{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Snípuállur

Nemichthys scolopaceus

Snípuállur er langur og klænur. Ein fiskur, sum er 1 metur til longdar, er ongastaðni tjúkkari enn 1,5 cm í tvørmát. Hann hevur langt og klænt nev, tað ovara er bogið uppá, tað niðara niðurá. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, tær eru ávikavist av nakka og úr goti og enda í spíss aftast á fiskinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Gotið er heilt frammi undir búkinum.

Útbreiðsla

Snípuállur er í øllum heimshøvunum, norður og suður móti tí kalda sjónum í Arktis og Antarktis. Hann fæst av og á í føroyskum sjógvi.

Stødd

Snípuállur verður í mesta lagi 130 cm langur.

Dýpi

Hann er úr vatnskorpuni niður á 2000 m, møguliga heilt niður á 6000 m. Hann fæst vanligast úr 4-500 m niður á 1800 m.

Litur

Hann er brúnligur, dimmur á bakinum. Svartur undir búkinum og um búkfjøðurina.

Eyðkenni

Tað óvanliga skapið, liturin, og ikki minst nevið, og tað, at ryggfjøðurin byrjar fremri enn uggafjøðurin.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Snípuállur
Lat:Nemichthys scolopacaeus
Dan:Sneppeål, Langhalet sneppeål
Eng:Slender snipe eel, Atlantic snipe eel, Avocet
Fin:Nokka-ankerias
Fra:Avocette ruban, Anguille becasse, Anguille bécasse
Ísl:Álsnípa, Snípuáll
Ita:Beccaccino di mare
Jap:Shigi-unagi
Nor:Sneppeål
Pol:Nitkodziobek
Spa:Pez Agazadicha
Sve:Trådål
Týs:Schnepfenaal, Bekkasinefisch
USA:Slender snipe eel, Atlantic snipe eel

Viðkomandi tíðindi