{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni: , , ,

Henda verkætlanin er knýtt at verkætlanini “COPS“, sum endar í september 2025. Av tí at hesar verkætlaninar eru so samantvinnaðar, verða bert fyribilsúrslit víst her. Endaligu úrslitini koma saman við úrslitunum frá “COPS”.

Nøkur fyribilsúrslit eru:

  1. At skanna prøvar, í mun til at telja undir mikroskopi, er ein nógv effektivari háttur at fáa nógvar prøvar greinaðar samanborið við mikroskopi greining. Tó má økt prøvagreining javnvigast við neyvleikan av eyðmerking til slag stig. Í hesi verkætlanini var skannihátturin valdur sum tann betri hátturin at svara granskingarspurningunum.
  2. Tað er eitt gott samband ímillum taldar og skannaðar prøvar. Fyri at gera skannaðu úrslitini enn neyvari, eiga ymiskar tillagingar at verða gjørdar.
  3. Tá ið hugt verður at samlaðari nøgd av sløgum/partiklum, vísa virðini fyri taldar og skannaðar prøvar líknandi mynstur.
    • Tá ið hugt verður at samlaðari nøgd av sløgum/partiklum, hava virðini frá teimum skannaðu prøvunum lyndi til at vera nakað yvirmett.
    • Tá ið hugt verður at samlaðari nøgd av sløgum/partiklum, hava virðini frá teimum skannaðu prøvunum lyndi til at vera nakað yvirmett.
    • Tá ið hugt verður at ávísum sløgum, t.d. ymisk Calanus finmarchicus stig, eru skannaðu virðini fyri tey hægru stigini undirmett, meðan minni munur er millum taldar og skannaðar prøvar av teimum lægru stigunum.
  4. Tað tykist ikki vera eitt skipað rák í hægri nøgd av djóraæti eystan ella vestan fyri Føroyar.
  5. Tað tykist ikki vera eitt skipað rák í hægri nøgd av djóraæti frá landi og úteftir.
  6. Kopepodurin Calanus finmarchicus er vanligasti kopepodurin.

Inga Kristiansen

Umhvørvi

Lívfrøðingur, Ph.D

ingak@hav.fo / +298 79 39 35

Vangi í PURE / Greinar

Eilif Gaard

Umhvørvi

Lívfrøðingur, Dr. Philos

eilifg@hav.fo / +298 79 39 31

Vangi í PURE / Greinar / CV

Sólvá Jacobsen

Umhvørvi

Lívfrøðingur, Ph.D.-lesandi

solvaj@hav.fo / +298 28 22 57

Vangi í PURE / Greinar / CV

Hjálmar Hátún

Umhvørvi

Havfrøðingur, Ph.D

hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92

Vangi í PURE / Greinar / CV

Ian Salter

Umhvørvi

Havevnafrøðingur, Ph.D

ians@hav.fo / +298 25 24 72

Vangi í PURE / Greinar / CV