{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Súgállur

Myxine glutinosa

Súgállur er langur og mjáur, tvørskurðurin er rundur. Fjaðrar eru ongar, men ein lágur skræðulepi, ið minnir um fjøður er aftast á bakinum, og ein er undir búkinum, og hann røkkur fram á hálvan fiskin. Hesir báðir skræðulepar renna saman í eitt, aftast á sporlinum. Kjafturin er bert ein lítil riva. Við kjaftin eru fýra horn. Ein nasagluggi er fremst á gronini, har eisini fýra horn eru. Eyguni síggjast ikki, ein skræðulepi fjalir tey. Tvey táknaop eru undir búkinum, beint framman fyri gotfjøðurina. Vinstra áknaop er størri og situr aftari enn høgra. Kroppurin er liðiligur, og beinagrindin er bert ein viðfáningur av bróski. Fleiri slímop sita í einum rað hvørjumegin aftureftir undir búkinum. Hann er slenutur, kaldur at føla. Er á bleytum botni.

Útbreiðsla

Súgállur er úr vestara parti av Miðjarðarhavinum, fram við Portugal til Norðsjógvin og Danmark. Undir Føroyum, Bretlandi og norður til Finnmørkina, undir Íslandi, í Útsynningsgrønlandi til Labrador og North Carolina.

Stødd

Súgállur verður í mesta lagi 60 cm langur, vanliga millum 30 og 40 cm.

Dýpi

Úr 20 metra dýpi niður á 930 metra dýpi.

Litur

Livandi er hann bleikreyður/reydliga blóðsprongdur á liti. Deyður er hann gulgráur um bakið og heldur ljósari undir búkinum, og reydligi farrin er bleikari.

Eyðkenni

Liturin og blóðsprongdi farrin, slenuti kroppurin, hornini, állaskapið. Hann hevur ongar fjaðrar, og eyguni síggjast ikki.

Týdningur

Súgállur hevur ikki vinnuligan týdning. Ger skaða á línu- og garnafisk, etur av fiskinum, ið komin er á línuna ella í gørnini.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Súgállur, Állur, Ormur, Slímállur, Slímálur, Súgálur
Lat:Myxine glutinosa
Dan:Slimål
Eng:Hagfish, Hag
Fin:Loisankerias
Fra:Myxine
Gri:Mixinopsaro
Grø:Ivik
Ísl:Slímáll
Ita:Missine, Missina
Ned:Slijmprik
Nor:Slimål, Kvitål, Pirål, Sleipmakk, Snagål
Pol:Sluzica
Por:Enguia de casulo
Rus:Evropejskaja miksina
Spa:Anguila babosa
Sve:Pirål
Týs:Inger, Blindinger, Myxine
USA:Atlantic hagfish

Viðkomandi tíðindi