
Tunfiskur á veg aftur í Norðuratlantshav
Fígging: Norðurlandaráðið (AG-Fisk)
Ábyrgd á Havstovuni: Luis Ridao Cruz
Høvuðsendamálið við verkætlanini var at kanna í hvussu stóran mun tunfiskur er við at koma aftur í Norðuratlantshav.
Hetta varð gjørt við at savna og viðgera lívfrøðiligar- og fiskiveiðudátur um tunfisk í Landnyrðings- og Útnyrðingsatlantshavi frá síðstu 10 árunum.
Verkætlanin er eitt samstarv millum DTU í Danmark, Naturinstituttet í Grønlandi, IMR í Noregi, SLU Aqua í Svøríki, Hafro í Íslandi og Havstovuna.