Vísindavøkan 2026 – Skrá
Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis.
“Vísindavøka á ferð” verður frammanundan, í døgunum 14. til 23. september. Sí her.
Kongshøll
Framløgur (verða eisini stroymdar á Youtube)
| Kl. | Evni |
| 08:30 | Vælkomin á Vísindavøku Annika Sølvará, Granskingarráðið |
| 08:40 | Rørsluløtur í skúlatíð Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið |
| 09:00 | Ferð undir havsins botni – Antropologiskar hugleiðingar um fólk og undirsjóvartunlar Firouz Gaini, Fróðskaparsetrið |
| 09:20 | Hugburður til barnakoppseting í Føroyum Katrin Eivindardóttir Christiansen, Heilsustýrið |
| 09:40 | Matveitingartrygd ella matsjálvbjargni? Kortlegging av føroyskum hugsjónum um mat, burðardygd og tilbúgving Elisabeth Skarðhamar Olsen, Fróðskaparsetrið |
| 10:00 | Føðsluevni og dálkingarevni í siðbundum føroyskum mati Bjørg Mikkelsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan |
| 10:20 | Skógarvøkstur og risagosfjøll – Føroyar fyri 56 milliónum árum síðani Heri Ziska, Jarðfeingi |
| 10:40 | Havsins talgildi tvíburði Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum |
| 11:00 | Umhvørvis DNA og RNA – Uppsjóvarfiskur frá einum øðrvísi sjónarmiði Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Varðin Pelagic og Fróðskaparsetrið |
| 11:20 | Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum? Magni Laksáfoss, Sjókovin |
| 11:40 | Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur? Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið |
| 12:00 | Kvinnuheilsa í broyting – vitan, avbjóðingar og møguleikar Gunnhild Helmsdal, Heilsugranskingareindin |
| 12:20 | Bókmentir og tíð – er tíð altíð tað sama? Guðrun í Jákupsstovu, Fróðskaparsetrið |
| 12:40 | Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið |
| 13:00 | PCD – ein sjáldsom ílegusjúka við hægri títtleika í Føroyum Birna Skaalum Kempf, Heilsugranskingareindin |
| 13:20 | Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum Margretha Nónklett, Tjóðsavnið |
| 13:40 | Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855 Sámal Tróndur Finnsson Johansen, Tjóðskjalasavnið |
| 14:00 | Umhvørvisligar broytingar í sambandi við botnfiskastovnar á Føroyabanka Ian Salter, Havstovan |
| 14:20 | Frá ráum dátum til veruliga vitan – metadátugrunnurin Halla Weihe Reinert, Umhvørvisstovan |
| 14:40 | Nýtsla av fleirstrálu ekkoloddi til nágreiniliga havdýpdarmáting Gethin Wyn Roberts, Umhvørvisstovan (hildin á enskum) |
| 15:00 | Elektronmikroskop gevur nýggjar granskingarmøguleikar Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið (hildin á enskum) |
| 15:30 | Miðlafagnaður Snarrøðu-kapping – røður á 150 sekund Gestainnslag: Tá list og gransking samskapa Hvat hendir, tá ið list og gransking møtast, og nýggir miðlingarhættir taka skap? Visual Science Studio sýnir fram samstarv millum list og gransking. Vinnari av snarrøðukappingini kosin Handan av ársins miðlaheiðursløn |
Svalin
| 09:00-15:00 | Ymisk tiltøk og royndir fyri børn og vaksin Stovnar skipa fyri |
Uttanfyri
(í bilhúsum hjá Tórshavnar Havn)
| 09:00-15:00 | Tiltøk fyri børn og vaksin Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir |
Vísindavøka á ferð
Undan sjálvari Vísindavøkuni, í døgunum 14. til 23. september, verður “Vísindavøka á ferð” hildin kring landið. Talan er um tríggjar fyrilestrar á hvørjum stað á 20 min. Skrá yvir sjálvar fyrilestrarnar kemur seinni. Støðini eru hesi:
Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 14. september kl. 19
| Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling? Ása Jacobsen, Havstovan |
| Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir Barbara Leone, Umhvørvivsstovan |
| Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum Margretha Nónklett, Tjóðsavnið |
Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 15. september kl. 19
| Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið |
| Nærlestur av føroysku fiskidagaskipanini Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið |
| Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið |
Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 16. september kl. 19
| Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum? Magni Laksáfoss, Sjókovin |
| Dronan – eitt hent amboð hjá jarðfrøðinginum Rakul M .I. Johannesen, Jarðfeingi |
| Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið |
Sands Bókasavn hóskvøldið 17. september kl. 19
| Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið |
| Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld (hildin á donskum) Elaine Runge, Havstovan |
| Ein lítil tráður úr Føroyum: handrit á alnetinum Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið |
Miðlatún í Vági mánakvøldið 21. september kl. 19
| Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur? Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið |
| Havsins talgildi tvíburði Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum |
| Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855 Sámal Tróndur Finsson Johansen, Tjóðskjalasavnið |
Norðurlandahúsið mikukvøldið 23. september kl. 19
| Kunnu vit læra nakað um veðurlagskreppuna frá listini? Eitt prát um list og vísindi Hvussu kann menniskjað fata søguna hjá jørðini og veðurlagnum, tá søgan fevnir um fleiri milliardir ár – langt út yvir tíðina, vit menniskju kunnu ímynda okkum? Guðrun í Jákupsstovu, bókmentagranskari, og Maja Friis, myndlistakvinna frá Visual Science hittast til prát um, hvat listin sigur okkum um veðurlag, landslag og tíð. Við støði í gransking, listaligum arbeiði og ítøkiligum landsløgum røða tær um, hvussu list kann víðka okkara vitan um veðurlagsbroytingarnar. Hvussu myndir, søgur, filmar og aðrar fagurfrøðiligar royndir kunnu gera truplar, vísindaligar spurningar lættari at skilja – og hvussu samanrenningin við listina kann fáa fram nýggjar fatanir í gransking. Á tiltakinum verður eitt nú víst filmsbrot frá listasamstarvinum millum Visual Science og ískjarnugranskarar frá Niels Bohr instituttinum, og føroyski yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger lesur Wicked FYSIKK, ið er um byrjan, verðan, kropp og popp, og sambond yvir um tíð. |
Viðkomandi tíðindi
Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
11.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Ásu Jacobsen, lívfrøðingi, mánakvøldið kl. 19 á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á …
Vísindavøkan 2026 – Skrá
31.08.2026
Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. “Vísindavøka á…
Væleydnaður dagur
01.10.2025
Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …
Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
01.10.2025
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…
Rákið á Íslandsrygginum
18.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…
Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
15.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…
Vísindavøkan 2025 – Skrá
01.09.2025
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…
Fjølbroytt fiskaborð
03.10.2024
Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá …