
Stóroygdi tunfiskur
Thunnus obesus
Stóroygdi tunfiskur er spískur í báðum endum, tjúkkur um miðjuna. Eitt sindur flatur frá síðunum. Frá stertinum og fram móti ávikavist aftaru ryggfjøður og gotfjøðurini eru einar 7-10 smáfjaðrar. Hann hevur tvær ryggfjaðrar og eina gotfjøður. Fremra ryggfjøður hevur harðar teinar og gongur niður í einki beint framman fyri ta aftaru. Uggafjaðrarnar eru miðal langar, hjá smærri fiski tó lutfalsliga longri. Klingran er smøl og ‘kjølur’ er hvørjumegin á klingruni.
Útbreiðsla
Stóroygdi tunfiskur heldur vanliga til í subtropiskum sjógvi, í Atlantshavinum, Indiska havinum og Kyrrahavinum, har hitin er millum 13° og 29°C.
Ferðast rættiliga nógv.

Stødd
Vanliga upp í 180 cm langur, men kann blíva upp í 250 cm langur.
Dýpi
Er at finna úr vatnskorpuni niður á 1500 m, tó vanliga niður á 500 m.
Litur
Ryggurin er metalliskt myrkabláur, síðurnar og búkurin ljós; eitt metalliskt blátt skyggjandi belti er eftir síðunum.
Eyðkenni
Stóru eyguni, smáfjaðrarnar á sporlinum, tær longu uggafjaðrarnar hjá serliga smærri fiski.
Týdningur
Stóran vinnuligan týdning, serliga sum sashimi.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Stóroygdi tunfiskur |
Lat: | Thunnus obesus |
Eng: | Bigeye tuna |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…