
Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurlagsbroytingar í Føroyum settar í miðdepilin.
Umhvørvisstovan, Havstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Landsverk, Hagstova Føroya og Veðurstova Føroya skipaðu fyri Veðurlagsdegnum 2024.
Føroyska veðurlagið er í broyting
Við støði í dátum og vitan, sum varð løgd fram ella umrødd á Veðurlagsdegnum, er greitt, at føroyska veðurlagið er í broyting.
Millum týdningarmestu niðurstøðurnar á Veðurlagsdegnum vóru:
- Miðalhitin í luftini um okkara leiðir er øktur 1 °C síðani 1873.
- Vatnskorpan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini.
- Hitin niðri við botn í Bankarennuni er hækkaður 0,25 °C síðani 2001.
Millum annað hetta ber til at lesa um í samandráttinum.
Dagførd vitan kann geva neyvari metingar
Ætlanin er at skipa fyri nýggjum Veðurlagsdegi komandi ár, fyri at savna saman enn meira vitan. Langar tíðarrøðir eru av stórum týdningi fyri at útvega haldgóða vitan um veðurlagið og tær broytingar, sum eru farnar fram. Vit vóna, at Veðurlagsdagurin fer at vera ein støðug kelda til týðandi vitan um veðurlag okkara.
Samband og meira kunning
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á us@us.fo.
Her ber til at síggja samandráttin og allar framløgurnar, sum vórðu hildnar.
Viðkomandi tíðindi

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
08.07.2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
05.02.2024
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…

Er føroyska veðurlagið broytt?
05.02.2024
At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum?…

El Niño / La Niña og toskur
25.09.2015
Veðurlagsfyribrigdið El Niño / La Niña kann hava ávirkan um allan heim. Havstovan hevur kannað, um hesar broytingar eisini ávirka føroyskan botnfisk, …

Skiftandi veðurlag ávirkar upsastovnin
23.08.2012
Skiftandi veðurlag ávirkar gróðurin í sjónum, og hetta hevur stóra ávirkan á upsan við Føroyar. Verður upsastovnurin stórur, veksur fiskurin seinni og…

Streymmátingar avdúka veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum
23.08.2012
Undir sjey ymiskum verkætlanum hevur Havstovan í skjótt 20 ár í millumtjóða samstarvi verið við til at kanna havrákið í Norðuratlantshavi. Mátingarnar…