Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2352
Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023
Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen
Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og at læra at brúka streymmátaran (SADCP) umborð á skipinum. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum.
Samandráttur
Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt og CO2) kanningunum eftir standardskurðum N, V, S og E, umframt skurð J.
Áherðsla bleiv eisini løgd á at læra at brúka streymmátaran undir skipinum (Shipborne Acoustic Doppler Current Profiler, SADCP), saman við teknikara frá Woods Hole Oceanographic Institute (WHOI).
Afturat hesum bleiv neyvur botnur (dýpi og tilfar) máldur í Norskahavinum, tøðevnismátingar á Føroyabanka, og so mátaðu vit nøgd av djóraæti í djúpum, køldum yvirflotsjógvi í Bankarennuni.
Um túrin
Vit loystu mikudagin 25/10 kl. 16, og tóku skurð N (CTD, tøðsølt og ADCP) fyrst.
Síðani sigldu vit suður á støð N12, haðani vit fylgdu skurði í ein útsynning, har nógv mátiútgerð skal setast út komandi ár (august 2024 til august 2025). Vit tóku botnmátingar her við ekkoloddinum (EK80), og tveir CTD-profilar fyri at rokna ljóðferðina í sjónum, sum síðani verður brúkt til at betra um neyvleikan á botndata. Hesi data verða brúkt til at fyrireika útleggingarnar komandi ár.
Síðani sigldu vit suður á nýggja skurðin J, hvørs endamál er at eftirkanna, um strála av vesturvendum yvirflotssjógvi finst undir heita Atlantssjónum. Streymmátarin vísti slíkan djúpan “jet”, men fleiri mátingar mugu til fyri at staðfesta, hvussu støðufastur hesin streymur er. Vit skiftu telduútgerðina til SADCPara (frá VmDAS til UHDAS). Fóru inn á Sørvág at skifta skipara.
Leygarmorgunin (28/10) byrjaðu vit skurð V og royndi eisini ein multiglúp miðskeiðis í Bankarennuni. Hesin savnar djóraæti í fimm valdum løgum, í tí kalda yvirflotsjónum, í heitara Atlanssjónum og í blandingsløgum millum hesi ymsu sløg av sjógvi. Skurður V bleiv tikin heilt út á Føroyabanka, har vit eisini gjørdu mátingar av tøðevnum á tveimum teimum vestastu støðunum (V09 og V10). Hetta er fyrstu ferð, at slíkar mátingar eru gjørdar á Bankanum á standard hydrografitúri.
Sum nakað nýtt fóru vit norður av Bankanum og fylgdu streyminum av djúpum yvirflotsjógvi út úr Bankarennuni, har ADCP-mátingarnar vórðu brúktar sum vegleiðing. Miðskeiðis eftir djúpu stráluni tóku vit tríggjar profilar við multinetinum vestur úr munnanum á Bankarennuni.
Sunnudagin 29/10 sigldu vit suður gjøgnum Bankarennuna (gjøgnum tær fýra støðirnar har multiglúpur varð tikin) og suður um Munkagrunnin við SADCPara og ekkoloddi tendraðum. Nýggju dataini frá hesi siglirás stuðla undir eldri mátingum sum indikera, at yvirflotsjógvur rennur við nógvari ferð í dýpinum sunnan fyri Munkagrunnin á síni leið móti Bankarennuni.
Vit byrjaðu skurð S á støð S04 og tóku hann suður á støð S14. Vegna tíðartrot endaðu vit skurðin á eini støð, sum lá nakað norðari enn standardstøð S15. Hóast vit høvdu væntað at síggja djúpa suðurvenda streymin, nevndur Faroe-Shetland Channel Jet (FSCJ), so var hesin ikki sjónskur í streymmátingunum.
Síðani varð siglt norður á eystara enda á skurði E, og týsdagin 31/10 bleiv hesin tikin í fullari longd móti Føroyum.
Prøvar vórðu eisini tiknir at máta tøðsølt og CO2 á ásettum støðum á skurðunum N, V, og E.
Vit vóru á Havnini aftur mikumorgun 1. november kl 8.
Prøvatøka
Prøvatøka / Data | Yvirlit |
---|---|
Ávegis dátusavnari (Ferrybox) | Vatnskorpa 8/6 til 13/6 |
CTD støðir | 73 støðir (68 standardstøðir á skurðunum N, J, V, S og E + tríggjar eyka støðir í Bankarennuni og tvær eyka støðir norðanfyri) |
CO2, tøðsølt og plankton | Á skurðunum N, V og E |
Saltprøvar | Á flestu CTD-støðum í stabilum sjógvi |
Multiglúpur | Fýra støðir í og vestur úr Bankarennuni |
Streymmátari (SADCP) | Eftir allari siglirásini |
Ekkolodd (EK80) | Tað mesta av siglirásini |
Neyvt skap á botninum (Multibeam) | Á útvaldum strekkjum |
Tilfar í botninum (Topas) | Á útvaldum strekkjum |
Reiðskapur
Seabird-CTD við rosettu, ekkoloddini á skipinum, streymmátari undir skipinum, multiglúpur.
Viðmerkingar
Saltprøvarnir verða analyseraðir á heysti 2023.
Fólk við frá Havstovuni
Hjálmar Hátún (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen
Eilif Gaard
Leon Smith
Fólk við frá øðrum landi
Frank Bahr, Woods Hole Oceanographic Institute (WHOI)
Túrfrágreiðingar
Fjarðakanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti […]
Standard hydrografi – Streymmátarar út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja […]
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í […]
Viðkomandi tíðindi
Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini framløgu um hitnandi sjógvin í Bankarennuni og var dómsnevndin samd um,…
Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seinastu tvey áratíggjuni. Hesin sjógvur rekur í dýpinum suður…
Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum (Mynd 1). Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil…
Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurlagsbroytingar í Føroyum settar í miðdepilin. Umhvørvisstovan,…