfeingi

Fiskifrøðingur, Dr. Scient.

janarge@hav.fo / +298 21 80 93

Vangi í PURE / Greinar

Leon Smith

Deildarleiðari – Tøkni

Verkfrøðingur

leonsmit@hav.fo / +298 79 39 05