{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stavsild

Alosa fallax

Stavsild hevur sildaskap. Kropshæddin við uggafjaðrarnar er minni enn høvuðlongdin. Hon hevur hvøss kjalarskrubb frá øsinum aftur til gotið. Hon hevur eina ryggfjøður, ið situr beint framman fyri miðjuna. Yvirkjafturin hevur eina týðiliga kloyvu í miðjuni. Kjaftarnir báðir eru eins til longdar, tó hava ungir fiskar lítið yvirbit. Kápan er ríput á skák niður aftureftir. Bulurin er nakað høgur og flatur. Sterturin er nógv sýldur. Táknatindarnir eru 40-60 á fremsta táknaboga (inni í boganum).

Útbreiðsla

Undir Íslandi er hon, tó ikki á Norðurlandinum. Undir Føroyum, í Norðsjónum, í Eystarasalti, suður til Marokko, fram við landi um alt Miðjarðarhavið og í syðra parti av Svartahavinum. Av og á er hon veidd inni á firðum í Føroyum.

Stødd

Stavsild verður í mesta lagi um 60 cm, vanliga 20-40 cm.

Dýpi

Hon er uppsjóvarfiskur, bæði inni við land og til havs. Stavsild gýtir í blandingsvatninum niðast í stóru áunum á meginlandinum.

Litur

Hon er blágrøn á bakinum, hevur gylta kápu, silvurhvít um síðurnar og undir búkinum. O fta við blettum frá kápuni og aftur á hálvan fiskin. Blettirnir eru einir 6-7 í tali.

Eyðkenni

Táknatindarnir, ríputa kápan, blettirnir eftir síðunum. Hon sæst sjáldan.

Týdningur

Stavsild hevur lítlan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Stavsild
Lat:Alosa fallax
Dan:Stavsild, Stamsild
Eng:Twaite shad
Fin:Täpläsilli, Taplasilli, Taplasilti
Fra:Alose feinte, Caluyau, Demoiselle, Enquette, Finte, Fleinte
Gri:Frissa
Ísl:Augnasild
Ita:Cheppia, Laccia
Ned:Fint, Meivisch
Nor:Stamsild
Pol:Finta, Alosa finta, Parposz
Por:Savelha, Saboga
Rus:Finta
Spa:Saboga, Cheppia, Laccia, Lacha
Sve:Staksill, Stamsill, Stoksill
Týs:Finte, Bajeckens, Elben

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira