{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Marine climate effects on primary production around the Faroe Islands

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:

Árstíðargongdin hjá gróðrinum er soleiðis: Tíðliga um várið (mars-apríl) er lítil gróður; tó er mest gróður á innara Landgrunninum og næstan ongin gróður á ytra Landgrunninum. Útskifting bremsar gróðrinum á innara Landgrunninum um hetta mundið.

Vanliga gerst ytri Landgrunnurin lagbýttur onkuntíð í mai, og um somu tíð kemur gongd á gróðurin á innara Landgrunninum. Eftir at rættulig gongd er komin á gróðurin á innara Landgrunninum, er skjótt at tøðevnistrot, serliga trot av silikati, gerst avmarkandi fyri gróðurin (ofta í juni og restina av sumrinum), og blanding við niðaru løgini á ytra Landgrunninum tilførir tá nýggj tøðevni. Um hesa tíðina er mesti gróðurin á ytra Landgrunninum.

PhD.-verkætlanin hevði til endamáls at kanna, hvørji viðurskifti ávirka gróðurin av plantuæti á Landgrunninum. Við verkætlanini er betri greiði fingin á, hvussu gróðurin á Landgrunninum er tengdur at árstíð, staði, útskifting og tøðevnum.

PhD. ritgerðin varð latin inn í apríl 2017 og vard í august 2017.

Sólvá Káradóttir Eliasen

Tilfeingi

Havfrøðingur, Ph.D

solvae@hav.fo / +298 79 39 29

Vangi í PURE / Greinar / CV