Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á ”Golfstreymin” Klimamyndlar hava tó altíð óvissur, og úrslitið má takast við fyrivarni.
Golfstreymurin er partur av tí sonevnda termohalina rákinum, sum fer um allan heim (Mynd 1). Hetta rák sendir heitan Atlantsjógv fram við Føroyum og inn í Norðurhøv, har stórur partur av sjógvinum søkkur og fer út aftur sum sokallað yvirflot tvørtur um Grønland-Skotland ryggin (Mynd 2). Høvuðsdrívmegin fyri bæði yvirfloti og heita innrákinum av Atlantssjógvi er køling. Luftin yvir Norðurhøvum er køld og kølir sjógvin í vatnskorpuni. Tess meiri sjógvurin kølnar, tyngri verður hann. Henda køling er sostatt sum ein pumpa, ið pumpar tann kalda yvirflotssjógvin niður í dýpið og út í neðra og tann heita Atlantssjógvin inn í erva. Høga saltinnihaldið í Atlantssjógvi er eisini við til at dríva rákið, tí jú hægri saltinnihaldið er, jú tyngri er sjógvurin.
Mynd 1. Tað termohalina rákið. Sjógvur søkkur í Norðurhøvum, í Labradorhavi og við Antarktis og spjaðist niðri í dýpinum um øll heimshøvini (blá linja). Úti í høvunum rísur hann spakuliga móti vatnskorpuni, har hann verður hitaður og vendir aftur til økini, har hann sakk (reyð linja). (Úr “Veðurlagsbroytingar”, 2011 eftir Boga Hansen).
Mynd 2. Skurður tvørtur um Grønland-Skotland ryggin. Tann kalda luftin yvir Norðurhøvum fær sjógvin í vatnskorpuni at gerast so kaldur og tungur, at hann søkkur og fyllir tað mesta av Norðurhøvum við ísakøldum sjógvi. Hetta elvir til yvirflot, sum flytur kaldan sjógv út úr Norðurhøvum niðri við botn. Tað fær vatnskorpuna í Norðurhøvum at lækka og ger eitt hall tvørtur um ryggin. Hallið gevur ta kraftina, sum fær Atlantssjógv at reka yvir um ryggin og inn í Norðurhøv. Legg til merkis, at vatnskorpuhallið á myndini er nógv yvirdrivið. Bara nakrir centimetrar eru á muni millum vatnskorpuna báðu megin ryggin. Hinvegin røkkur tann kaldi sjógvurin í Norðurhøvum næstan upp í vatnskorpuna nógvastaðni.
Tað termohalina rákið er sera týdningarmikið fyri veðurlagið á jørðini og er orsøkin til, at Føroyar og Norðurevropa hava lutfallsliga heitt veðurlag. Globala upphitingin, sum stavar frá CO2 og øðrum útláti, fer at hita luftina yvir Norðurhøvum. Hetta kann hugsast at minka um kølingina frá luftini og gera pumpuna veikari. Harafturat fær upphitingin eitt nú innlandsísin í Grønlandi at smelta, so at feskvatn rennur á sjógv og ger sjógvin feskari. Ótti hevur tí verið um, at bæði yvirflot og rákið av heitum Atlantssjógvi kunnu vikna munandi. Fyri at kanna útlitini fyri hesum og hvussu globala upphitingin sum heild fer at ávirka veðurlagið á jørðini, verður stór orka løgd í alsamt at menna og betra globalar veðurlags-myndlar. Myndlarnir kunnu brúkast til at spáa um, hvussu veðurlagið verður í framtíðini, og kunnu eisini brúkast til at kanna ymiska ímyndaða ávirkan, eitt nú ymsar mongdir av CO2-útláti.
Í eini nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances hava hollendskir granskarar, við van Westen á odda, brúkt ein av nýggju globalu veðurlagsmyndlunum (CESM) at kanna, hvussu ein javnt vaksandi tilføring av feskvatni í syðra parti av Norðuratlantshavi ávirkar termohalina rákið. Gongdin í termohalina rákinum verður roknað fyri meiri enn 2000 ár, meðan nøgdin av feskvatni, ið verður latið út í Norðuratlantshavið, so líðani veksur. Vatnið blandast við Atlantssjógvin og ferðast norðureftir og fyrstu nógvu øldirnar er ikki so stór ávirkan á rákið. Men vaksandi nøgdin av feskvatni ger, at saltinnihaldið í Atlantssjógvi lækkar og hetta kann forða fyri, at sjógvurin verður nóg tungur at søkka. Og brádliga ávirka ”feedback” mekanismur termohalina rákið so nógv, at tað fer um eitt markamót (tipping point) og yvir eitt hundrað ára tíðarskeið minkar rákið niður í onki. Avleiðingarnar av hesum eru sera stórar og í greinini verður m.a. víst á, at hitin í Norðurevropa lækkar sera nógv, serliga vetrarhálvárið (Mynd 3).
Mynd 3. Broytingar í hita í februar mánað yvir eitt tíðarskeið uppá 100 ár tá termohalina rákið viknar sera nógv. Reyðu prikkarnir eru ymsir býir og vísa til aðra mynd í greinini. Myndin er frá: ScienceAdvances, RENÉ M. VAN WESTEN, MICHAEL KLIPHUIS, AND HENK A. DIJKSTRA.
Sjálvt um globalu veðurlagsmyndlarnir hava ment seg nógv, so hava teir enn nógv lýtir. Tískil skulu slík úrslit altíð tulkast við fyrivarni. Men niðurstøðan í hesi grein er ein ábending um, hvat kann henda við veðurlagnum við okkara leiðir, um globala upphitingin heldur fram. Havstovan mátar yvirflot í Bankarennuni og rákið av Atlantssjógvi í Føroyastreyminum, og enn er ongin ábending um, at rákið er viknað (sí tíðindir um heita rákið millum Ísland og Føroyar).
Viðkomandi tíðindi
Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…
Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…
Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
08.07.2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
05.02.2024
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…
Er føroyska veðurlagið broytt?
05.02.2024
At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum?…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …
Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…
Tveir djúpir havstreymar undan kavi
10.05.2022
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á…
Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot
01.09.2021
Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísaka…
Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
18.12.2020
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Su…
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur
23.11.2020
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurh…
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
26.10.2020
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Banka…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
08.10.2020
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari…
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
27.07.2020
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda …
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
29.01.2020
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara le…
Subpolari meldurin styrknaður aftur – og tað ávirkar Føroyar!
25.09.2019
Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu vetrarnar 2013-2015, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labrador havinum og Irminger havinum, og tískil…
Streymarnir inn og út úr Arktiska havøkinum
25.09.2019
Eftir drúgvar mátingar hjá fleiri ymiskum londum er nú fingið yvirlit yvir, hvussu nógvur sjógvur ferðast inn og út úr Arktiskum havøki. Stórur partur…
Flóðaldur 29.- 30. juni 2019
09.07.2019
Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hett…
Rákið kring Føroyarnú betur kortlagt
23.10.2018
Høvuðsgongdina í streymunum gjøgnum okkara havleiðir hava vit kent leingi; men ivamál hevur verið um rákið sunnan og vestan fyri Munkagrunnin, helst t…
Kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti norðan fyri Føroyar
18.06.2018
Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssj…
Nýggj grein um rákið sunnan og vestan fyri Føroyar
29.11.2017
Tann 13 november varð nýggj grein: “Atlantic water flow through the Faroese Channels” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Ocean Science”. Greinin er…
Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn
21.02.2017
Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni …
Fløskupostur úr Íslandi tekur eitt ár
16.01.2017
Tað sigst at íslendskir landnámsmenn kastaðu tvinnar hásætissúlur í havið og skuldu lata bý byggja, har hesar komu upp á land. Hetta bleiv til Reykjav…
„Kalda holið“, „Golfstreymurin“ og okkara veðurlag
19.09.2016
Á heysti 2015 gjørdu fjølmiðlar kring allan heim nógv burtur úr einum havøki í landsynning úr Grønlandi, sum var óvanliga kalt og fekk eyknevnið: „Kal…
Nýtt hitamet fyri desember
25.09.2015
1. desember 2014 var miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,2 stig. Hetta er tað heitasta, sum er mátað við Oyrargjógv og Mykines í desember, 100 ár eft…
Streymmáting úr fylgisveini
25.09.2015
Millum mongu fylgisveinarnar, sum ferðast kring knøttin, eru nakrir, ið hvønn dag máta hæddina á vatnskorpuni ymsastaðni. Tá hesar mátingar verða sama…
El Niño / La Niña og toskur
25.09.2015
Veðurlagsfyribrigdið El Niño / La Niña kann hava ávirkan um allan heim. Havstovan hevur kannað, um hesar broytingar eisini ávirka føroyskan botnfisk, …
Kaldari og feskari í 2012
07.11.2013
Hitin og saltinnihaldið í atlantsjógvi vestan fyri Føroyar lækkaðu í 2012 niður á tað minsta seinastu 10 árini. Miðalhitin í 2012 var eitt vet lægri e…
Skiftandi veðurlag ávirkar upsastovnin
23.08.2012
Skiftandi veðurlag ávirkar gróðurin í sjónum, og hetta hevur stóra ávirkan á upsan við Føroyar. Verður upsastovnurin stórur, veksur fiskurin seinni og…
Streymmátingar avdúka veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum
23.08.2012
Undir sjey ymiskum verkætlanum hevur Havstovan í skjótt 20 ár í millumtjóða samstarvi verið við til at kanna havrákið í Norðuratlantshavi. Mátingarnar…
Nýggj hita- og saltmet í føroyskum sjógvi
01.09.2010
Miðalhitin á Landgrunninum í 2009 var eins høgur og í 2003, tá hitamet varð sett. Fleiri mánaðir hava sett hitamet, eins og sjógvurin í Bankarennuni o…
Føroyastreymurin
01.09.2010
Fram við Føroyum er eitt rák av heitum sjógvi vestaneftir. Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki fer norðan fyri Føroyar og nevnist Føroyastreymur…
Fylgja sjóvarhitanum á landgrunninum
01.09.2008
Hitamátarar við Oyrargjógv og Skopun geva granskarum vitan um veðurlagsbroytingar og sambandið millum gróður og hita. Hetta er úr Sjóvarmál 2008, les …
Samantvinna gamalt og nýtt
01.09.2008
Nýggjar kanningar staðfesta, at gamlar mátingar fyri árini 1914 til 1969 kunnu væl brúkast saman við teimum hitamátingum, ið Fiskirannsóknarstovan hev…
Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
01.09.2007
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…
Suður ella norð – nærum sami sjóvarhiti
01.09.2007
Sjógvurin á landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfallinum, at lítil munur er á hitanum, um vit eru stødd norðan fyri ella sunnan fyri Suðuro…
Hiti og saltinnihald sett nýggj met
01.09.2005
Rákið í Norðuratlantshavinum er broytt nógv seinastu árini. Hetta hevur ført við sær methøgan hita og saltinnihald í sjónum kring Føroyar. Hetta er úr…
Kanningar av hitafronti
01.09.2005
Sjógvurin inni á Landgrunninum hevur alstóran týdning sum uppvakstrarøki hjá m.ø. toski. Hvussu árgangirnir hilnast er tengt at, hvussu stór blandingi…
Hitin á Landgrunninum sett nýtt met
01.09.2003
Hitin í sjónum á Landgrunninum var í 2003 óvanliga høgur. Í fleiri mánaðir var sjógvurin heitari enn tað nakrantíð fyrr er mátað á Landgrunninum. Ein …
Verða havleiðirnar kring okkum kaldari ta komandi øldina?
01.09.2003
Tað kann tykjast heldur løgið, tá tú viðhvørt hoyrir, at havið kring okkum kanska fer at kólna, samstundis sum næstan øll restin av jørðini hitnar. He…