{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Innvigingartøl til stovnsmetingar

Áramál:
Fígging: , , , ,
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni:

Henda pilotverkætlanin hevur kannað, um innvigingartøl frá landingarmiðstøðum kunnu brúkast sum supplerandi hagtøl til stovnsmetingar. Innvigingardáturnar vórðu veittar av virkjunum Kósini og Northern Fish Cold Storage (NFCS), sum brúka innvigingarskipanir, sum viga og goyma fiskavektir í stakvektum ella í bólkavektum. Vektirnar verða goymdar saman við øðrum upplýsingum, sum t.d. skipanavn, landingardagur og fiskaslag. Hetta ger tað møguligt hjá Havstovuni at knýta upplýsingar úr skipsdagbókum við innvigingardátur, og harvið fáa upplýsingar um, hvar fiskurin er fingin og við hvørjum reiðskapi.

Fyri at avgera um innvigingardátur eru egnaðar at brúka til stovnsmetingar, vórðu tær samanlíknaðar við staksýni, sum Havstovan tekur á fiskavirkjum av landaðum fiski. Hetta varð gjørt við m.a. at samanlíkna vektarbýtini og aldursbýtini. Kannað varð eisini, hvussu sýnini eru býtt yvir árið, fyri bæði innvigingardáturnar og staksýnini hjá Havtovuni. Fiskasløgini, sum vóru viðgjørd í kanningini, vóru toskur, longa, hýsa, upsi, brosma, blálonga, havtaska, reyðsprøka og tunga.

Verkætlananin vísir á fleiri fyrimunir við at brúka innvigingardátur til at stuðla stovnsmetingum: betri upploysing (“resolution”) í vektarbýtunum, fleiri prøvar frá ymiskum skipabólkum yvir fleiri ársfjórðingar, og fleiri tøkar dátur innan skipabólkar og fiskasløg, har mangul er upp á data. Tað má tó havast í huga, at innvigingardátur ikki kunnu erstatta núverandi staksýni, tí innvigingartøl ikki geva innlit í t.d. aldur og kyn, men tey kunnu styrkja tey núverandi sýnini.

Endalig frágreiðing

Christina Joensen

Tilfeingi

Verkætlan

christinaj@hav.fo / +298 79 39 12

Lise Helen Ofstad

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Fiskifrøðingur

liseo@hav.fo / +298 79 39 19

Vangi í PURE / Greinar