{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

North Atlantic Climate (NACLIM)

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni: ,

Høvuðsendamálið við NACLIM var at eftirkanna, í hvønn mun tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan v.m.) í Norðuratlantshavi.

Parturin hjá Havstovuni var at gera streymmátingar o.a. á djúpum sjógvi kring Føroyar og at eftirmeta hesar mátihættir og mátistøð. Harafturat skuldi Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum í Norðuratlantshavi og serliga hjá uppsjóvarfiski.

Tilsaman 17 granskingarstovnar úr 9 evropeiskum londum vóru við í hesi verkætlan, sum varð stýrd av universitetinum í Hamburg.

NACLIM verkætlanin endaði 31. januar 2017. Av henni komu umleið 80 vísindaligar ritgerðir, og hon hevur hjálpt okkum betur at skilja rákið í Norðuratlantshavi og Arktis, og hvat árin tað kann fáa fyri veðurlagið í heiminum.

Fyri Føroyar var størsti týdningurin helst, at vit fingu fígging og møguleikar til at granska okkara havumhvørvi betur. Gjøllari innlit í verkætlanina finst á hesi síðuni. Fýra filmar, sum vórðu gjørdir í verkætlanini, síggjast niðanfyri.

Bogi Hansen

Umhvørvi

Havfrøðingur, Ph.D

bogihan@hav.fo / +298 21 23 07

Vangi í PURE / Greinar

Hjálmar Hátún

Umhvørvi

Havfrøðingur, Ph.D

hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92

Vangi í PURE / Greinar / CV

Karin M. H. Larsen

Deildarleiðari – Umhvørvi

Havfrøðingur, Ph.D

karinl@hav.fo / +298 79 39 30

Vangi í PURE / Greinar / CV