{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024)  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum (Mynd 1). Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil er týdningarmikið, at fiskifør geva sær far um hana.

Mynd 1. Staðsetingin av nýggju útgerðini, sum víst í skipanini hjá Sørfartsstyrelsen, sí leinki og vel “Færøerne” í breddanum omanfyri.

Hesar fortoyningar standa tískil sum eitt “stik” frá botni og upp á 100 m dýpi, norður av Íslandsrygginum, sum víst í Mynd 2.

Mynd 2. “Stikið” við fortoyningum (bláar strikur, bert 8 av 10 vístar), sum gongur frá Íslandsrygginum (til vinstru) og í ein landnyrðing inn í Norskahavið. Litirnir vísa hita, har reytt er lýggjur atlantssjógvur, sum rekur norður móti Arktis, og korkalitt er ísakaldi sjógvurin, sum ferðast suður móti Bankarennuni. Svørtu linjurnar vísa evinsvektina á sjónum (minus 1000; tvs at 28.03 merkir 1028.03 kg/m3, osfr).

Vegna vanda fyri at trol kunnu fløkjast upp í útgerðina, verða knattstøðurnar vístar á almenna sjókortinum hjá Søfartsstyrelsen og á skipanini Fishfact, sum nógvir skiparar brúka. Vit mæla til, at fiskiskip vísa varsemi í hesum økinum, sum er nær við íslendska markið (Mynd 1 og Talva 1).

Talva 1. Knattstøðurnar hjá fortoyningunum.

NavnKnattstøðaBotndýpi (m)
UFO163°36.21’N – 008°51.07’W643
UFO263°39.7’N – 008°39.83’W712
UFO363°43.03’N – 008°29.11’W806
UFO463°46.45’N – 008°18.06’W932
UFO563°49.8’N – 008°07.21’W1082
UFO663°53.25’N – 007°56.01’W1236
UFO763°56.59’N – 007°45.16’W1409
UFO864°00.08’N – 007°33.76’W1614
UFO964°03.85’N – 007°05.65’W2417
UFO1064°07.27’N – 006°56.70’W2798

Fortoyningarnar eru línur, strektar millum tungt søkk á botni, og eitt flot á 100 m dýpi. Vísindalig útgerð ferðast upp og niður eftir hesum línum tvær ferðir um dagin. Nærri lýsing av fortoyningunum sæst á myndunum.

Tær sunnastu 8 fortoyingarnar, UFO 1-8, eru eins og bygdar sum myndin vísir. (Woods Hole Oceanographic Institution)
Fortoying UFO 9 er bygd sum myndin vísir. (Universitetið í Bergen)
Fortoying UFO 10 er bygd sum myndin vísir. (Havstovan)

Mátingarnar eru partur av stórari verkætlan (UFO), hvørs endamál er at staðfesta, hvaðani ísakaldi sjógvurin, sum floymir vestur úr Bankarennuni, stavar. Hetta rák er partur av stóra termohalina rákinum (Havsins Kalda Hjarta), sum m.a. viðvirkar til, at vit hava eitt lutfalsliga lýtt verðurlag í Føroyum. Seinastu árini hava vit í miðlum javnan hoyrt um óttan fyri, at hetta hjarta kann vikna, og at miðalhitin um okkara leiðir fer at lækka. Nýggju mátingarnar, sum eftir ætlan skulu gerast í eitt ár (august 2024 til august 2025), fara at verða grundarlag fyri neyvari greining av hesum torskilda, men týdningarmikla, spurningi. Talan er um samstarv millum amerikanska granskingarstovnin Woods Hole Oceanographic Institution, Havstovuna í Føroyum og Universitetið í Bergen, Noregi.

Okkara granskingarskip, Jákup Sverri, siglir eisini norður við eini fortoyning (UFO 10) í komandi viku, sum tó verður sett so mikið djúpt, at vandi ikki er fyri samanrenning við trol.

Hjálmar Hátún

Umhvørvi

Granskari, Ph.D, Havfrøðingur

hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Grein um havstreymar kring Føroyar og Havstovuna í amerikonskum miðli

13.10.2026

Herfyri vóru tíðindi úr Føroyum at síggja á miðlinum “The Post and Courier” í South Carolina í USA. Talan er um grein, sum í høvuðsheitum snýr seg um …

Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar

12.10.2026

Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges …

Djúpa rákið á Íslandsrygginum er nú kortlagt

01.09.2026

Síðani 2020 hevur Havstovan í fleiri umførum lagt streymmátarar út miðskeiðis á Íslandsrygginum við tí endamáli at kortleggja tað djúpa rákið tvørtur …

Veðurlagsbroytingar síggjast aftur í lívinum í havinum

24.04.2026

Á Veðurlagsdegnum í gjár, har høvuðsevnið var “Ávirkan”, vísti Sólvá Jacobsen, granskari á Havstovuni, á nakrar broytingar, sum síggjast í lívinum í h…

Landgrunnurin met heitur í 2025

27.01.2026

Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met…

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum

27.10.2025

Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta k…

Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni

17.06.2025

Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tikn…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri

01.05.2025

Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…