{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fjarðakanning

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2340

Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023

Ábyrgd: Sólvá Jacobsen

Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti ímillum firðir og Landgrunnin.

18 CTD-støðir vórðu tiknar í ávikavist Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum. Harumframt vórðu 3 trolstøðir tiknar við yngultrolinum og 5 botnprøvar við hapsinum. Við CTD-ini varð mátað hiti, salt, súrevni (oxygen), ljós og gróður niður ígjøgnum sjógvin á øllum støðum. Í Skálafirði var tað kaldara botnlagið týðiliga avlæst frá tí heitara sjónum í erva. Botnlagið var frá umleið 45 metra dýpi og niður á botn (Mynd 1). Nøgdin av súrevni niðri við botn í Skálafirði var 1,1 mg O2/L (12,5% metningur), har tað var minst. Hetta er undir eitt miðal ár (Mynd 2). Eisini í Kaldbaksfirði var lagdeiling í sjónum, men uttan fyri fjørðin var sjógvurin væl blandaður (Mynd 3).

Mynd 1. Hiti, salt, gróður (fluorescensur) og súrevni í Skálafirði 29. august 2023.

Mynd 2. Súrevnisinnihaldið á 65 metra dýpi á støð SK05 í Skálafirði seint í august 1985-2023. Ongin kanning var í 1995, 2004 og 2012.

Mynd 3. Hiti, salt, gróður (fluorescensur) og súrevni í Kaldbaksfirði og út millum Stong og Eystnes 29. august 2023.


Túrfrágreiðingar

Fjarðakanning

27.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…

Standard hydrografi – Streymmátarar út

21.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

22.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…

Standard hydrografi

05.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…

Fjarðakanning

30.08.2023

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2340 Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sed…

Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út

13.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

23.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2322 Tíðarskeið: 17-23/5 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp o…

Standard hydrografi

16.02.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2304 Tíðarskeið: 10-16/2 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í…